Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Síða 8
V
HÓSDAGUR.,2. DES. 1971
SIt)A 8
»GIVDIGTID«,
maðurin af tur í
hernað
Fyribils hevur hann sett 15.000 skiltir upp, líka
frá Poiarringinum og suður til Norðurafrika.
Sangarin Chr. Krogh frá
Holte í Danmark striðist kan-
ska meira fyri størriferðslu-
tryggleika enn nakar annar.
Hann hevur júst byrjað eina
fýágja herferð við sínum
hjcírtum, sum hann nevnir
"Steðgið deyðanum 1 ferðini".
Herferðin byrjaði 1 Jyllandi
og á Fyn, og 1 fyrstu attøgu
setir hann eini 300 skilti upp
á øllum teim mest hættisligu
vegamótum. Hetta er bert ein
byrjan, tað er ætlan Chr.
Kroghs, at øll vandamikil
gdtuhorn 1 Danmark skuluhava
"Steðgi deyðanum 1 ferðini"
skilti uppsligin.
Chr. Krogh nýtir saman við
konu sini, rithdvundinum Aase
Gjødsbøl Krogh, alla fritíð
sina til hjartaskiltini. Hetta
arbeiði teirra hevur nú vart
eini 8 ár. Tey tekna sjálvi
hjørtuni, skera tey út, málaog
seta tekst á tey.
Hjartaherferðin gongur ikki
bert í Danmark. HjuniniKrogh
hava sett skilti upp líka frá
Polarringinum og til Norður-
afrika. Fyribils hava tey sett
15.000 skiltir upp, ogsamlaðu
útreiðslur teirra til hetta er
umleið 150.000 kr., sum tey
hava goldið úr egnum lumma.
"Tað, at heingja ikki-auto-
riserað skilti upp, er ikki
loyvt, men løgreglan letist í
hesum føri, sum um hon als
einki hevur sæð. Ein av leið-
arunum innan donsku rikis-
løgregluna, J. Vestering Jens-
en, sigur: "Hjartaherferðiner
so útbreidd, at løgreglan ikki
fer at blanda seg upp í tað, og
eg haldi heldur ikki, at lokalu
politistøðirnar hava slíkt í
hyggju. Henda hugsanin er alt
ov menniskjanslig til, at vit
vilja gera nakað við tað".
Chr. Kroghi heingir altið
skilti síni upp um náttina, hann
vil ikki, meoan hann gongur
við stiga og hamara, skapa
størri ferðsluruðuleika enn
neyðugt. Hann fekk hetta hug-
skotið við hjørtunum fyri 8
árum síðani, tá hann var vitni
til eina ferðsluvanlukku. Ein
smádrongur varð yvirkoyrdur
av einum vøruvogni. Hann fór
á sjúkrahúsið vio smádrong-
inum, og her sá hann eini 2-3
offur fyri ferðsluni ogferðini.
Um somu tíð hevði kona
hansara skrivaðeina lftlayrk-
ing, sum hon kallaði "Giv dig
tid". Tey fingu tá tað hugskot,
at hesin tekstur skuldi nýtast
í einum hjarta, sum tey skuldu
seta upp við vegamótini.
Tað er mestsum ógjørligt
at fáa fatur á Chr.^Krogh, hann
er næstan altíð úti og setur
hjørtur upp, menkonahansara
Aase, segoi nú ein daginonkur^
tosaði við hana: "Hetta er jú
eitt sjálvvalt arbeiði, men vit
eru lukkulig, tá onkur ringir
ella skrivar og sigur, at hann
ella hon hevur bjargaðlivinum
tí tey í seinastu løtu sóu eitt
av skiltum okkara. Vit hava
hjartaskiltir við fleiri ymls-
kum tekstum so sum Promille
koster liv og Det gælder et
barn".
Familjan Krogh hevur ofta
vitjan av útlendskum fjarsýni^
og tey eru interviewað bæði í
japanskum, amerikanskum og
enskum fjarsýni.
