Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 13
Kunngerð um friðing av hvali Við heimild í § 3 og § 4 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, við seinni broytingum, verður fyrisett: § 1. Grindahvalur og nísa, sum Føroya Náttúrugri- pasavn hevur merkt við fylgisveinasendarum, eru friðaði. Stk. 2. Tá ein ella fleiri hvalir í einum bólki av grindahvali ella nísu eru merktir, sum nevnt í stk. 1, er allur bólkurin friðaður. Stk. 3. Tá grindaboð er skulu sýslumenn og/ella grindaformenn seta seg í samband við Føroya Náttúrugripasavn til tess at fáa staðfest, um grindin er merkt, sum nevnt í stk. 1. Stk. 4. Verður staðfest, at grind er merkt sambært stk. 1 skulu sýslumenn og/ella grindaformenn gera vart við, at forboð er fyri at drepa grindina og syrgja fyri, at grindaboðini ikki verða borin víðari. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskivinnudeildin, 23.juni 1997 John Petersen (sign.) landsstýrismaður /Kaj P. Mortensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.