Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 21

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 21
493 Skattstova Føroya hevur loyvt, at ognimar verða tluttar. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi. Stk. 2. At flyta ognir ffá einum felagi til eitt annað er, tá allar ognimar í einum felagi ella ein ella fleiri deildir í felagnum verða fluttar til eitt annað felag, uttan at tað fyrra felagið verður niðurlagt, treytað av at tað felagið, sum letur ognimar frá sær, fær parta- brøv ella innskotsprógv í framhaldandi felagnum. Við eina deild í einum felagi skilst øll ogn og øll skuld í einum parti av felagnum, sum er ein sjálv- støðug eind í samlaða bygnaðinum, t.v.s. er ein eind, sum kann virka sjálvstøðugt við teimum hentleikum, sum hoyra til eindina. § 13. Vinningur ella tap, sum stendst av, at ogn og skuld verða flutt frá einum felagi til annað, skulu ikki takast við í skattauppgerðina hjá tí felagnum, sum letur ognina frá sær. Stk. 2. Tá ogn og skuld verða flutt frá einum felagi, skulu § 5, § 6, stk. 1, 3, 4 og 6, og § 8 nýtast. Fram- haldandi felagið yvirtekur bert tær skattligu avskriv- ingamar, sum gjørdar em á ognir hjá tí deildini, sum er flutt. Avsetingar í íløgugmnn, sum ikki em nýttar, kunnu flytast heilt ella lutvíst, og tann tilsvarandi parturin av innistandandi á konto í Føroya Gjald- stovu fylgir tá við. Um bert ein partur av avseting- unum í fløgugmnn verður fluttur, em tað tær elstu avsetingamar, sum verða fluttar fyrst. Stk. 3. Partabrøvini ella innskotsprógvini í framhald- andi felagnum, sum felagið, ið letur ognimar frá sær, fær afturfyri, verða settar til tað virðið, sum svarar til tað skattliga virðið á ogn og skuld, sum verður flutt, tann dagin flutt verður. Tað skattliga virðið verður gjørt upp eftir ásetingunum í § 4, stk. 3 í Umskipan- arlógini (løgtingslóg nr. 47. frá 2. mai 1986 um umskipan av persónligum riknum vinnuvirki til part- afelag). 111 Aðrar ásetingar § 14. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann heim- ila Toll- og Skattstovu Føroya at taka avgerðir eftir hesi lóg. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta reglur um kæmmøguleika eftir hesi lóg, her- undir at avgerðimar ikki kunnu kærast til hægri um- sitingarmyndugleika. § 15. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 1998, og er galdandi fyri samanleggingar frá hesum degi. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 172 30. desember Løgtingslóg um broying í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. f løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 30, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Av vinningsbýti, sum sambært § 25, nr. 3, a) ikki er undir skattskyldu hjá móttakara, verður latið eitt avgjald til landskassan uppá 35%. Feløg, sum eiga 25% ella meiri av partapening- inum í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda avgjald av vinningsbýtinum. Avgjald skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv, sum tað út- lutandi felagið sjálvt eigur. Felag, sum útlutar vinningsbýti, skal halda aftur hetta avgjald, og í seinasta lagi 14 dagar aftaná aðalfundarsamtykt um hetta, rinda peningin til Føroya Gjaldsstovu, og skal felagið eisini senda Toll- og Skattstovu Føroya eitt yvirlit yvir vinningsbýti, og hvussu avgjaldið er roknað og hvøiji feløg ikki skulu rindað avgjald«. 2) Sum 2. pkt. í § 30, stk. 3 verður sett: »1. pkt. er tó ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat ella ognir verða fluttar sambært løgtings- lóg um skattafríar samanleggingar«. 3) í § 54, stk. 1,1. pkt. verður eftir »persónar,« sett: »skatturin fyri«. §2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998, og er gald- andi fyri vinnigsbýti fyri roknskaparár, sum enda í ella fella saman við 1998. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.