Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 3

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 3
Síða 3 Fastir skrivarar og fastir teigar í komandi bløðum Tíðindablaðið hevur fingið sær fastar með- arbeiðarar, bæði her heima og burturi. Nakrir av meðarbeiðarunum og teirra føstu teigar verða umtalaðir niðanfyri. Av øðrum er at nevna, at til teigin Dagsins mál á aðru síðu hava vit avtalu við nakrar menn, sum fara at gera við- merkingar til mál, sum eru frammi i dag. Millum teirra, sum fara at skriva, kunnu nevnast Árni Olafsson, Heðin Samuelsen, Zakaris Wang, Birigir Danielsen, Eyðun Johannesen, Halgir Winther Poulsen og Hans Jákup Debes. KNASSI Á aftastu síðu í blaðnum hava vit tekniseriuna Knassi, sum verður teknað av Moco. Moco er dulnevni fyri tveir danskar teknarar, Jørgen Mogensen og Cosper Comelius. Teir hava tikið tveir teir fyrstu bókstavimar í eftimøvnu- Vit hava fingið bræv- kassa, sum ætlanin er, at hava regluliga i blaðnum, væntandi annan hvønn fríggjadag. Tað verður gynækolog- urin Marner Simonsen, sum kemur at svara teimum spumingum, sum verða sendir inn. Til tað fyrsta blaðið hava vit biðið nøkur fólk sett spumingar, sum koma í næsta blað. num hjá sær og harvið fingið sær dulnevnið Moco. Henda tekniseria verður brúkt av umleið hálvt- annaðhundrað bløðum um allan heim, bæði í Europa, Asia, USA, Kanada, Suðuramerika og Austra- lia - og millum tey bløð, sum kunnu bjóða lesaru- num hesa tekniseriu, er eisini Tíðindablaðið. Smáttan hjá Tom Harriet Beecher Stowe, sum hevur skrivað bókina «Smáttan hjá Tom», vaknaði ein morgunin og var - til síina stóm undran - vorðin víðagitin fyri hesa bók. Hon hevði stóra sam- kenslu fyri teimum neyð- ars nekaratrælunum, og ein dagin avgjørdi hon at lýsa teirra syrgiligu lagnu i eini bók. Skrivipappír hevði hon onki, og hon savnaði teir pappírslepar saman, sum vóra at finna í húsinum. Á hesar lepar skrivaði hon ta bókina, sum skuldi gera navn hennara kent um allan heimin. Ein útgevari helt, at hann kundi royna at geva bókina út, men hann tordi ikki at prenta meira enn 10.000 eintøk, sum vórðu seld eftir einum mánaða. Eftir stuttari tíð vóru 300.000 eintøk prentað, og Harriet Beecher Stowe gjørdist bæði rik og kend. Cosper Comelius Skemtimynd I hvørjum blað er ætlanin at hava eina skemtitek- ning. í blaðnum mikudag verður ein tekning við uttanríkispolitiskum evni av danska skemtiteknara- num Mogens Juhl, og í friggjadagsblaðnum verð- ur tað okkara egni teknari. Óli Petersen, sum fer at taka sær av okkara heimligu viðurskiftum. Óli Petersen, sum er okkara besti skemtitekn- ari, er kendur um alt landið við tekningum sinum í norðoyastevnu- teitinum, Rukkulakka- num. Hann hevur haram- framt gjørt hóp av tekningum til onnur bløð og tíðarrit. Danski teknarin, Mog- ens Juhl, verður roknaður millum teir bestu donsku skemtiteknamar, og hann er kendur langt út um heimland sítt. Tekningar- nar hjá honum era dagliga at finna í teimum størstu bløðunum í fimtan ymsum londum, og millum tey bløðini, hann teknaði til, er New York Times. TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 NYTT UMNØVN Valevnislistin hjá fólka- flokkinum í Suðurstrey- mi er liðugur, og annar av feimum núverandi tingmonnunum, Sigfred Skaale, er ikki á. Hann tekur seg burtur úr politikki. Sigfried er føddur í Havn í 1906, og í tí almenna lívinum hevur hann serliga gjørt vart við seg í býráðnum. Hann var býráðslimur frá 1957 til seinasta val, og í mong ár var hann formaður. 