Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 14
486 Nr. 169 30. desember Løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kap. 1 Toll- og Skattstova Føroya StýrB § 1. Toll- og Skattstova Føroya er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í skattamálum við einum Stýri og økisskrivstovum úti um landið. Stýr- ið ansar eftir, at skattaálíkningin-og toll-og avgjalds- fyrisitingin fer fram á rættan og samlíkan hátt um alt landið. § 2. Stýrið ger hvørt ár eina virkisætlan fyri alt land- ið, sum økisskrivstovumar hava skyldu at fylgja, og hevur Stýrið eftirlit við at ætlanin verður fylgd. Stk. 2. Stýrið gevur økisskrivstovunum vegleiðingar viðvíkjandi skattaálíkningini og toll-og avgjaldsfyri- sitingini, og hava tær skyldu at fylgja hesum veg- leiðingum. Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya skal góðkenna tær vegleiðingar, sum umrøddar em í stk. 2. § 3. Stýrið hevur skyldu til, tá tað heldur tað vera neyðugt, at kanna rættleikan í teimum avgerðum økisskrivstovan hevur tikið. Stk. 2. Stýrið hevur altíð rætt til at fáa allar upplýs- ingar um ítøkiligar avgerðir, sum økisskrivstovumar hava tikið. Eisini hava umboð fyri Stýrið rætt til at luttaka á fundi við tær kommunalu skattakærunevnd- imar, tó uttan atkvøðurætt. Stk. 3. Stýrið kann altíð taka skattaálíkningina hjá einum borgara upp aftur, tá tað metir hetta vera neyðugt. Eisini kann Stýrið altíð gera eina skatta- álíkning, har ein slík ikki er gjørd áður. Um Stýrið heldur, at ein skattaálíkning ella onnur avgerð tikin av økisskrivstovuni ikki er bein, kann Stýrið altíð broyta skattaálíkningina ella avgerðina. Stk. 4. Reglumar í stk. 3 em ikki galdandi, tá ein kommunal skattakæmnevnd, Toll- og Skattaráð Før- oya ella Landsskattakæmnevndin hevur gjørt úr- skurð í málinum, uttan so at nýggir upplýsingar em komnir fram í málinum. Stk. 5. Um Toll- og Skattaráð Føroya heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skatta- kæranevnd, ikki er bein, kann tað eftir tilmæli frá Stýrinum innan 4 vikur aftaná avgerðin er tikin leg- gja hana fyri Landsskattakæmnevndina. Stk. 6. Stýrið kann áleggja økisskrivstovunum at gera skattaálíkningar, har slíkar við órætti ikki hava verið gjørdar áður. Somuleiðis kann Stýrið áleggja økisskrivstovunum at áleggja toll- og avgjøld, har slík við órætti ikki hava verið áløgd áður. Stk. 7. Tey, sum em sett í skatt eftir avgerð stýrisins, ella sum Stýrið hevur broytt skattaálíkningina hjá, kunnu kæra avgerðina hjá Stýrinum til Landsskatta- kæmnevndina, og skal slík kæra verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava ftngið boð um avgerð stýrisins. Somuleiðis kunnu tey, sum Stýrið hevur álagt toll- og avgjøld, kæra til ávikavist Toll- kæm- ella Meirvirðisgjaldskæmnevndina. Kæran skal verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð stýrisins. Stk. 8. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt áður enn 2 ár em liðin frá tí, at skattaárið gekk út. Aðrenn skattaálíkning verður broytt, skal skattgjaldarin fáa høvi til skrivliga at gera sínar viðmerkingar til skattsetingina. Kap. 2 Økisskrivstovumar § 4. Stýrið hevur skyldu til at skipa fyri hóskandi fyrisiting, soleiðis at økisskrivstovur em til at av- greiða størri økir. Landsstýrismaðurin í skattamálum skal góðkenna talið á økisskrivstovum, hvar í landin- um tær skulu liggja, og hvussu stórt øki tær skulu umfata hvør sær. § 5. Økisskrivstovan er líkningarvaldið í tí øki, hon umfatar, og tekur sær av allari skattaálíkning í teim- um kommunum, sum hoyra til økisskrivstovuna. Somuleiðis er økisskrivstovan toll- og avgjaldsvald- ið í tí øki, hon umfatar. Stk. 2. Skattaálíkningin skal verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir at inntøkuárið er lokið. Stk. 3. Freistin í stk. 2 er bert galdandi um sjálvupp- gávan og ognaruppgerðin v.m. er latin inn til ásettu tíðarfreist. Stk. 4. Økisskrivstovan kann vegna kæm ella eftir nærri kanning av skattaálíkningini hjá einstøkum skattaborgaram, taka hesa upp aftur eftir at tíðar- freistin í stk. 2 er farin, og gera neyðugar broytingar í skattaálíkningini. Stk. 5. Tá økisskrivstovan biðjur um tað, hevur ein kommuna skyldu til at geva økisskrivstovuni allar upplýsingar viðvíkjandi einum skattaborgara, sum kunnu vera við til, at økisskrivstovan kann gera eina sanna og rætta skattaálfkning. § 6. Hevur økisskrivstovan ikki góðtikið sjálvupp- gávuna hjá skattgjaldara, sum hann hevur latið inn

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.