Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 9

Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 9
'JARÐBÚGVIN SIÐA 9 Framhald frá bls. 1 idet Vaabenhus 1 1/2 Alen angt og lige bredt med Kir- :en. ----Dens aarlige Ind- comst er i de bedste Aarin- ier II Gylden 10 Skind. Or- Jinær vis Udgift 8 Gylden 8 skind, som anvendes ligesom il de andre. - Har tilgode 5 Gylden 2 Skind.---- (Ta ið hon í 1871 bleiv rivin niður, hevði hon torn og tlokku). Henda kirkja bleiv nýtt til 1871, tá ið núverandi kirkja, tann fjórða, varð bygd, næi /ið hina gomlu. Honbleivbygd av gróti og brædd uttan, og aevði tá flagtak. Laurus 01- sen, ættaður úr Fuglafirði, men giftur og búsitandi vest- uri í Sørvági, var formaður fyri laðingini. Ein dagin, amtmaðurin var f Vágum, sá hann Laurus standa og laða ein garð, sum tók seg væl út. Hann spurdi Laurus, um hann vildi fara til Fuglafjarðar at standafyri byggingini av ti nýggju kirkj- uni. Hann játtaði ikki at byrja við, men segði seg kortini vilja laða kirkjuna. Tá ið hann kom, dámdi honum ikki lendið, harkirkjan skuldi standa. Hetta bleiv so broytt, og kom hon tessvegna at standa har, hon nústendur, av tí at lendið har var betri og lítið at grava út. Maðurin, sum hevði latið fyrra grundstykkið, dámdi hetta lftið og bleiv firtin. Søl- firðingar gjørdu timbur- arbeiðið. Nógvir av lutunum úr gomlu kirkjuni blivu fluttir yvir í ta nyggju. Tann sunnu- dagin, farið varð í ta nýggju tfkirkjuna, vóru fleiri prestar til staðar, og teir gingu í skrúðgongu úr tígomlu f ta nýggju kirkjuna, og hvør teirra bar sfn lut. Ein av teimum hjástøddu bað um at sleppa at bera onkran lutin, men hon- um varð svarað, at bert prest- ar høvdu loyvi at bera vfgd- ar lutir. Veggirnir innan blivu kálkaoir, men kirkjan bleiv ikki málað innan fyrr enn f 1913. Tað var presturin Joen- sen, sum skipaði fyri hesum. Veggirnir, loftiðogkóriðblivu dekorerað og skriftstøð málað ymsastaðni. f kórinum stóð vinstrumegin: Jesus kom til Verden til at gøre Syndere salige. Høgrumegin stoð-.Jesu Blod renser fra al Synd. Ov- ast f kórinum stóð: Det er fuldbragt. Tá hevði kirkjan tróður. Hon bleiv vaksin f 1945. NÚ fekk hon annað snið, hválv bleiv bygt og tornið, sum fyrr hevði staðið á sjálvari kirkj- uni, varð nú bygt afturat kirkj- uni. Spír stendur á torninum við árstalinum 1871. Kirkjan varð nú málað av nýggjum, og dekoratiónirnar og skriftstøðini blivu fjald. Altartalvuna hevur Kristin f Geil málað. Hon er ^kopi eftir Plockhorst: Jesus f Be- tania, og undir stendur: Men eitt er neyðugt. Fyrr stóð tað á donskurm v Prædikustólurin er konu- fólkamegin, og var fyrr eis- ini dekoreraður, og á honum stóð: Salige ere de som høre Guds Ord og bevare det, men fyri stuttum blivuhann, doypi- funturin og rammin um alt- artalvuna klødd við teakviði. Á prædikustólinum stóð eis- ini fyrr I S H málað í ein- ari mynd ( I S H = Iesus Sal- vatore Homo = Jesus menn- i-skja frelsari). r,- Altardúkarnir hava verið fleiri. Karl Kristiansen gav ein fyri stuttum. Fyrr sótu deknur ogklokk- ari saman í einum innigjrdum stóli, men nú sita teir