Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 3
323
ir tala fyri, kann kærunevndin víkja frá kærufreist-
ini.
Stk. 3. Avgerðir tiknar av kappingarráðnum sambært
hesi lóg kunnu leggjast fyri Føroya Rætt í seinast
lagi 8 vikur frá tí, at hon er kunngjørd tí, sum hon
viðvíkur. Um ikki verður kært innan ásettu tíðar-
freistina er avgerð kærunevndarinnar endalig.
Kapittul 6
Reglur um revsing, v.m.
§ 18. Tann, sum ikki rættstundis til Kappingarráðið
fráboðar ella gevur upplýsingar sambært §§ 5, 6 og
7, kann ráðið áleggja dagliga ella vikuliga sekt, sum
kann heintast inn við útpanting.
§ 19. Uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir
aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum
við vilja ella við grovum ósketni:
1) ikki heldur § 5, stk. 1 og 2, og § 14,
2) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar, jvb.
§ 5, stk. 1 og 2, § 6 og § 7, nr. 1.,
3) ikki heldur eina avtalu, sum er gjørd eftir sam-
ráðingum millum Kappingarráðið og viðko-
mandi, jvb. § 11,
4) ikki ger eftir boðum sambært § 12 ella ikki
heldur ásetingar sambært § 13, stk. 1,
5) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar til
kærunevndina ella dylur viðurskifti, sum hava
týdning fyri avvarðandi mál.
Stk. 2. í reglum, sum verða gjørdar eftir § 7, nr. 2 og
3, kann tað verða ásett sekt fyri brot á hesar reglur,
sum eru gjørd við vilja ella við grovum ósketni.
Stk. 3. Er brotið gjørt av einum partafelag, smáparta-
felag, lutafelag ella líknandi, kann tað verða álagt
felagnum sum so sektarábyrgd. Er brotið gjørt av
statinum, landinum, einari kommunu ella komm-
unalum felagsskapi, kann tað verða álagt statinum,
landinum, kommununi ella tí kommunala felags-
skapinum sektarábyrgd.
§ 20. Umboð fyri Kappingarráðið kunnu eftir rættar-
úrskurð og ímóti at vísa lógváttan
1) á staðnum gera seg kunnugar við og skriva av
einhvønn upplýsing, sum hevur týdning fyri at
kunna fremja eftirlit við lógina, herundir rokn-
skapir, roknskapartilfar, bøkur, onnur handils-
pappír og elektroniskt goymdar upplýsingar,
umframt
2) fáa atgongd til hølir og flutningsamboð hjá
fyritøkum og samtøkum, v.m.
Stk. 2. Løgreglan veitir í hesum sambandi neyðuga
hjálp.
Kapittul 7
Gildiskomu- og skiftisreglur
§ 21. Lógin kemur í gildi tann 1. august 1997.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 98 frá 29.
mars 1924 om uretmæssig konkurrence, sum broytt
við lóg nr. 165 frá 13. apríl 1938 og lóg nr. 108 frá
23. mars 1948, og løgtingslóg nr. 25 frá 10. mars
1992 um príseftirlit sum broytt við løgtingslóg nr.
78 frá 13. juni 1995. Somuleiðis fer úr gildi løgt-
ingslóg nr. 191 frá 8. desember 1993 um príssteðg.
Stk. 3. Fráboðanir, sum eru gjørdar eftir ásetingun-
um í løgtingslóg um príseftirlit, verða fluttar til
Kappingarráðið.
§ 22. Landsstýrið skal leggja alla løgtingslógina um
kapping fyri tingið at viðgera innan árslok 1998.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður