Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 3
FJARÐBÚGVIN
SÍÐA 3
Ferðsluviðurskifti og annað
Hægsti embætismaður innan
politivaldið í Føroyum er politi-
meistarin, ið sum kunnugt býr í
Tórshavn.
Samlaða politistatalið í Føroy-
um var 1. jan. 1974 32 og herav
virka 18 í Tórshavn.
Sambært upplýsing frá fólka-
yvirlitinum var fólkatalið í Før-
oyum pr. 1. jan. 1974 39.800.
Deila vit hetta talið við 32 fæst
meðaltalið av fólki pr. politist,
og er hetta tal 1250.
Eitt tílíkt meðaltal má sjálv-
andi nýtast við varsemi.
Fólkatalið í Eysturoynni var
pr. 1. jan. 1974 8.500. Politist-
arnir eru 3 í tali, so meðaltalið av
fólki pr. politist verður her 2833.
Men talið av akførum er væl
eisini ein týdningarmikil faktor-
ur, tá hugsað verður um býtið av
politistum. Talið av akførum
(knallertir ikki íroknaðar) var pr.
1. jan. 1974 í øllum landinum
5772, ella í meðal pr. politist um
180. 1 Eysturoynni var talið av
akførum 1291, ella í meðal pr.
politist 430.
Ein annar faktorur, ið átti at
havt munandi ávirkan á býtið av
politistum, eru vegalongdirnar í
oyggjunum. Men tær tykjast als
onga ávirkan at hava havt á
hetta býtið, tí tær eru nevniliga
hesar:
km
Eysturoy 126,3
Streymoy 105,6
Vágoy 22,3
Norðoyar 25,5
Suðuroy 68,3
Sandoy 31,7
Ein ella onnur orsøk má vera
fyri núverandi býtinum, men
hon er ikki eyðfunnin, og áhuga-
vert hevði tí verið at fingið
I hesi grein loyvir blaðið sær at prenta nakrar ávísar veruleikar um ferðslu o. a.r
og eisini seta fram nakrar hugleiðingar um hettar.
Norðoyar
Vágoy
Sandoy
Suðuroy
íalt fyri Føroyar 77,31% av
try gginargj aldinum.
Procentbýtið viðv. bilskaðum
(skaðabót av tryggingargjaldi)
Knallert Arbeiðs- Privat- Taxa- Vøru- Vøru- Last- Last-
maskinur vognar vognar vogpar vognar *) vognar vognar *)
: 23,13% 10,98% 84% 46,97% 16,59% Yvir 100% 0% 40,82%
!.: 47,66% 17,64% Yvir 100% 27,11% 14,33% 47,20% 14,28% 93,86
4 : 0% 0% Yvir 100% 0% 0% 0% 0% 0%
Sí: 24,38% 83,02% Yvir 100% 71,34% 0% 0% 0% 37,03%
3 : Yvir 100% 99,83% 73,85% 63,87% 41,56% Yvir 100 % Yvir 100% Yvir 100%
: 9,32% 87,36% 67,59% 34,25% 0% 0% 20,32% 71,40%
: 14,16% 0% 46,26% 57,76% 0% 0% 0% 23,67%
: 25,65% galdi 29,46% 77,18% Yvir 100% 10,07% 15,82% 3,59% 95,64%
Skjal I
greiðu á hvør rokniháttur, ið her
er nýttur.
Blaðið hevur vent sær til
Tryggingarsambandið Føroyar
fyri at fáa eitt yvirlit yvir bil-
skaðar í Eysturoynni og annars í
Føroyum sum heild. Yvirlitið er
fyri tíðarskeiði 1/1 — 1973 til
31/12-1973. Sí skjal nr. 1.
Her skal bert viðmerkjast, at
eru tølini yvir 100%, er meira
goldið út i skaðabótum, enn
goldið er inn í tryggingargjaldi:
Stabbadiagrammið vísir proc-
ent-býtið hjá privat- og taxa-
vognum hjá teim ymsu økju-
num.
Um vit nú rokna Eysturoynna Undir 18 ár .................2
sum eitt øki og Streymoynna 18 ár .................... 19
sum eitt, so liggja privatvognar- 19 ár ......................6
nir í Eysturoynni klárt á odda, 20 ár ......................5
tá talan er um útgjalding av 21 ár ......................5
skaðabótum, meðan taxavogn- 22 ár ......................5
arnir liggja væl lægst. 23 —30 ár ................ 13
Her er vert at hava í huga, at 31—40 ár .................. 17
aldursmarkið fyri taxakoyring er 41—50ár .... 14
22 ár, meðan tað fyri privatkoyr- 51 —60ár ...................3
ing er 18 ár.
Frá Runavíkar politistøð -------------------
fingu vit 20/8—74 hesar upplýs-
ingar: Fyri árið 1973 vórðu meldað 141
ferðsluóhapp við tilsamans 248
pørtum.
20.08.74 18 ára aldursbólkurin er eisini
Inntil í dag eru meldað 52 ferð- tíðiliga fremstur her.
sluóhapp. Tað skal viðmerkjast, at hetta
Uppií her hava verið 89 part- eru skaðar, ið eru meldaðirhertil
ar- — talið hjá Tryggingarsam-
bandinum kann vera øðrvísi við
Teir 89 partarnir eru í aldurs- tað, at onkur meldar beinleiðis
bólkunum: til Tryggingarsambandið — og
onkur meldar bert til politiið og
ikki til Tryggingarsambandið.