í strá- stólum. Inni f kór, høgru megin altartalvuna, hon^ur einvøkur mynd av Jesusi a krossinum. Henda kross fekk Andrass Sa- muelsen frá fuglfirðingum, tá ið hann fylti 75 ár, oghann av- gjørdi, at krossurin eftir deyða sín skuldiheingjast ant- in f Fuglafjarðar ella Víkar kirkju. Margretha Samuelsen, dóttir hansara, avgjørdi so, a: hann skuldi heingjasti f Fuglafjarðar kirkju. Oman fyri dekn og klokk- ara hongur ein kristusmynd, sum Elin Soffa Aastrand hev- ur givið, og aftanfyri stend- ur: Werner Ehlert, Hannover. Kirkjan vendir eystur- vestur. f skipinum eru 6 vindeygu, og øll a suðursfðuni. Tao eru 18 stólar hvørju- megin, og 7 fólk kunnu sita f hvørjum stóli. Fyrr stóðu ljósastakar f hvørjum stóli, men teir vórðu burturtiknir, tá ið ljós bleiv innlagt f 1949v ----- Nú hanga 5 ljósakrúnur uppi undir loftinum, haravein f forkirkjunL Tær vóru nýtt- ar við kertuljósum áðrenn el-ljós varð innlagt. El-hiti kom f kirkjuna fyri nøkrum árum síðani. Doypifatið manverakomið ur tí gomlu kirkjuni, tí undir botninum á tf stendur árstalið 1735. Tann sjeyarmaða ljósastak- an á altarinum hevur Bina Midjord, Bina hiá Peri, givið f olmussu. "Norðlýsið", sum maður hennara varvið,fór eitt heystið til Onglands við fiski. Ta ið teir høvdu verið um trfggjar vikur burtur, høvdu menn mist allar vónir um at síggja teir aftur. Bina lov- aði tá kirkjuni henda staka, um teir komu aftur f aftur, og tað gjørdu teir f øllum góðum. Nytt o^ prýðiligt orgul fekk kirkjan í 1962. Tað kostaði 50.000 kr. Tað er kendi orgul- byggjarin Hemmersam, sum hevur^ gjørt tað. Tað gamla kom úr Lem vig og varð latið til Skála kirkju 1962. Á tf nýggja stendur: Soli Deo Glo- ria. Tvær klokkur eru íkirkjuni. Tann minna er úr tí gomlu kirkjuni; hon ber árstalið 1858. Hin er stór, og er frá 1946, og vigar 635 kg, og var størsta kirkjuklokka í Føroy- um. Hon hevði ein ógvuligan vakran klang, sum hontó skjótt misti. Tá ið danski kongurin, Kristian 10, doyði, varð ringt so nógv, at hon toldi tað ikki, og hildið verður, at riva man vera komin áhana. Honergiv- in av sóknarfólkinum í Fugla- firði og á Hellunum. Á henni stendur: Jysk Jernstøberi f Brønderslev stoypti meg til kirkjuna í Fuglafirði f Føroy- um 1946. Komið higar tilmin, Matt 11,28. - - - Vanligar sunnudagar verður ringt kl. 9, 10.30 og 12. Nú verðurfar- ið í kirkju kl. 11 um summ- arið. Ikki fyrr enn alt mannfólkið var útfarið, fór konufólkið út. Fyrr sat mannfólkið høgru- megin, og konufólkið vinstru- megin. Nú verður gingið út á tann hátt, at táiðfólkiðerfar- ið út úr nøkrum bonkum høgru- megin, byrjar fólkið at ganga út vinstrumegin, men altiðein bonkur f senn hvørjumegin. Kingo mundi vera avlagdur um ár 1900. Til eina gravar- ferð f 1915 bleiv Kingo sung- in, men tá var hann avlagdur til vanliga kirkjugongd. f gamla kirkjugarði stórðu tveir steinar við merkjum f, sum hildnir vóru at vera rún- arsteinar. Annar bleiv loyni- liga tikin úrgarðinum ogflutt- ur umltorð á postbátin, sum skuldi til Havnar. Men hann man vera misfarin - onkur sigur, at hann var tveittur fyri borð av misgáum - tfhann kom