Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 6

Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 6
SIDa 6 HÓSDAGUR.2.DES. 1971 SVIMJINGAR- HYLURIN Á STRONDUM Hylurin hevur verið nógv leigaóur av fólki, sum koma so at siga alla staðni úr oynni. svimjingarhylurin verður nógv vitjaður Fjarðbúgvin hevur havt eina samrøðu við umsjónarfólkini við skúlan á Strondum um nýtsluna av svimjihdllini har aftan a skúlatíð, og fingu vit ymiskt at vita. Svim jihdllin opnaði sam- stundis, sum nýggiskúlinvarð tikin 1 nýtslu, og hevur hon helst verið mest nýtta rúm á skúlanum síðan. Sxðani summ- arfritíðina hava umleið 7650 fólk vitjað høllina. Tað erikki gjdrligt at siga heilt gjøllá, hvussu nógv folk havaverið, ti umframt vanliga atgongu- merkjasølu, hevur hylurin verið nógv leigaður av fólki, sum er komið til aðrar tíðir enn vanligu tíðirnar. Hesi lið hava verið úr fýra og upp í ndkur og fjdruti. Tiltíðirhev- ur hylurin verið nýttur frá beint eftir skúlatíð til seint á kvøldi - eini 6 til 7 lið um dagin. Hesi fólk koma so at siga alla staðni úr oynni og gjalda tey 50 kr. um tímanfyri at leiga hdllina. Sjálvt um tað bert er eitt umklæðingarrúm og -eittr brúsurúm, hava tó ibæðimann- fólk og konufólk kunna verið í hylinum saman. Eitt lítið rúm, sum er við síðuna av umklæðingarrúminum, er her komið væl við. Kvinnurnar eru í hesum rúminum, meðan menninir eru í umktøðingar- rúminum og undir brúsunum, og tá teir eru farnir í hylin, kunna tær so vaska sær. Hylurin sjálvur er ikki so dýrur at reka, men brúsurnar nýta nógv heitt vatn. Vit takka Brimsvík og kon- uni fyri prátið og vona, at hylurin framyvir verður líka nógv nýttur sum higartil. ELBÚÐIN v/ John Rasmussen Strendur Tlf. 7394 Keypið el-tól tygara í EL - Búðini'.! i Góó vøra, bílig vøra, stórt kontantrabat, lagaligar gjaldstreytir, gðó servisa. Vit koyra vøruna upp á pllss og av- prøva hana. SKUNDfí Tftfí OOKOYR, Opið: Mánadag - fríggjadag kl. 8 - 17.30 Leygardag - stongt. RADIOBtÐINI Tlí. Runavík 7008 Saltangarl KOLONIAL og MANUFAKTUR Meturvørur, undirklæðir til konufólk og mannfólk - Tógv, útlendskt og føroyskt - Arbeiðsklæðir og skótoy - ísinkram, steintoy, køksbúnyttur, gávulutir - Nak- að av gólvbelegningi og tapet o.a.m. Vitjið inn har úrvalið er tað mest fjøl- broytta ella ringið 7266 og vørurnar verða koyrdar út. Inngongd frá nýggja vegnum. P/f D. P. Højgaards Eftf. T o f t i r ELNA SEYMIMASK3NUR Umvæling av eins væl hond- sum el-maskin- um verður gjørd á verkstaði mínum. Erling Pedersen aut. reparatør tlf. 196 Miðvágur KRAMBUÐIN VIÐ TÍ STORA URVALINUM Fuglafjarðar Keypsamtøka tlf. 95 Har peningurin røkkur longst. Kraftin í Guðs orði Ti at væl er orð korssins dárskapur fyriteimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. 1. Kor. 1,18. Ein dagin, meðan hin kendi Moffat sat og arbeiddi við at týða bíbliuna, kom ein avteim innføddu inn til hansara. Nek- arin var ógvuliga ólukkuligur, og Moffat spurdi^ við sam- kenslu, um nakar í húsi hans- ara var deyður. Nei, tey vóru øll røsk, segði nekarin. Endi- liga fekk hann greitt frá, at tað var um hund sín, at hann syrgdi. Men hundurin var ikki deyður. Hann hevði bert etið eitt blað úr ti bíbliuni, sum Moffat hevði ^givið honum. Moffat segði tá smílandi við hann, at hann skuldi gevahon- um eitt annað blað í staðin fyri. Men nekarin var kortini lflca sorcarhundin.^ "Hundur mín verður púra órwtiligur, hann verður líka friðarligur, sum allir okkara kríggsmenn, sum lesa í bfbliuni. Nú eru teir vorðnir lflca so spaklyntir og friðarligir sum kvinnur- nar." Tá gleddist Moffat yvir henda einfalta vitnisburðin um kraftina í orði Guðs. Orðið frá Guði er sáð frá himli við veldugari gróðrar- megi. Um tað finnur veg til eitt mannahjarta, er tað ikki heilt lætt at rudda burtur aft- ur. Tað ávirkar samvitskuna. Tað ger ein sannførdan um synd. Tað sannførir eisini um tað góða, og tað fær ein at gera tað góða. Guðs orði eigur somu megi sum hitt spfrandi fræið. Tað brýtur sær veg. Tað skapar ófrið, misnøgd við seg sjalv- an og stríð í hjartanum. Fyri tey, ið ikki eru frelst, verður orðið { besta føri til stríð- sálarstríð. Hjáteimum, sum hava tikið íimóti orðinum um frelsu verður tað ein sig- ursmegi á leiðini. Orðið v ísir ikki bert á synd. Tað er ført fyri sum einki annað at skapa andstygd fyri ti ónda og hug til at fremja tað góða. "Orð- ið er tað far, sum andin ferð- ast við", hevur onkur tikiðtil. Er orðið ein jcraftarkelda hjá tær, tá ert tú sælur og gerst alsamt sterkari í trúnni. Lesió FJARÐBtJGVAN

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.