Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Page 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Page 4
448 Nr. 58 6. mai KUNNGERÐ um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar og á einum øki uttanfyri 12 fjórðingar. Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á ytru landieiðini og við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 ffá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini hevur Føroya Landsstýrið saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins fyrisett: § 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í kunngerð nr. 52 frá 26. apríl 1990 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, loyvt við fiskiførum 55 skrásett tons brutto (BRT) til støddar og minni at veiða við reiðskapi sambært hesi kunngerð á niðanfyri nevndu økjum og í niðanfýri nevndu tíðarskeiðum innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum og á einum øki uttanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðhefta kortskjal: Leiðir: Øki 1: Millum 360° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) og 90° rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðunum 21. mai 1992 til lO.juni 1992 og l.juli 1992 til 1. august 1992, báðir dagar íroknaðir.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.