Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Blaðsíða 12
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 1974.
SfÐA 12
7 dagar í august
Og knappliga var alt ay. Hin 61 ára gamli
Richard M. Nixon sat fyri seinastu ferð sum
forseti framman fyri sjónvarpstólinum. Hesa
ferð var tað fyri at siga seg frá sum forseti.
Nixon mátti sum fyrsti forseti í amerikanskari
søgu siga seg frá. Samstundis gav hann for-
setastarvið til varaforsetan, Gerald Ford.
Áðrenn hann gav frá sær,
hevði Nixon havt høvuðsleiklut í
einum veldigum politiskum
drama — 7 dagar í august — har
hann fyrst noyddist at við-
ganga, at hann átti lut í Water-
gate-brotsverkinum og at enda
fara úr forsetastólinum og með
alla hvørva úr amerikanskum
politikki. Politiska mønubrestin
fekk hann frá næstu politisku
meðarbeiðarunum sínum í repu-
blikanska flokkinum.
Yvirgongdin frá Nixon til
Ford loysti USA úr óivað
størstu stjórnarkreppu landsins. .
Ford tók m.a. soleiðis til í
vigslurøðu síni: »Tann ræðuliga
Watergate-m£uran er endaliga
av!«
Nýggi forsetin, Gerald Ford,
hevur ikki sjálvur nakran stóran
leiklut í øllum hesum politisku
stórhendingunum, og hann
hevði ikki góðar stundir til at
fyrireika seg til forsetastarvið —
hann sat jú stutt sum varðafor-
seti — men mátti næstan
»leýpa í tað«, sum tikið verður
til.
Fyrsta uppgáva hansara var
at skipa nýggja stjóm, og her
helt hann í flestum førum fram,
sum fyri var slóðað; hann lat
meginpartin av Nixonstjómar-
limunum við Kissinger á odda
verða sitandi í starvinum, sam-
stundis sum hann boðaði frá, at
hann fór at halda somu uttan-
lendispolitiska kós sum Nixon.
Men nýggja politiska snið
hansara var annars sum ein
frískur várvindur, ið sópaði alt
Nixonkent út úr Hvítu húsu-
num. Broytingin var sjónsk, tá
38. forseti landsins boðaði frá, at
hann fór at halda fast við við-
fødda frælsa og ærliga lyndi sítt
— bæði alment og privat. Hesi
orðini gjørdu enda á einum heilt
øðram stjómarlag, har loyni-
dómar og lygn høvdu sitið høgt í
sessi. Tí var tað ikki sørt beiskt
fyri Nixon, at hansara næstu
menn og vinir noyddu hann at
fara frá og út gjøgnum tær
politisku bakdymar fyri — um
gjørligt — at sleppa undan rikis-
rættarsøk.
Nýggi forsetin í gamla stóli Nixons
Hvat segði so fólkið? Eitt
amerikanskt vikublað, News-
week, gjørdi eina gallupkanning,
sum vísti, at 65% móti 22% av
teimum spurdu hildu, at Nixon
átti at leggja frá sær. Og har var
ein kravgonga uttan fyri Hvítu
húsini, har millum annað var
rópt; »í fongsul við forseta-
num!«
Men tað vóru fremstu menn
Nixons, Alexander Haig og
James St. Clair, sum áttu
høvuðsleiklutin í at fáa Nixon til
at leggja frá sær. Teir høvdu
hildið fast við Nixon líka til nú,
men høvdu stutt framman
undan funnið út av, at Nixon
heilt frá byrjan av hevði vitað
um Watergate-málið. Teir tving-
aðu nú forsetan til at kunngera,
at hann visti nakað meir um
Watergate-málið, enn hann
framman undan hevði sagt.
Vinmenn Nixons — Goldwater í miðjuni — lurta eftir fráfar-
ingarrøðuni
Tá Nixon hevði viðgingið
hetta, fór skriðan av álvara at
leypa, og tað gingu einans 72
tímar, áðrenn hann gav frá sær.
Vinir hansara fullu so við og við
frá, teir seinastu vóra Haig, St.
Clair, Kissinger og at enda
Ronald Ziegler.
At enda var tað bert familja
hansara — og serliga dótturin
Julia — sum vildi hava hann at
halda fram við at stríðast, men
endaliga, tá hann hevði verið
einsamallur í dagavís, gavst
hann.
