Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 18
338 Nr. 100 Kunngerð um rætt til stuðul til persónar, sum ikki lúka trevtirnar í rentustuðulslógini 11. juni Við heimild í § 1, stk. 2 og § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuút- reiðslur av lánum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Føroya Landsstýri kann játta rentustuðul til per- sónar, sum ikki lúka treytimar í § 1, stk. 1, nr. 1 og 2 í rentustuðulslógini. § 2. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Umsókn um stuðul eftir § 1 verður stflað til landsstýrismannin ( fíggjarmálum, ið hevur ta enda- ligu fyrisitingarligu avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin leitar sær ummæli frá Toll- og Skattstovu Føroya, Lógardeildini, um ta innkomnu umsóknina. § 3. Rentustuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuút- reiðslur. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjar-og búskapardeildin, ll.juni 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.