cngantíð vegin fram. Gomul folk siga, at teir vóru settir i ^kirkjugarðin, av tf at teir voru hildnir at kunna fyri- byrgja omanlopi. Hin sigst liggja undir alt- arinum f hesi kirkjuni. Prestur kom til Fuglafjarð- ar f 1930. Hann var úr Jyll- landi, og æt Hvas. Síðan hava prestarnir Sand og Haremst verið búfastir f Fuglafirði. f 1956 tók Torkil^Beder við prestastarvinum f Fuglafirði, og er hann alsamt.presturher í gjaldinum. Fyrsti deknur, vitvitaum, var Hans David Hansen, lær- ari, ættaður úr Kollafirði. Eftir honum las Poul Poulsen, vanliga nevndur Pól f Toft- um ella Gamli PÓL Síðan lósu Karl Kristiansen, fyrstilær- ari, E. A% Reynberg, lærari, ættaður úr Funningi, Jóhan Øre, og Hilmar Petersen las sfðani so leingi, hann orkaði. Síðan las óla Jákup Jacobsen, lærari, ættaður avOyrabakka. f løtuni eru deknarnir trfgg- ir: óla Jáicup Jacobsen, Poul Martin Joensen og Sámal Kristiansen. Teir klokkarar, sum verið hava við hesa kirkjuna, eru Jákup Jacobsen, Jáicup hjá Mikkjali, sonur hansara, Óli á Bakkanum. og nú er sonuróla Edward Skarðsá, ið hevði 25 árs jubileum 5. aug. f fjør. Organistarnir hava verio Karl Kristiansen, E. A. Reyn- berg, og nú er Jákup Pauli Joensen. -Søgn- Ein søgn, sum sigst at vera farin fram um ár 1800, tá ið Leirvík og Fuglafjørður vóru sama kirkjusókn. Ungur maðurfLeirvikskul- di giftast. Um sama mundið var eitt loynikeypsskip komið at liggja a firðinum., og fyri at faa sær vøkur brúðarklæð- ir, fór hann umborð á skip- ið. Jú, hahn skuldi fáa klæo- ir, tað var gaman "Men", segði skiparin, "tú mást vas- ka klæðini væl f sjógvi, áðr- enn tú fert í tey, gloym tað ikki." Men hesin góði maður helt, at hesi klæði vóru so óge- meina vøkur, at tað var synd at vaska tey, og so kundu tey eisini farast av sjónum. So statt vaskaði hann tey ikki, og fór f tey brúdleyps- dagin. Tað skuldi hann ikki havt gjørt, og stútta tíð eft- ir hetta fór landfarsótt at ga.iga f Leirvðc og fbygdunum har á leið. Eisini kom land- farsóttin til Fuglafjarðar, og nógv fólk doyðu. Líkini úr Lei rvík vóru førd til Fugla- fjarðar, oggrivinhar. Vanligt hevði verið, at gravirnar vóru óponaðar í 20 ár, og síðun aft- ur at vera brúktar. Men nú, av ótta fyri smittu, vóru grav- irnar ikki brúktar aftur. Um ár 1800 dettur tannsið- ur burtur f Fuglafirði atbrúka ^ravir, sum eru eldri enn 20 ar. Skamt ftm kirkjugarðinum rennur ein á. Karl Kristian sigur, at teir gomlu altíð løg- du kirkjugarðar við áir. Teir vistu, at sjúkur smittaðu, men hvussu, vistu teir ikki, og hil- du, at áin mundi føra smitt- una út á sjógv. Gamlar gravir vórubrúktar aftur, av ti at tei r vildu illa lata jørð til kirkjugarðar, serliga dyrkaðan bø. Kristin R. Poulsen Jógvan Ólason Hans Olaf Joensen O 6 \ S ^ a t 1 a m ■'d T ð. i d * \ Koral Kondi er en energ,. Ijeskedrik, der er fremstil- let i samarbeide med Knud Lundberg. ■'•'unklond '®u>'bikarboi 5jK0rbinsyr bryg kor KOIMDI leholder bl a. dextrose. iummonohydrogeniosfat, calciumkarbonat, sukker, ‘t er braendstof tilhjeme og— eysturoyar heilsøla

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.