Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 11
55 Nr. 22 13. mars KUNNGERÐ um læknakanning fyri sjómenn. Samsvarandi § 4, stk. 2 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn og § 33 í løgtings- lóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu hevur Føroya Landsstýri fyrisett: § 1. f hesi kunngerð merkir: 1) Skip: Eitt og hvørt skip 20 tons ella meira, hóast farleið. 2) Heilsuprógv: Prógv fyri at hava verið til lækna- kanning fyri sjómenn. 3) Gilt heilsuprógv: Prógv fyri at avvarðandi er heilsuliga skikkaður til arbeiðis umborð á skipi, møguliga skikkaður við treytum. 4) Sjómenn: Skiparar og persónar, sum koma und- ir §§ 1 og 2 í løgtingslógini um sjómenn. § 2. Ein og hvør, sum settur verður at røkja skipsar- beiði umborð á skipi, skal hava gilt heilsuprógv. Stk. 2. Kommunulæknin gevur út og áteknar heilsu- prógv eftir teimum í hesum parti fyriskipaðu reglum um læknakanningar fyri sjómenn, møguliga við treytum, sum í hesi kunngerð loyvt er eftir § 9, stk. 2. Stk. 3. Læknakanningin fatar um eina gjøgnum- gongd av heilsuviðurskiftum og arbeiðsumhvørvis- viðurskiftum hjá sjómonnum og síðani eina kliniska kanning. Stk. 4. Tá læknakanning fer fram, skulu oyðubløð, sum Sjóvinnufyrisitingin gevur út, nýtast. Stk. 5. Oyðiblaðið skal verða sent Sjóvinnufyrisit- ingini, samstundis sum kommunulæknin váttar heilsuprógvið. Stk. 6. Tað áliggur læknanum at tryggja sær, at sjó- maðurin hevur svarað sínum parti av oyðiblaðnum áðrenn oyðiblaðið verður sent Sjóvinnufyrisitingini. Stk. 7. Tá Sjóvinnufyrisitingin hevur móttikið svar- að oyðiblað, verður samsýning rinda samb. § 11, stk. 2. Stk. 8. Sjóvinnufyrisitingin kann áseta nærri reglur til tess at umsita hesa kunngerð. § 3. Læknakanningin skal í Føroyum fara fram hjá kommunulækna. Stk. 2. Er læknakanningin farin fram uttanlands, skal avvarðandi skipari beinanvegin átekna heilsu- prógvið samsvarandi læknaváttanini, og skal lækna- váttanin (frumritið) beinanvegin verða send Sjó- vinnufyrisitingini, jbr. § 2. í teimum førum, har sjó- maður, sum kannaður verður uttanlands, framman- undan er mettur ikki at vera skikkaður til arbeiðis umborð, skal Sjóvinnufyrisitingin boða skiparanum frá hesum, og skal skiparin hóast seinastu lækna- kanning sfggja til, at sjómaðurin verður avmyn- straður og heimsendur í fyrstu komuhavn skipsins, har heimferðin hóskandi kann fara fram. § 4. Fyrstu ferð sjómaður fer í starv umborð á skipi, skal heilsuprógvið vera áteknað um, at avvarðandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga við treytum skikkaður, jbr. fylgiskjalið, teigur A. § 5. Til tess, at sjómaður yngri enn 18 ár framhald- andi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj læknakanning við 1 ára millumbili, og skal tá heilsuprógvið verða áteknað um, at avvarðandi framhaldandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga við treytum skikkaður, jbr. fylgiskjalið, teigur A. § 6. Til tess, at sjómaður 18 ár og eldri framhaldandi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj lækna- kanning við hægst 2 ára millumbili, og skal tá heilsuprógvið verða áteknað um, at avvarðandi framhaldandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga við treytum skikkaður, jbr. fylgiskjalið, teigur B. § 7. Um serligar umstøður eru til tess, kann tann, sum við læknakanning eftir § 9 er mettur at vera óskikkaður til skipsarbeiði ella bert skikkaður við treytum, krevja, at nýggj læknakanning verður gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Sjó- vinnufyrisitingin, reiðarí ella avvarðandi sjómaður kann innan 4 vikur leggja kanningarúrslitið fyri Heilsunevndina fyri Sjómenn. Heilsunevndin kann víkja frá tíðarfreistini, um serstøk orsøk er til tess. § 8. Er ivi um, at sjómaður vegna heilsustøðuna er skikkaður til arbeiðis umborð, kann Sjóvinnufyrisit- ingin, hóast avvarðandi hevur gilt heilsuprógv, treyt- að framhaldandi arbeiði umborð við at krevja nýggja læknakanning innan ásetta tíðarfreist. Stk. 2. Innan ásetta tíðarfreist skal við nýggjari læknakanning verða váttað, at sjómaður er skikkað- ur til arbeiðis umborð. Sjóvinnufyrisitingin kann krevja, at sjómaður, sum er óskikkaður til arbeiðis umborð, verður avmynstraður í fyrstu komuhavn skipsins, har heimferðin hóskandi kann fara fram. Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingin, avvarðandi reiðarí ella sjómaður kunnu innan 4 vikur leggja læknakanning- arúrslitið fyri Heilsunevndina fyri Sjómenn. Heilsu- nevndin kann víkja frá tíðarfreistini, um serligar or- søkir eru til tess. Stk. 4. Sjómaður, sum eftir læknakanningina í stk. 1 er óskikkaður til arbeiðis umborð, skal ikki verða settur til arbeiðis umborð, hóast kanningin er løgd fyri Heilsunevndina ella rættin til viðgerðar. § 9. Tá læknakanningar verða gjørdar, verður mett um, hvørt tann likamliga og sálarliga støðan vanliga er soleiðis, at avvarðandi er skikkaður til arbeiði umborð á skipi, jbr. fylgiskjalið. Stk. 2. Hevur onkur, tá læknakanningar verða gjørd-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.