Chr. Kr jgh sohir eitfc av skiltum sínum upp.
DES-
EMBER
1891
Fyri snøggum áttati árum síð-
an stóð hesin stubbin: "Sissal
er vána fylgisneyt" í "Før-
ingatiðindi”:
Eina ferð í summar vóru
tveir eystringar S. og C. her
i Havn. Sjálvsagt høvdu teir
smávegis ørindir, ogeftirsum
teir báðir eru vanir at vera
ringir av tosta, helst tá^ ið
teir eru á ferð, bleivtaðdrúg-
ført at skipa inn o§ "Sissal"
høvdu teir við í batinum, tó
at teir sjálvir vóru meira enn
hálvsettir.
Mor^unin eftir fór einmað-
ur N. ur N. við tveimum hálv-
vaksnum dreingjum tilútróðr-
ar. Úti norðanfyri Eystnes sóu
teir ein bát liggja og gnella
ímóti landi. Teir løgdu at og
kendu S. og C., sum ikkikundu
fáast til at vakna, hvat ið so
varð^ gjørt við teir. N. róði
tá bátin inn á Æðuvík og fekk
torvfólk, sum har vartilsteð-
ar, til at dragsa teir deyð-
druknu menninar upp á hell-
una.. Hvussu skjótt ella seint,
teir vaknaðu, veit einginfráat
siga, men ivaleyst mundujteir
vera bilsnir atfinna seg sjálv-
ar liggjanđi sum rekastokkar
við strondina.
FØROYSKT VITA
VITA margarine og VITA plantu-
margarine fáa tygum í øllum mat-
vøruhandlum.
A/S Torshavns Mælkeforsyning
& Margarinefabrik
SÓKNARSTÝRIS-
LISTARNIR
Listarnir yvir persónliga vanlukkutrygging-
arskyldugar persónar liggja frammi til al-
ment eftirlit hjá sóknarstýrunum í døgunum
frá 1. til 15. desember í ár.
Tryggingarskyldu hava bert teir, ió vinna
í minsta lagi fimtingin av ársinntøkuni á
sjónum.
Best er at kanna eftir, um navn tygara
er á listanum, um so er, at tygum hava per-
sónliga tryggingarskyldu.
Listarnir eru hareftir avgerandi hvat vió-
víkur rætt til endurgjald, um vanlukkutil-
buróur berst á komandi ár.
Heimafólk við ongari sjóvinnu (minni enn
fimtingin av ársinntøkuni á sjónum) kunnu
tekna persónliga vanlukkutrygging vió at
venda sær til tryggingina.
Føroya Vanlukkutrygging s/f.
Tif. 11466 - Tórshavn
Lesið Fjarðbúgvan
FÓROYA
SPARIKASSI
Við sfnum 16 deildum runt landið er spari-
kassin nú førur fyri át veita fólki mangan
betri servise enn áóur.
r ' /
Um tygum ynskja, at vit tygara vegna skulu
gjalda t.d. skatt eina feró um mánaðin, far-
ið so bert í sparikassan. Hetta og annað slíkt
góra vit uttan at taó kostar tygum nakað.
Hava tygum pening til avlops, farið tá í spari-
kassan vió hesum peningi, tí hjá okkum inni-
stendur hesin tryggur, tygum uppnáa hægstu
rentu m.a. av tí at vit framvegis tilskrivað
rentu tvær ferðir árliga (hetta hava vit altíð
gjørt).
Tann, sum eigur pening f sparikassanum, hev-
ur harvið fyrimun vióvíkjandi lánimøguleik-
um. Hann ella hon kann tá fáa bfligu lánini vió
teirri longu frádráttartíðini.
Setið tygum eins og mong onnur hýruna og løn-
ina inn í sparikassan, fólksins peningastovn,
sum harvið eisini er tygara peningastovnur.
Vió heilsu
FØROYA SPARIKASSI