Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 1

Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 1
Nr.27 H0SDAGUR,2.DESEMBER 1971 l.árg. NATTURLIGT T að er ikki bert í byggjan av flog- vallarmálinum, Eysturoyggin er við sviðiðsoð, soleiðissum háttalagið hevur verið higar- til. Tað er bert 1 byggjan av fjallasmogum - ella leSgmanns tunnelum - at sýslan við næst størsta fólkatalinum hevur verið - og er ímangarmátar- hin forfjonaða oyggin. Vit misunna aldeilis ikki suðuroyingum teirra tvær og og norðoyingum teirra tvær tunellir, tvørturímóti, men ó- tolandi er tað, um fregnirnar eru rættar, ið siga, at enn er Eysturoyar tunnelinikkivorð- in projekteraður. Fyri at nevna eitt afturat í hesum viðfangi, har Eystur- oyggin kann vænta sær atvera við skerdan lut, hóast alt talar fyri, at hon skuldi átt allan for- rætt, taðer írøktarheimsmál- inum. Vágafólk kunnu gleða segtil eitt liðugtbygt, veldugt og snotisligt heim um ikki so langa tíð. Vit skulu á ongan hátt taka gleðina frá teimum. Men margháttligt tykist tað, at °'jjggJ vió uml. 22% fleiri í- búgvum verður løgd afturum 1 slíkum máli. ^Úr Eysturoynni eru um- sóknir vorðnar sendar av- varðandi myndugleikum um , játtan til bygging av ellis- og røktarheimi fyri fleiri árum síðan. Mint hevur verið áum-- sóknirnar, men eftir øllum at døma hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Fyri nakað síðan var einki svar komið. Ella kunnu vit kanska siga, at svar var givið av løgmanni { røðu hansara á ólavsvøku? Um ansingar- og røktar’neim segði løgm.: "Tað sum náttúrliga liggur fyri at byggja, eru deildir f samband við sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri, men avgerð er eingin tikin her, og onnur ynskir mugu takast við i met- ingini." Eysturoyggin hevur einki sjúkrahús. Og hóast uml. 45% fleiri fólk bugva her enn t.d. í ávikavist Suðuroynni og NorðoTCgjunum, so heldur løgmaour so sanniligataðvera náttúrligt, at nevndu plásseru tey, ið fyrst eiga at fáa hetta heim. Hóast løgmaður einki gretti um, hvørji hesi "onnur ynski” vóru, so finst eftir okkara meting, sum støðan er í dag, einki meira ónáttúrligt enn at leggja fyri at byggja hesi hús á nevndu plássum. Hin vegin finna vit einki meira náttúrligt íhesum føri enn tað, at bygt verður ans- ingar- og røktarheim í Eyst- uroynni sum skjótast. * LÆKNAVAKTIR Leygardagin 4. des. sunnudagin 5. des. Emtna Winther, Tlf. 38, Fuglafjørður Leygardagin 11. des. sunnudagin 12. aes Poul Olsen, Tlf. 7010, Saltangará Leygardagin 18. des sunnudagin 19. des. Sigvald Kristiansen, Tlf. 7310, Skála Jólaaftan 24. des. . Poul Olsen, Tlf. 7010 Saltangará 1. jóladag 25. des. 2. jóladag 26. des. Emma Winther, Tlf. 38, Fuglafjørður Nýggjársaftan 31. des. Sigvald Kristiansen, Tlf. 7310, Skála Leygardagin 1. jan. Sunnudagin 2. jan. Poul Olsen, Tlf. 7010, Saltangará FUGLAFJARÐAR KIRKJA100 ÁR Sunnudagin verður kirkjan { Fuglafirði 100 ár. ítilevni dagsins hava vit hesa grein um kirkjur har x bygdini. Fuglafjørður er gomul bygd. Menn halda, at hon er bygd umleið ár 1100. Nu- verandi kirkja er eftir øllum at døma tann fjórða í raðn- um. Gomul søgn sigur, at fyr- sta kirkjan hevur staðiðnorð- uri á Kirkjuryggi, eystarlaga Fuglafjarðar kirkja { bygdini, og hildið verður, aí hon er bygd væl fyri sótt- ina svørtu. Orðið Kirkjuryggur kann eisini benda á, at her hevur Verið kirkja. NÚ teir gróvu út fyri sildaverksmiðjuni á Kirkjuryggi, komu teir niður á