Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 12
ar eftir §§ 4, 5 og 6, eina ella fleiri av teimum í fylgiskjalinum nevndu sjúkum, metir læknin um avvarðandi er skikkaður ella óskikkaður til skipsar- beiði, ella um treytir skulu skrivast á heilsuprógvið viðvíkjandi tíð, starvsøki umborð og/ella farleið. § 10. Føroya Landsstýri setir Heilsunevndina fyri Sjómenn, sum tekur ta endaligu fyrisitingarligu av- gerðina viðvíkjandi málum, sum Sjóvinnufyrisiting- in, reiðarí ella sjómaður leggur fyri nevndina eftir § 7 ella § 8, stk. 3. Stk. 2. í Heilsunevndina fyri Sjómenn tilnevnir Føroya Landsstýri 3 limir og 3 varalimir, harav 1 limur og varalimur skal vera lækni, tilmæltur av Læknafelag Føroya, og 1 limur og ein varalimur skal vera sjókønur. Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetur reglur um máls- viðgerðina í nevndini. Stk. 4. Sjóvinnutyrisitingin áteknar heilsuprógv samsvarandi avgerðum, tiknar í Heilsunevndini. §11. Kanningar, sum verða gjørdar sambært § 2, rindar Sjóvinnufyrisitingin í tann mun avvarðandi ikki eftir aðrari lóggávu ella fyrisitingarligum regl- um hevur rætt til ókeypis kanningar av nevnda slagi. Utreiðslur til ferðing til og frá kanningarstaðnum ella aðrar útreiðslur í samband við kanningina verða ikki endurrindaðar. Stk. 2. Samsýning fyri læknakanningar skulu góð- kennast sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og Læknafelag Føroya. Stk. 3. Fyri læknakanningar uttanlands verða út- reiðslumar goldnar av reiðarínum, sum kann krevja útreiðslumar endurgoldnar, tá læknaváttan og kvitt- að læknarokning verður send Sjóvinnufyrisitingini. Tað er ein fortreyt fyri endurgjaldi, at læknasam- sýningin er rímilig. § 12. Meðan sjómaður er í starvi umborð, skal heilsuprógvið verða latið skiparanum í varðveitslu. Stk. 2. Sjómaður, sum ikki heldur ásettu tíðarfreist- ina eftir § 8, stk. 1, og sjómaður, sum er mettur óskikkaður eftir § 8, stk. 4, skal lata Sjóvinnufyrisit- ingini heilsuprógv sítt. Harumframt hevur sjómaður skyldu at lata Sjóvinnufyrisitingini heilsuprógv sítt, tá biðið verður um tað. Stk. 3. í teimum fømm, tá sjómaður er í starvi um- borð á skipi um tað mundið, at heilsuprógv skulu latast Sjóvinnufyrisitingini eftir stk. 2, skal skiparin síggja til, at hetta verður gjørt. Sjóvinnufyrisitingin kann í slíkum føri loyva, at avvarðandi sjómaður framvegis er í starvi umborð, hóast gilt heilsuprógv ikki fyriliggur umborð. § 13. Skiparin skal síggja til, at tær í hesi kunngerð ásettu reglur í § 2, stk. 1, § 3, stk. 2, §§ 5 og 6, § 8, stk. 2 og § 12, stk. 1 og 3 verða hildnar. § 14. Um so er, at tíðarfreist ásett eftir § 5 ella § 6 gongur út á túri, er seinasta átekningin á heilsu- prógvinum gilt til fyrstu komuhavn skipsins, har læknakanningin kann gerast uttan óneyðugt drál. § 15. Brot á reglumar í hesi kunngerð verða revsað við bót. § 16. Henda kunngerð fær gildi 1. apríl 1996. FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mars 1996 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.