Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 14
278 5) gevur eina nøktandi grundgeving fyri at taka ffam hesi viðurskifti, 6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á sera hollan hátt og metir um og algildar eftir teimum, og 7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á sera hollan hátt og møguliga eis- ini til ókend greiðsluevni, og at hann dugir at seta saman viðkomandi meginreglur á tílíkan hátt, at ymiskar loysnir verða settar fram. Stk. 2. Próvtalið 13 er eitt undantakspróvtal. Próvtal- ið verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik ella samsvarandi støðumet. Fortreytin fyri próvtalinum er, at næmingurin sýnir eitt einastand- andi avrik, og at hann skjótt fatar og til fulnar skilir eitt ivamál ella eitt evni, og at hann samstundis sýnir sjálvstøðuga støðutakan og hevur yvirlit yvir stórar partar av tilfarinum og samanhangið í tí. § 5. Upp í próvtalsflokkin “miðal” (próvtølini 9, 8 og 7) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin 1) sýnir rúma og nøkulunda holla vitan ávikavist rættiliga rúman og nøkulunda hollan førleika í lærugreinini, 2) greiðir frá evninum, ið verður viðgjørt, á tflíkan hátt, at aðaltættir verða tiknir fram, 3) sýnir víðtøkna vitan um hugtøk og háttaløg, ávikavist víðtøknan førleika í hugtøkum og háttaløgum, 4) greiðir frá hesum á tflíkan hátt, at nógvir við- komandi tættir verða tiknir fram, 5) gevur eina nøkulunda nøktandi grundgeving fyri at taka fram hesi viðurskifti, 6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á rættiliga hollan hátt og metir um og algildar eftir teimum, og 7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á rættiliga hollan hátt. § 6. Próvtalið 6 er markið fyri at standa, tá ið krav er um at standa. Próvtalið svarar tí til eitt avrik ella støðumet, har næmingurin hevur tað minstamark av fatan, kunnleika og førleika, sum kann verða góðtik- in, íyri at próvtøkan/royndin verður góðtikin sum staðin. Viðvíkjandi tí fatan, sum næmingurin sýnir, umframt tí kunnleika og tí førleika, sum næmingurin sýnir, má tað positiva og negativa íkastið í avrikin- um vera nøkulunda javnt býtt, tó skal tað positiva íkastið hava yvirvág. I skrivligum og munnligum av- rikum, har tað rímiliga neyvt ber til at siga, hvussu stóran brotpart av uppgávuni ella av evninum, sum er sett fram, næmingurin hevur megnað at loyst, skal hesin brotpartur vera størri enn 'h. § 7. Upp í próvtalsflokkin “ivasamt” (próvtølini 5, 03 og 00) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin 1) sýnir avmarkaða og ivasama vitan og avmar- kaðan og ivasaman førleika í lærugreinini, 2) hevur ilt við at skilja ímillum tað, sum er týd- ningarmikið, og tað, sum ikki er týdningarmikið, 3) sýnir ov lítla vitan um hugtøk og háttaløg ávika- vist ov lítlan førleika í hugtøkum og háttaløgum, 4) greiðir frá hesum á tflíkan hátt, at bert fáir við- komandi tættir eru tiknir fram, 5) gevur eina ófullfíggjaða grundgeving fyri at taka fram hesi viðurskifti, 6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á ein ivasaman hátt, og metir um og algildar eftir teimum, og 7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á ivasaman hátt. Stk. 2. Próvtalið 00 er eitt undantakspróvtal. Próvtal- ið verður givið fyri eitt avrik ella eitt støðumet, har næmingurin hevur sýnt púrt onga fatan av pensum í lærugreinini í tí ávísu útbúgvingini. Próvtalið 00 verður eisini givið, tá als einki fakligt avrik verður sýnt. § 8. Próvdómari ella próvhoyrari gevur próvtalið. Tá ið bæði próvdómari og próvhoyrari skulu døma, verður próvtalið ásett eftir samráðing teirra millum. Stk. 2. Eru próvdómari og próvhoyrari ikki samdir um eina felags døming, áseta teir hvør sítt próvtal. Próvtalið fyri próvtøkuna verður miðaltalið av hes- um báðum próvtølunum, hækkað/lækkað til næsta próvtal á próvtalsstiganum. Liggur miðaltalið mitt í millum tvey próvtøl, verður endaliga próvtalið næsta hægra próvtalið, um próvdómari hevur givið hægra próvtalið, og annars næsta lægra próvtalið. Er ó- semja um, um støðumetið ella avrikið skal verða dømt “Staðið” ella “Ikki staðið”, er døniing próv- dómarans avgerðandi. Stk. 3. Eru fleiri próvdómarar ella próvhoyrarar uppi í dømingini, hava teir í felag próvdómara- ávikavist próvhoyraramyndugleika smbr. stk. 1. í hvørjum bólki, ávikavist próvdómarabólkinum og próvhoyr- arabólkinum, verður dømingin, um talan er um ó- semju, ásett sum miðaltalið av teimum einstøku dømingunum hækkað/lækkað til næsta tal á próvtals- stiganum. Hækkað verður, um miðaltalið liggur mitt millum tvey próvtøl. Stk. 4. Óansæð reglumar í stk. 2 og 3, kann ikki verða avrundað til próvtølini 13 og 00. Stk. 5. Stk. 1-3 verður somuleiðis nýtt, tá ið ikki verður dømt eftir 13-stiganum, smbr. § 1, stk. 2 og 3. Stk. 6. Stk. 2 og 3 verða ikki nýtt, um so er, at avgerð verður tikin av landsstýrismanninum, einum avgerð- arfólki (uppmanni) ella øðmm sambært reglum, ið em ásettar fyri tær einstøku útbúgvingamar. § 9. Tá ið heildarpróvtal verður ásett við støði í fleiri partspróvtølum fyri ymisk avrik ella støðumet, er próvtalið miðaltalið av partspróvtølunum hækkað/- lækkað til næsta próvtal á próvtalsstiganum. Hækkað verður, liggur miðaltalið mitt millum tvey próvtøl. í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingamar kann verða ásett, at partspróvtølini telja ymisliga, tá ið heildarpróvtalið verður ásett.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.