Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 5

Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 5
FJARÐBÚGVIN SÍÐA 5 SÓGU- BROT í bygd, bd og haga - í til- veruni allari - var so mangt, tú skuldi sketta um og hava virðing fyri. Mangar vóru frásagnirnar, ið gingu aftur og aftur í pilta- árunum um ldgnar hendingar, fólki hevði verið fyri burtur í óbygdum, um menn, ið høvdu sætt yndislig^ tdlandi sprund kemba sítt har úti á onkrum hamarspjalla um ^børn, ið høvdu gist nátt hjá teimum fornesku o.s.fr. Tær flestu søgurnáíý snúðu seg kortini um huldufólk, og hesar frásagnir bitu seg fast- ari enn mangar í minnið og hugaheim okkara. __ I so máta er nú viðvent í holuni her á landi. TÍðin hev- ur fingið annað skap, og livs- formurin er fulkomiliga vorð- in broyttur. Undir teirri miklu broyt- ing, samfelagi okkara hevur verið fyri hesi seinastu tjúgu árini - tekniskt og á annan hátt - , er so mangt fariðmed alla. __ Tann gamli kvøldsetudam- urin, sum andi í køkunum fyri bert fáum árum síðan undir petroleumslampunum, fekk mønustingin, tá tað frálíka ravmagnið ein snøggan dag kom í staðin. Tann duldi, ónáttúrligi heimurin uttan durastólparnar hopaði beinan vegin undan, og 1 dag gevur neyvan nakar hes- um umheimi ans. Um tú hevði hildið teg til at greint sonevndum fram- komnum fólki frá onkrarifrá- søgn, tú soleiðis hoyrdi sum barn, so hevði tað allarhelst verið sligið upp í glens sum slutur og yvirtrúgv. Víst var mangt yvirtrugv, men kortini er tað so mangt, sum evarska lítli heili okk- ara ikki skilir, og hin vegin aldri evnar at greina vertin av. Eg hugsi, at hann er á bein- ari leið í áskoðaninium ymis- løgin fyribrigdi, ið ásannar, at mangt er millum himin og jørð, ið vit einki vita um og skilja av. Ibygdur steinur í søgnunum kemur tú rætti- liga ofta fram á frásagnir, ið røða um støð ella steinar, ið vóru íbygd. Tann, ið vágaði sær at beina fyri ella skjóta tílðcar steinar, hann mátti vera vísur^ í - segðist -, at vanlukka rámti. Mangir tílíkir steinar stan- da víoa hvar'úti um landið, púrasta órørdir, ti pátrúgvin hevði djúpar røtur, og seta eydnuna 1 veð, hvørki vil ella vildi nakar. Ein tílðcur íbygdur^steinur segðist standa uppi í Gjónni har norðuri við GÍogv. Um hvussu tað gekst, tá ið hesin steinur var skotin og eft- irsíðan, hevur ein gamal gjá- armaður, Kristian á Rætt, ið nú nærkast teimum níti ár- unum, meira enn eina ferð greitt mær frá. Heimildarmaðurin segði nøkulunda soleiðis: Hans Pauli Debes^ skuldi byggja upp í húsini á Skipi- num (húsanavn). Ein íbygdur steinur lá tá har, rættiliga meinur fyri inngongdini. Neyðugt var at skjóta steinin, men hetta var illa umtókt yv- irhøvur. Meg minnist væl tann dagin, steinurin skuldi skjótast. Tað man hava verið umi 1890. Vit smádreingirnir vórðu beindir burtur frá, so at einki skuldi berast okkum á. Vit hildu tí niðan um Gjón- na, og vóru staddir undir ©ÍLDI YTTO NUM P.mihtfs . 7061-7278 Byrginum - úti við Skákið, ta ið skotið gekk av. Tað var eitt ræðuligt skot, segði Kristian. Og hann til- skilaði: "Pólsbátur" varkom- in^ inn í Gjáarkjaftin av út- róðri. Best sum teir róðu, kom ein steinur niður millum árarnar. (Fjarleikinman ligg- ja um einar 400 m). F.in annar fór niður ígjøgn- um takiðágomluSámalsstovu, og steðgaoi hann ikki, fyrr enn niðri í kjallaranum. Hevði frásøgan steðgaðher, so kundist yæl ein ella onnur náttúrlig frágreiðing allar- helst funnist. Men nústani kemur tað gátuføra ella tað ónáttúrliga, sum mannavitið valla ræour at gita. Tá sól var til viða runnin har norðuri, og náttin var av, varnaðust fólk eitt marghátt- ligt ljóð alla staðni, tey vóru. Ljóðið var eina mest átøkt fuglaláti - "nakað, sum tá ið ein dunnuungu letur", plagdi Kristian at siga, minnist meg rætt. Eina ferð fór Pætur i Sám- alsstovu til Funnings, ogfylg- di lióðið honum allan vegin - lííca til kirkjan kom unđan. (Við Gjógv var eingin kirkja um tað mundið). Henda løgna ljóðvera vará- haldandi at hoyra_ um_l. eitt ár. Smátt um smátt fór fólk at troyttast, og umsfðir tos- aðu tey við Evensen, próst. Tá batti. Ljóðiðmátti dvíha, óg aftur valdaði sæl kvirra, har fóturin válaði. LJÓS BÍLEGGIÐ LJÓS í GÓÐARI TÍÐ P/F POULHANSEN, HEILSÓLA

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.