fornar húsaleivdir, sum Sverri Dahl helt^vera frá vík- ingaøld, ogitjúgunum, tá ið vegur varð gjørdur norður á Ennið, komu menn niður á nakað, sum teir hildu vera gravir. { hvussu er, funnu teir fjalir, sum teir: hildu vera leivdir eftir húsum ella kistum. Teir funnu eisini bein og leggir, men ivasamt er, um tað vóru menniskjabein. Ein søgnin sigur, atkirkj- an á Kirkjuryggi varð tikin út á sjógv av skriðulopi, og er tað vælhugsandi, atKirkiu- ryggur er komin av skriou- lopi. Onnur søgnin sigur, at svarti deyði týndi bygdina. Á Kirkjuryggi veksur nógvur rølikur, ið, sum øllum kunnugt, rýkur ógvuliga væl, og ikki sigst hann at vera komin hagar av tilvild. Av fyrstan tið skal hann vera plantaður har fyri at taka líkroykin burtur, sum heitar summardagar kundi vera ógvuliga køvandi. KarlKrist- iansen sigur, at gomul fólk, sum hann minnist, søgdu seg kenna væl til líkroykin norð- uri á Kirkjuryggi. Henda kirkjan stóð eitt sindur eystanfyri __ sjálvan ryggin, ’og skamt frá eini á, Kirkjuryggsá. So er manna søgn, skriv- ligar keldur finnast ikki. Onnur kirkjan sigst ‘at hava staðiðuppií’Toftabønum, heldur nprðalaga í bygdini. Summi fólk nevna hetta hús bønhús, onnur nevna tað kirkju. Hon mundi helst verða bygd um ár 1400, og varðkall- að Jákups-kirkjan, og navnið kann benda á, athonvarðbygd í katólskari tfð, ti vanligt var, at katolikkar kallaðu kirkjur og bønhús upp eftir heilagum monnum ella kvinn- um. __ Staðið, har henda kirkja stóð, verður enn í dag kallað uppi í Jákupsforna. fgjøgnum J ákupsforna rennur á, sum eitur Áaráin, og við hennara ósa varð fyri umleið 30 árum siðani funn- in ein • steinur við árstalinum 1448 inngrivið. Menn vilja bygdini í núverandi gamla halda, at hetta er ein grav- kirkjugarði, sum segoist at steinur, sum er komin oman vera ein tann vakrast laðaði Em partur av Fuglafirði fyri nøkrum arum síðani. eftir ánni, tá ið hon hevur lopið. Fram við kantinum var foyra rist allan vegin runt, siðani var steinurin viðeinari aðrari foyru býttur í tvining- ar. { ovaru helvt var kross- ur ristur, og í niðaru helvt stóð árstalið 1448. (100 ár eftir Sóttina Svørtu)^ Bæði foyra, árstal og krossur vóru heilt skillig. StSlnurin máldi 12xl6tumm- ar. Martin um Á í Fuglafirði hevur hann í varðveitslu. Tað var ikki vanligt, sigur u.ikur, at gravsteinar vorðu settir oman á grøvina hjá ti deyða, men teirvórðulagdir á kistulokið, og siðanheiltfjald- ir av mold. Nær Jákupskirkjan ernið- urløgd, vita vit ikki, og vit vita heldur ikkb nær triðja kirkjan, sum stóð við Garð, er bVgd, men við vissu kunna vit siga, at tað er kirkjan við Garð, sum er umtalað í KommissionsTÍietænkningen for Færøerne41709-10. Hon stóð miðskeiðis í í Føroyum. Einmaðurvið Gjógvara t Fuglafirði, Jógvan í Niðristovu, laðaði hann um leið ár 1800. { Komrnissionsbetænknin- gen 1709-10 stendur um hesa kirkju: Østerø Præstegjæld Fuglefjord Kirke, lang 14 Alen, Koret deraf 3 3/4 Alen, bred 7 Alen, høj 5 1/2 Alen 4 Tommer, 10 Manđs- og 9 Kvindestole, Prædikestolen ved Kvindestolene, Alteruden Tavle med 2 Vinduer over, et dito ved Prædikestolen, en Skriftestol. Ornamenterne ere: en Kobber-Kalk og Disk forgylt, Messehagel, Skjorte og Alterdug forsvarlig, 2 smaa Messing-Lysestagef, Kirken indvendig klædt med Brædder og udvendig med' Stenvæg omkring, tækket med Halm, ganske brøstfældig, in- tet Taarn eller Klokker, et Framhald á bls.9

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.