Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 11
379
leiðsluna og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og
ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og at
ásettar fyriskipanir verða settar í verk.
Stk. 2. Til tess at røkja lóggávu- og vegleiðingar-
starv sítt kann landsstýrismaðurin vitja allar fólka-
skúlamar og krevja at fáa allar upplýsingar frá
skúlamyndugleikunum á staðnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setur almenn stevnumið
fyri fólkaskúlan og ger almennar reglur, ið verða
sendar út sum kunngerðir ella sum mndskriv.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin góðkennir øll byggimál
og allar útbyggingarætlanir, ásetur reglur byggi-
málum viðvíkjandi, og hvussu ein fólkaskúli verður
innrættaður.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin góðkennir skúlabygnað
kommununnar og tær ítøkiligu undirvísingarætlanir-
nar fyri teir einstøku skúlamar og møguligar broyt-
ingar í teimum. Landsstýrismaðurin kann loyva, at
skúlaverkið í einum øki verður roknað sum ein
skúli, sjálvt um ikki øll undirvísingarhølini em
savnað á einum staði í økinum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin setur og loysir leiðarar
og lærarar úr starvi eftir tilmæli frá viðkomandi
skúlastýri, og hann loysir leiðarar og lærarar úr
starvi uttan umsókn.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin tekur avgerðir í øllum
málum viðvíkjandi teimum, sum starvast í fólka-
skúlanum, ið ikki em løgd til aðrar myndugleikar at
taka støðu til.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann taka øll mál, ið em
av týdningi fyri fólkaskúlan, til viðgerðar.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann áseta almennar
reglur um, at avgerðir hjá skúlamyndugleikunum á
staðnum, herímillum leiðara skúlans, em endaligar.
Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann seta ráðgevandi
nevndir at taka sær av serstøkum uppgávum.
Kapittul 8
Fólkaskúlaráð
§ 58. Landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð.
Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í
øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann
ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar-
og menningarvirksemi og granskingarætlanir við-
víkjandi fólkaskúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann
og ráðslimir.
Stk. 3. Limimir verða valdir fyri eitt 3 ára skeið.
Stk. 4. Fólkaskúlaráðið ásetur sjálvt sína fundarskip-
an.
Stk. 5. Unsirvísingar- og mentamálastýrið er skriv-
stova ráðsins.
Kapittul 9
Kærur
§ 59. Avgerð, sum skúlamyndugleikin á staðnum,
herímillum eisini leiðari skúlans, hevur tikið, kann
verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4
vikur, eftir at avgerðin er ffáboðað, smb. tó § 57, 9.
stk.
Kapittul 10
Aðrar ásetingar
§ 60. Landsstýrismaðurin ger vanligar reglur um
fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og
um umsjón skúlanna við næmingunum í skúlatíðini.
§ 61. Tíðin hjá lestrarbømunum at ganga til verður
sett við samráðingum millum skúla, skúlastýrið og
viðkomandi prest. Lestrarbømini skulu fáa ta lestr-
artíð, tey hava brúk fyri. Við tíðarásetingini skal
verða ansað eftir, at skúlans arbeiði verður tamað
sum minst. Fæst ikki semja partanna millum, setur
landsstýrismaðurin lestrartíðina.
§ 62. Landsstýrismaðurin kann, eftir at hava fingið
ummæli frá skúlastýrinum, eftir ávísum settum
treytum loyva avvik frá teimum ásetingum, sum em
í hesi lóg um skipanina av undirvísingini fyri næm-
ingar, tá ið foreldur teirra em limir í trúarsamfel-
øgum uttan fyri fólkakirkjuna, um so er, at læran hjá
hesum trúarsamfelag ger tað til ein samvitskuspum-
ing fyri foreldrini, at bøm teirra út í æsir fylgja
viðkomandi ásetingum.
§ 63. Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál
enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann
mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hes-
um viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava
fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga
ráði skúlans. Gerst tað ein spumingur, hvørt nýtslan
av skúlahølum stríðir ímóti skúlans tørvi, skal málið
verða lagt fyri landsstýrismannin til endaliga av-
gerð.
Stk. 2. Skúlamyndugleikamir á staðnum skulu lata
øll tey høli, sum ríkis- og landskassi hava latið
byggistudning til, vera tøk at nýta til undirvísing og
upplýsing, ið boðin verður fólki í økinum eftir regl-
um, landsstýrismaðurin ásetur.
§ 64. Tey grundstykki, ið neyðug em at útvega til
undirvísingarlig endamál av einum og hvørjum slag,
kunnu fáast við ognartøku.
Stk. 2. Ognartøkan verður framd eftir teimum regl-
um, sum settar em í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881.
§ 65. Tey rættindi, ið við lógini em veitt foreldrum,
eigur tann ella teir persónar, ið hava foreldramynd-
ugleikan. Næmingar, ið ikki em undir foreldra-