1 1962 varð hann valdur á ting fyri fólkaflokkin, hóast hann bert var nr. 3 á listanum og ti hevði smáar møguleikar at verða valdur eftir ti valskipan, sum tá var galdandi. Hann var ikki tinglimur frá 1966 til 1970, men varð afturvaldur hetta árið. Andlát Sunnudagin 3. mars andaðist John Joensen i Havn, vanliga róptur John i Mykinesi. Hann var 59 ára gamal. Saman við bróðrinum, Poul, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, hevði John í mong ár handilsvirkið John og Poul Joensen. John var giftur við Áslu, ið var dóttur Poul Enok Hansen lærara. Bøm teirra era Ámi, Elsa, Laura, Poul og Súsanna Margretha. Mánadagin 4. mars andaðist Napoleon Jus- tesen á Viðareiði. Poli var 61 ára gamal, og hann var til skips so seint sum seinasta summar, men í fjørheyst gjørdist hann sjúkur, og í síðstu viku andaðist hann so á landssjúkra- húsinum. Poli var ógift- ur. Hósdagin 7. mars anda- ðist Petur Hans Kjær- bæk á Tvøroyri. Hann var føddur í 1899 og fylti 75 fyri tveimum mánað- um síðani. Kona hansara Súsanna, doyði í fjør. Friggjadagin 8. mars andaðist Jógvan Olsen, Jógvan i Ámastovu, í Kunoy. Jógvan var kongsbóndi. Hann doyði niðri á rikishospitalinum í Keypmannahavn og var 59 ára gamal. Jógvan var giftur við Fridu, sum eisini er úr Kunoy. Bøm teirra era Ámi Fróði, Sæbjøm, Elsupa Svanhild og Heri Ólavur. Leygardagin 9. mars andaðist Niels Jacob Andreasen úr Sørvági. Hann var føddur í 1909 og var 64 ára gamal, nú hann andaðist niðri í Keypmannahavn. Kona hansara, Sigrid, er úr Gásadali. Tey eiga tvær døtur, Kristina og Paula Mánadagin 11. mars andaðist Morentza Joen- sen í Havn. Hon var 83 ára gomul. Ein heilsan og tøkk til TANTU » Ella í Vátutoft í Klaksvík 85 ár fríggja- dagin Ótakksemi er tað, sum alt ov ofta eyðkennir mannaættina, og sum áratalið mennist, verður ein meir og meir varar við, hvussu nógv ein skyldar sínum með- menniskjum takk fyri bæði størri og smærri vinargerðir alt lívið ígjøgnum. Hon er ein megnar- kvinna - ikki av teim, sum rópa upp, bæði tíðliga og seint, og seta krøv til bæði hatta og hitt, - nei, ein av teim stillu í landinum, ein av teim, sum við at passa sítt dagliga yrki væl og virðiliga hvønn dag, hevur skapt ein hugna randan um seg, sum øll, ið koma á hennara leiðir, mugu ásanna og gleða seg yvir. At passa heim sítt og styðja mann sín í lívsstarvi hansara, tað var hennara gleði. Ikki tí at lív hennara bert var viðrák, nei merkt av sjúku hevði hon ofta umstøður til at falla í fátt, men soleiðis hitti tú hana aldri. Altíð tilreiðar við einum upp- muntrandi orði til tey yngra so væl sum tey eldru, aldri eitt ilt orð um nakran kundi hoyr- ast á vørram hennara. Eg sat nú ein dagin og hugsaði um bamaárini og tær minnisríku løtur har norðuri. Ta tíðina, sum Hans Andreas so vakurt yrkir um: «Nei hoyr, nei hoyr motorar- nar, ið strúka út úr vág». Hesar stillu morgnar- nar, tá bert fuglaljóðið kundi hoyrast, og tú var farin oman í køkin og royndi at fáa ein flógva í komfýrin. Tær løturnar, tá ið róp kom í úti á Kósini, skip sást í Kallsoyarfirði, og hvus- su rópini fluttu seg heim í bygdina, sohvørt skipið sást koma undan í teim ymsu býlingum. Vit í Vikunum vóra millum tey seinastu at síggja, hvat skip tað var. Gleðin yvir at hittast aftur. Tá vóru lítlir møguleikar at frætta frá skipi í veiðutíð, og gleðin var tess størri, tá ið ein hevði síni kæra aftur heima. Soleiðis bert mær í huga, at tín heimkoma fer at verða, loddskotini siga, at tað grynnist, men eitt skal tú vita, góða Tanta, at eg og mong við mær, vio stóram takksemi min- nast teg á hesum tínum føðingardegi. Minnast til tá ið tú og «Baddi»fjálgaðu um ok- kum sum smá, minnast til heimið «í Vátutoft», har tú og Malvinus skaptu eitt fyrimyndar- ligt heim, har gudsótti og gestablídni hevði hásæti, hetta heim, sum stóð opið fyri faðir mínum longu tá ið hann byrjaði lívsstarv sítt, hetta heim, móður mín kom frá, og í hesum heimi sá eg sjálvur dagsins Ijós. Tá eg nugsi um alt tað stríð, tú má hava haft av okkum, tá ið vit vóru smá, má eg bert drýpa høvur og enn einaferð ásanna, hvussu ótakk- samt menniskjað er. William

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.