Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 12
276 Nr. 57 13. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg býarplanir og byggisamtyktir Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 91. I løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarplanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 24. mai 1974 og løgtingslóg nr. 59 frá 5. juni 1984 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við gildi fyri allar kommunur í einari serligari byggireglugerð áseta almennar fyriskipanir viðvíkjandi teimum í § 5, stk. 3. nr. 1-5 a umrøddu viðurskiftum og almennar fyriskipanir um vegagerð, (eisini við fyriliti til serliga tørvin hjá rørslutamaðum), hvussu vegir skulu liggja, leið og breidd teirra, um størstu hæddir á bygningum, minstu stødd á grundstykkjum, hægsta byggistig og um hvussu langt skal vera ímillum bygningar.” 2) I § 5, stk. 3, verður sum nýtt nr. 5 a sett: “5a) Um bygging og innrætting av húsum og gerð av atkomuvegum og uttanumøkjum, túnum, parkeringsøkjum v.m., á ein tflíkan hátt, at bygg- ingin kann nýtast av rørslutamaðum. Tær fyri- skipanir, sum verða ásettar sambært hesum regl- um, fevna ikki um støk hús til eina familju, ella hús, sum em sambygd íbúðarhús (raðhús, dup- ulthús v.m. við loddrættum marki ímillum íbúð- imar). I byggisamtyktini, ella í tí serligu regluge- rðini, sum landsstýrismaðurin ger, kann fyriski- past, at eisini onnur bygging skal vera undanti- kin frá ásetingunum í síni heild ella frá eins- tøkum ásetingum”. §2. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi danski lógarteksturin í løg- tingslóg nr. 13 ffá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum. Nr. 58 Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.) 13. mai Løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum telegraf- og telefonmál Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Við heimild í § 2 í heimastýrislógini, yvirtekur heimastýrið seinasta partin av málsøkinum Telegraf- og Telefonmál í Føroyum, sum nevnt á lista A, pkt. 12, soleiðis at eisini telegraf- og telefonmál millum Føroyar og umheimin verður føroyskt málsøki. § 2. Galdandi lógir á økinum verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við løgtingslóg. Har danski staturin, ella danskur ráðharri er nevndur í lógunum, liggur heimildin framyvir hjá heimastýrinum ella landsstýrismanninum, í tann mun málsøkið sambært hesi lóg er flutt. § 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Sámal Petur í Grund (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.