Ohappini í ár eru hend í tíðar-
skeiðinum:
Kl. 08-12 - 9
kl. 12-18 = 20
kl. 18-00 = 15
kl. 00-08 = 8
Pr. mánað sær soleiðis út:
Jan. 7 — febr. 8 — mars 7 -
apríl 10 — maj 4 — juni 5 — juli
7 — aug. 4.
Her er vert at geva gætur at
aldursbólkurin frá undir 18 ár til
og við 22 ár umboðar 47% av
pørtunum.
Tað er lítið at ivast í, at
høvuðsorsøkin til teir mongu bil-
skaðarnar her í oynni (og aðra-
staðni við) er, at ov hart verður
koyrt. Eingin kann heldur
krevja, at 3 politistar kunnu
hava eftirlit við ferðsluni sam-
bært galdandi lóg.
Fólk læra at koyra við hægst
30 km ferð — standa koyri-
roynd, og tey flestu byrja tá
beinanvegin at koyra við alt ov
nógvari ferð. Tey kenna ikki
vansarnar og vita ikki hvat skal
gerast, tá vandi knappliga er á
ferð.
Hvat kann gerast?
Ráðini eru óivað mong, men
Eysturoyggin má í øllum førum
fáa fleiri politistar til at hava
eftirlit við ferðsluni.
Kanska er tað ikki ov lætt at
standa koyriroynd í dag, men
sum er, skal alt ov nógv til
áðrenn koyrikortið verður inn-
afturdrigið. Koyrikortið er tað
»eyma punktið« hjá teim flestu,
og tí hevur ein bót ella tílik
revsing ikki tað ætlaðu ávirkan
longur.
Um ein t.d. innanfyri tað
fyrsta hálva árið aftaná at hava
fingið koyrikort gjørdi grovligt
brotá ferðslulógina (her meinast
ikki við rúsdrekka) átti viðkom-
andi at mist koyrikortið í minst
1/2 ár. Síðani skuldi nýggj
roynd verið kravd. Um tað sama
endurtók seg innan 1/2 til 1 ár,
so átti koyrikortið at verið mist
aftur í minst 1 ár og so aftur
nýggj koyriroynd o.s.fr.
Kanska hevði eitt tílíkt tiltak
bøtt nakað um støðuna.
Ferðslumentanin man neyvan
vera høg í Føroyum, tí ikki so
sjáldan varnast tú bilistar, ið
bera seg soleiðis at, sum teir eiga
einkarrætt til allan vegin. Tað er
nú einaferð ikki so lætt at venja
vaksin fólk, og bilarnir komu
eisini so bráddliga inn á okkum,
at ferðslumentanin náddi ikki at
fylgja við. Ein gongd leið fyri at
bøta um ferðslumentanina er
tann, at fólkaskúlin fer undir at
kenna børnunum í ferðslulæru.
Nøkur foreldur tykjast eisini
at vera alt ov líkasæl. Tað er tí-
verri ikki óvanligt, at foreldur
keypa — ella í hvussu so er góð-
taka, at 14—15 ára gomul bøm
keypa og koyra knallert, hóast
tey vita, at aldursmarkið fyri at
koyra tílíkt akfar er 16 ár.
Fyri ein part av ungdóminum
er bilurin fast tilhaldsstað alt
kvøldið og langt út á náttina, ti
møguleikarnir at finna saman á
ein meira frían og náturligan
hátt em ikki allastaðni so góðir.
í hvørjum tiltaki — bæði frá
almennari og privatari síðu — ið
stuðlar ungdómsarbeiðið av
ymiskum slagi — er mikil bati.
Koma ikki ov nóvir bilar til
landið sum nú er? Her er lætt at
fremja tiltøk — bert at hækka
útgjaldingina.
Løgtingið samtykti fyri stutt-
um, at hægsta loyvda ferð í
bygdum øki er 30 km og uttan-
fyri 70 km. Man løgtingið vera
nøgt við umsitingina av hesi lóg
og man tað enn vera nøgt við av-
gerðina?
Ráfiskaprísir
Ráfiskanevndin, sum sett er eftir løgtingslóg nr.
21 frá 8. mai 1969, hevur á fundi 19. aug. 1974 ásett
hesar minstuprísir fyri fyrstafloks blóðgaðan ráfisk
kruvdur við høvdi frá vekt.
Toskur yvir 70 cm kr. 3,40 pr. kg
— 44—70 cm kr. 2,48 „ „
— 34—44 cm Jkr. 1,00 „ „
Hýsa yvir 40 cm kr. 2,05 „ „
Longa kr. 2,12 „ „
Blálonga ongan pnis
Brosma yvir 52 cm kr. 1,50 „ „
Skøta kr. 1,22 „ „
Kongafiskur ongan prís
Upsi yvir 44 cm kr. 1,25 „ „
Hvitingur yvir 31 cm kr. 1,14 „ „
Havtaska yvir 3 kg kr. 1,46 „ „
Kalvi yvir 4 kg kr. 6,21 „ „
Tunga yvir 300 gr. kr. 2,30 ,, „
Reyðsprøka yvir 300 gr. kr. 2,13 „ „
Skrubba yvir 400 gr. ongan prís
Steinbítur kr. 1,20 „ „
Hesir prísir eru galdandi frá og við 20. aug. 1974,
sum omanfyri tilskilað á hesum plássum:
Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Lorvik, Fugla-
firði, Eiði, Gøtu, Skálatírði, Nólsoy, Tórshavn, Vest-
manna, Miðvági, Sørvági, Tvøroyri og Vági.
Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her,
verður prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu
plássum við frádrátti av flutningskostnaði til og frá
avskipingarhavn.
Tórshavn, 20. august 1974.
Prísásetingarnevndin á ráfiski