Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Blaðsíða 4
448
Nr. 58 6. mai
KUNNGERÐ
um
trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar og á einum øki uttanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á ytru landieiðini
og við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 ffá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini hevur Føroya
Landsstýrið saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í kunngerð nr. 52 frá 26. apríl 1990
um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, loyvt við fiskiførum 55 skrásett
tons brutto (BRT) til støddar og minni at veiða við reiðskapi sambært hesi kunngerð á niðanfyri nevndu
økjum og í niðanfýri nevndu tíðarskeiðum innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum og á einum øki
uttanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðhefta kortskjal:
Leiðir:
Øki 1: Millum 360° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) og 90° rættvísandi úr Skoruni
(62°10’42”N, 06°26’00”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðunum 21.
mai 1992 til lO.juni 1992 og l.juli 1992 til 1. august 1992, báðir dagar íroknaðir.