Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 3
47 Nr. 15 27. februar KUNNGERÐ um skrásetingargjald á motorakførum sum flytigóðs. Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 175 ffá 18. des- ember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v. m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Bert eigarar av motorakfari, sum eru 18 ár ella eldri, kunnu frítakast fyri at rinda skrásetingargjald í samband við innflutning av motorakfari sum flyti- góðs. Hvør persónur hevur bert loyvi at innflyta 1 akfar, og skal tað vera til egna nýtslu. § 2. Tá flutt verður úr Danmark (tó ikki Grønland), skal motorakfarið hava verið endaliga skrásett í navni flytarans í minsta lagi í 6 mánaðir áðrenn inn- flutningsdagin, og flytarin skal hava verið búsettur í Danmark í minsta lagi í 1 ár áðrenn flyting til Før- oyar. Stk. 2. Tá flutt verður úr øðrum landi enn Danmark, skal flytarin frammanundan flytingina hava búð samanhangandi í minsta lagi í 3 ár uttan fyri Føroyar og í minsta lagi 2 ár í tí landi, hann flytur úr, og motorakfarið skal hava verið endaliga skrásett í hansara navni í minsta lagi í 2 ár og hava verið nýtt - tvs. at akfarið skal hava koyrt í minsta lagi 5.000 km - av honum, ið flytur. Stk. 3. Tær treytir, ið eru ásettar omanfyri um enda- liga skráseting uttanlands eru at rokna frá endaliga skrásetingardegnum á skrásetingarskjalinum og til tann dag, akfarið verður flutt út úr landinum til Før- oya. Flytingin skal prógvast við flytiprógvi og skrá- setingarskjali. Stk. 4. At motorakfarið er endaliga skrásett, merkir at skylda er at gjalda og goldin er øll gjøld sum inn- flutnings-, umsetnings- og skrásetingargjøld o. t. í tí landinum, tað kemur úr. Um so er, at akfari fær ann- an eigara innan fyri eitt ár, eftir skrásetingina her á landi, verður tað skrásetingargjaldsskyldugt, og kann ikki umskrásetast, fyrr enn skrásetingargjaldið er goldið. I nevnda 1 ára tíðarskeiði kunnu umskrá- seting og broytingar av tryggingartakara bert verða gjørdar við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya. § 3. Toll- og Skattstova Føroya kann, tá serligar um- støður tala fyri tí, gera frávik í reglunum í § 2, stk. 1, tó ongantíð í reglunum um, hvussu leingi flytarin skal hava havt bústað í Danmark. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 62 frá 3. juni 1989 um skrásetingargjald á motor- akførum sum flytigóðs. FØROYA LANDSSTÝRI, 26. februar 1996 Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður / Kári Petersen

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.