Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 16
336 Nr. 96 6. juni Løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Stuðul eftir hesi lóg verður veittur fyri túrar, ið vara minst 30 dagar. Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroyum. § 2. Eru treytimar í § 1 loknar verður stuðul givin fyri allar teir dagar, sum túmrin varar, íroknað fráfaringardag og komudag. Verður farið umborð uttanlanda, verða teir dagar lagdir afturat, sum ferð- in varar, tó hægst 2 dagar hvønn vegin. Stk.2. Landsstýrið kann áseta neyvari reglur um fyri- sitingina av hesi lóg. § 3. Landið rindar telefonstuðulin. Stk. 2. Stuðulin er 17,50 krónur um dagin. Stk. 3. Telefonstuðulin verður útgoldin seinast í juni og seinast í desember mánaði. Stk. 4. Telefonstuðulin verður útgoldin á konto í peningastovni. § 4. Telefonstuðul verður bert Veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um telefonstuðui. Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug em fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til telefonstuðul. Stk. 4. Fyri túrar við føroyskum fiskiskipum fær Lønjavningargmnnurin upplýsingar frá Føroya Fiskimannafelag um dagatalið, sum gevur rætt til telefonstuðul. Aðrir skattaborgarar mugu senda skjalprógv fyri dagatalið. § 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri telefonútreiðslur av hesum slag, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til telefonstuðul eftir hesi lóg. § 6. Rætturin til telefonstuðul kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi. § 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærafreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdan- di. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kæmnevnd. § 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 97 6. juni Løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um valuta og prísir Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Løgtingslóg nr. 25 frá 24. apríl 1952 um valuta § 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er og prísir verður sett úr gildi. kunngjørd. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.