Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 11
163 § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at 1) skipið hevur fmgið fiskiloyvi, 2) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapurin verður byrjaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd, BRT og NRT, maskinhestakreftir og veiðuhátt, 3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina, og hvat ætlanin er at veiða og 4) upplýsir um talið á trolum við loyvdari meskavídd, talið á heilum trolum og trollutum so sum bellum, trolposum og netastykkjum við smærri meskum enn teimum loyvdu, 5) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, 6) skipið dagliga fyrrapartin sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT, og at 7) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu veiðunøgdina, hvørt fiskaslagið sær. § 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm. Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum (codendanum) fyri at minka um slit. Økini eru víst á viðlagda kortskjali.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.