Ein tíma áðrenn hann í .fjar-
sýninum upplýsti, at hann fór at
leggja frá sær, hevði Nixon ein
grípandi fund við 46 innbodnar
vinir úr Kongressini. Nixon var
nú so langt niðurandirkomin, at
hann var um at falla saman.
Hann byrjaði við at boða frá, at
hetta fór at verða hansara síðsti
fundur í Hvítu húsunum — og
so flenti hann ein harðan og nær-
mast fjákutan látur.
Síðani byrjaði Nixon at halda
eina langa einarøðu, hann tosaði
um gamlar dagar, eitt nú tá
hann gekk á Whittier College,
har hann hevði spælt fótbólt og
annað mangt. Áv og á undir
einarøðuni kom hesin løgni og
óhugnaligi láturin. At enda
takkaði hann øllum teim 46 fyri
tann stuðul, teir høvdu veitt
honum, eitt nú í Vietnam-poli-
tikki hansara.
Um eina løtu reistist Nixon og
byrjaði at ganga út úr rúminum,
meðan hann græt spakuliga og
veittraði ósikkur, so snávaði
hann á og datt; fleiri lupu til og
fingu hann aftur á føtur. Men
eina løtu seinri — og hetta vísir
hansara stóra sálarstyrki —
segði tann fráfarandi forsetin av-
gjørdur og við megi í málinum
frá, at hann fór.
JAVfy7
Úwdsfetaqið
evnaveiJcum., at. bata
Landsstevnan
31. aug. — 1. sept.
Nevnd felagsins bjóðar limum
og annars øllum, ið hava áhuga
fyri tí arbeiði, Javni ger, til
landsstevnuna í Havn.
Eins og árini frammanundan
hevur nevndin lagt stevnuna um
vikuskiftið, so fólk kann koma
ymsastaðni frá uttan at lissa ov
nógv arbeiði.
Allir fundimir og festin við
verða í høllini á Statshospital-
inum, og sær skráin soleiðis út í
ár:
Leygardagin 31. august
kl. 15.00 Jákup Lindenskov,
landsstýrismaður, set-
ur stevnuna.
kl. 15.30 Eyðun Joensen, cand.
psyk., heldur fyrilestur
yvir evnið: Andsmenn-
ing bamsins og sálar-
ligu-uppalingarligu
umstøður tess.
Aftaná verður frítt
orðaskifti.
kl. 18.00—19.00 steðgur.
kl. 19.00 Óluva Skaale, lærari á
specialskúlanum, sigur
frá vitjan á Ebberød-
gárd.
kl. 19.30 nátturði, og síðan
spælir danska Harmon-
Nakað seinri fór Richard Mil-
hous Nixon umborð á Air Force
One, forsetaflogfarið, sum fleyg
hann — fyri seinastu ferð — til
Califomiu.
Hansara 2027 dagar sum for-
seti í teimum Hvítu húsunum
vóru av.
ikafamilien, tað er
mamma, pápi og 4 syn-
ir, sum øll spæla har-
moniku. Hesi hava
ferðast og spælt i hin-
um Norðanlondum og í
danska fjarsýninum og
svenska við. Nú era tey
á ferð í Føroyum, og
her sum aðrastaðni
spæla tey ókeypis fyri
gomlum, sjúkum og
brekaðum, og hetta
kvøldið spæla tey fyri
Javna.
Sunnudagin 1. september
kl. 14.30 aðalfundurin (er lýst-
ur í bløðunum).
Her fer fram val av
nevnd, grannskoðaður
roknskapur framlagd-
ur, formaðurin greiðir
frá virki felagsins í far-
na árið og ymist.
kl. 17.00 Aftaná stuttan steðg
verða vístir nakrir
stuttfilmar, sum lýsa
arbeiðið innan forsorg-
ina, t.d. hvussu arbeitt
verður á dagheimi við
heimabúgvandi, úti-
venjingar, og hvat ar-
beiðið hjá starvsfólki
innan forsorgina er.
í samband við filmir-
nar verður orðaskifti.
Síðan er at siga, at sosialráðgev-
arin, Tommy Petersen, verður
við til stevnuna og verður at
hitta báðar dagamar.
VERIÐ VÆLKOMIN!
Nevndin.
GOTT STARV
Á flakavirkinum NORÐÍS á Eiði er starvið sum bók-
haldari og skrivstovuleiðari leyst. Arbeiðið er sera
áhugavert og sjálvstøðugt.
Umsøkjarar biðjast vinarliga ringja ella skriva til
Jógvan Sundstein.
Sundstein & Ellefsen
Statsaut. revisorar
tlf. 1 4700