Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 10
378 val av foreldraumboðum í skúlastýrið. Landsstýris- maðurin kann senda út leiðbeinandi uppskot um reglugerð um fyrisitingina av kommununnar skúla- verki. Stk. 2. Landsstýrismanninum er heimilað at taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra. Stk. 3. Har fleiri skúlar eru í somu kommunu, eru kommunustýrisumboðini umboð í øllum skúlastýr- unum. Eru fleiri enn 2 skúlar í kommununi, kann kommunustýrið velja 2 umboð aftrat fyri hvørjar 2 skúlar, sum eru í kommununi. Stk. 4. Foreldraumboðið missir sítt valbæri, tá ið bamið er útskrivað úr fólkaskúlanum smb. § 44, 2. stk. Foreldraumboðið kann krevja at sleppa frá at vera skúlastýrislimur ella foreldraumboðslimur, um bamið verður útskrivað úr fólkaskúlanum. Stk. 5. Kommunustýrið kann veita umboðunum fundarpening, flutningsendurgjald o.a. eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi. § 52. Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum við- víkjandi, ið ikki em løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47, 48 og 49, leiðara skúlans, smb. § 55, ella aðrar myndugleikar. Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla árligu fíggjarætlan- ina fyri viðkomandi skúla og leggja øll tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera fleiri út- reiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini, smb. § 47, 4. stk. Stk. 3. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýr- inum uppskot um skúla-bygging/-umbygging, smb. § 47, 5. stk. f teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðs- bólk at viðgera uppskot um skúlabygging/umbygg- ing, smb. § 57, 4. stk. Stk. 4. Skúlastýrið ger uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, smb. § 32, 1. stk. í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, ger hvørt skúlastýri uppskot um skúla- bygnaðin í viðkomandi skúla, smb. § 47, 6. stk. § 53. Skúlastýrið ásetur meginreglumar um virk- semi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um: 1) undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22, 2) arbeiðsbýtið millum læraramar og vikuætlanina 3) samarbeiðið ímillum skúla og heim, 4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini, 5) næmingafrávemr, 6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingamar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a. Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um. Stk. 3. Skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Skúla- stýrið gevur ummæli í øllum málum, sum komm- unustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað. Stk. 4. Skúlastýrið góðkennir eftir tilmæli frá náms- frøðiliga ráðnum teir undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum eisini teir, ið skulu vera í skúlabókasavninum. Stk. 5. Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, smb. § 60, uppskot um atferðarreglur skúlans og umsjónina við næmingunum í skúlatíðini. Stk. 6. Samstarv eigur at vera ímillum skúlastýrini sínámillum um at stimbra og menna skúlaskapin í økinum. § 54. Skúlastýrið gevur tilmæli til landsstýrismannin um setan og uppsøgn av leiðarum og lærarum fólka- skúlans. Stk. 2. Skúlastýrið setur og loysir vikarar, sergreina- lærarar og tey eftir § 36 umrøddu starvsfólk eftir gjøllari reglum hesum viðvíkjandi, smb. § 38. § 55. Til hvønn sjálvstøðugan skúla, sum hevur fleiri lærarar í føstum starvi, verður leiðari settur, ið annaðhvørt verður nevndur fyrstilærari ella skúla- stjóri. f skúlum, ið bert hava ein lærara, har er hesin lærari samstundis leiðari skúlans. Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikun- um á staðnum. Stk. 3. Skúlaleiðarin stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum, og tekur allar ítøki- ligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans. Stk. 4. Skúlaleiðarin ger uppskot til skúla-stýrið um meginreglumar fyri virksemi skúlans, smb. §§ 53, 1. stk., og uppskot um fíggjarætlan skúlans, smb. §§ 52, 2. stk., innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum kommunustýrið hevur ásett, smb. § 47,4. stk. Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur eftirlit við, at teir næm- ingar, sum em innskrivaðir í skúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini. Stk. 6. Skúlaleiðarin fremur virksemi sítt í samar- beiði við tey, sum sett em í starv í skúlanum. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri fólka- skúlaleiðarar. § 56. Til hvønn skúla, sum í minsta lagi hevur 20 næmingar og 2 lærarar verður stovnað eitt náms- frøðiligt ráð at ráðgeva skúlaleiðaranum. Limir í ráðnum em øll tey samstarvsfólk, ið hava undirvís- ingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúl- anum. Stk. 2. Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floks- stig, stovna næmingamir eitt næmingaráð. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir 1. og 2. stk. Kapittul 7 Yvirleiðsla og yvirumsjón § 57. Landsstýrismaðurin hevur ta yvirskipaðu

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.