Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 10
482 kap ella roknskapartilfar, kann landsstýris- maðurin í skattamálum eftir tilmæli frá stýrinum lina ella heilt lata falla burtur, tá skattgjaldarin søkir um tað, og til undanfør- slu hevur grund, sum landsstýrismaðurin í skattamálum telir fullgóða«. 59) I § 105 verður stk. 1 orðað soleiðis: »Landsstýrismaðurin í skattamálum kann í samráð við Toll-og Skattaráðið gera reglur um, at persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina við at lata inn sjálvuppgávu longda. Tó ongantíð útum 15. august í álíkningarárinum«. Stk. 2 verður orðað soleiðis: »Stk. 2. Økisskrivstovunum er heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistina, sum sambært stk. 1 er sett av lands- stýrismanninum f skattamálum. Hendan freist kann tó ikki leingjast útum 15. august í álíkningarárinum«. 60) f § 105 verður stk. 3 strikað: 61) §§106 og 107 verða strikaðar. 62) § 109 verður orðað soleiðis: »§ 109. Sambúgvandi hjúnafelagar hava rætt til at gera seg kunnugan við sjálvuppgávuna og ognaruppgerðina hjá hvørjum øðrum, áðrenn tær verða latnar líkningarvaldinum. Eisini hevur líkningarvaldið skyldu til, um biðið verður um tað, at lata hjúnafelaga fáa upplýsingar um inntøkuna og skattaútroknin- gina hjá hinum hjúnafelagnum«. Kap. 11 63) § 110 verður orðað soleiðis: »§ 110. 011, sum eru undir skattskyldu til inntøkuskatt eftir hesi lóg, hava við teimum undantøkum og avmarkanum, ið sett eru niðanfyri, skyldu til at lata Toll- og Skattsto- vuni fullfíggjaða ognaruppgerð, sum er yvir- lit yvir allar ognir og øll fíggjarlig rættindi við tilskilan av virðinum. Skattskyldugir per- sónar, ið ikki hava bókhalds- og roknskapar- skyldu, kunnu lata verða við at lata inn ognaruppgerð, um so er, at tað í mun til sei- nast innlatnu ognaruppgerð ikki eru broyt- ingar í árinum í ognum og rættindum. Lands- 64) stýrismaðurin í skattamálum kann í samráð við Toll- og Skattaráðið gera reglur fyri í hvønn mun skattskyldugur hóast broytingar í ognarviðurskiftunum kann lata verða við at lata inn ognaruppgerð. Skattskyldugur, ið eigur ognir uttanlands av slíkum slag, sum 65) umrøddar eru í stk. 3, skal tó altíð lata inn ognaruppgerð. Stk. 2. Reglumar í stk. 1, 2. pkt. eru tó ikki galdandi fyri skattskyldugar persónar, sum á fyrsta sinni skullu lata inn ognaruppgerð. Stk. 3. Ognir og rættindi umrødd í stk. 1 era millum annað: 1) Fastognir (grandøki við húsum ella uttan, eins og hús á annara manna øki), 2) motorakfør, bátar, innbúgv og annað leysafæ 3) vørar, ráevni, maskinur, innbúgv, inni- støða og leysafæ, ið nýtt er í vinnu, 4) peningur og peningagildi, útistandandi skuldir, skuldarbrøv, inniogn í banka, sparikassa ella aðrari peningastovnan, partabrøv, lutaprógv og aðrir partar í feløgum, somuleiðis lista- og frímerkja- søvn eins og skartgripir, tá ið virðið teir- ra era meira enn 25.000 kr. Stk. 4. Oyðubløð til ta í stk. 1 nevndu ognar- uppgerð verða gjørd eftir skipan landsstýris- mansins í skattamálum í samráð við Toll- og Skattaráðið. Stk. 5. Til ogn í deyðsbúgvi, sum er tikið til almenna skiftisviðgerð her á landi, teljast allar ognir eftir hin deyða, sum verða tiknar til skiftis. Til ognina verða ikki tald tey virðir, sum era útlutaðið arvingunum fram- manundan uppgerðardegnum. Er útlutan av arvaforskoti ella gávum farin fram í deyða- árinum, skal hetta takast við í uppgerðina, men ikki teljast upp í ognina. Stk. 6. Letur persónur ikki inn ognarappgerð yvir ogn síni í rættari tíð, soleiðis sum fyri- skipað er í § 100, stk. 5 og § 110, stk. 1, ger tað sjálvuppgávu hansara av inntøkuni til einkis, jbr. tó stk. 1, 2. pkt. Økisskrivstov- umar fremja tá skattseting eftir reglunum í § 104, stk. 1. Stk. 7.1 teim føram, ið nevnd era í stk. 1, 2. pkt., kunnu økisskrivstovumar áleggja ein- um skattskyldugum at lata inn fullfíggjaða ognarappgerð sambært stk. 1, 1. pkt., tá ið hetta verður hildið neyðugt fyri at fáa greiðu á serliga traplum og fløktum málum. Stk. 8. Um persónur ikki letur inn ognarapp- gerð fyri ogn sína, tá ið hann verður kravdur eftir henni sambært reglunum í stk. 7 ger tað sjálvuppgávu hansara av inntøkuni til einkis. Økisskrivstovumar kunnu tá fremja skattset- ing eftir reglunum í § 104, stk. 1«. §111 verður orðað soleiðis: »§ 111. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur við kunngerð, hvørjar reglur, farið skal verða eftir, tá meting av ognum, ið nevndar era í § 110, stk. 3, nr. l)-4) verður gjørd.« § 116 verður orðað soleiðis: »§ 116. Ogn hjá bømum yngri enn 16 ár verður tald upp í ognarappgerðina hjá tí av foreldranum, sum hevur foreldramyndug- leikan. Tá talan er um bøm í hjúnalagi av- gera foreldrini sjálvi hvør av teimum skal rokna ogn bamanna upp í ognarappgerð sína.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.