Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 9
Síða 9
TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974
BUNAÐAR-
TÍÐINDI
Onki misfarist
Bert fyri jól var nakað av kava og frosti, síðani
hevur verið at kalla tátt. Veturin hevur tó verið
ringur, og nógvur seyður hevur leitað scer oman i
fjøruna at eta tara. Henda myndin varð tikin í
Lorvík í vetur.
Ongin seyður hevur misfarist, tí tað hevur verið
so lítið av kava, frættist av bygdunum.
Minni
mjólk
Kýmar mjólkaðu minni
í fjør enn árið fyri. Ein
kanning visir, at miðal
mjólkanøgdin pr. kúgv
var 3.604 kilo ella
næstan 200 kilo minni
enn í 1972.
Búnaðarráðgevarin,
Hanus Wardum, sigur,
at orsøkin kann vera, at
menn brúka minni av
kraftfóðri í fjør, tí tað
dýrkaði so nógv. Ali-
arbeiðið gongur framá.
Fleiri kýr
á brúkinum
Talið á neytum liggur
um 480, og tað broytist
litið. Tað liggur rættu-
liga javnt millum 470
og 500.
Tann broyting er tó
við at henda, at menn,
sum bert hava eina ella
fáar kýr, taka tær av,
meðan teir, sum hava
seks ella meira, fáa sær
fleir; aftrat.
1 1964 hevði berit ein
ir.aður 10 kýr og ein 9. I
fjør vóru tað 8, sum
høvdu 10 kýr ella
meira, meðan 9 høvdu 8
til 10 kýr.
Tomatir
í vakstrarhúsinum í
Hoyvík sáddu teir
tomatfræ á nýggjári-
num, og tomatimar em
so væl vaksnar nú, at
tær verða settar út í
framleiðsluhúsið í hesi
vikuni. Tað eru um 400
plantur, og tær fyrstu
tomatimar koma á
marknaðin 15. til 20.
mei.
Teir gjørdu royndir í
Hoyvik við tomatum
fyrstu ferð í fjør. Tað
gekst væl, og teir fingu
21 kilo pr. m.
1 næstu viku fara teir
at sáa agurkur. Royn-
dir vóm eisini gjørdar í
fjør, men tað gekst ikki
so væl.
Ov gamlar
maskinur
Maskinstøðin hevur so
vánaligar maskinur nú,
at hon kann neyvan
átaka sær uppdyrking-
ararbeiði. Skal nakað
gerast, má støðin fáa
pening til nýggjar
maskinur, sigur Hanus
Wardum.
Blómur til
páskar
1 Hoyvík framleiða teir
blómur nú, tulipanir og
páskaliljur. Tær em
komnar á marknaðin og
verða seldar hiðani til
páskar. Einar 100
blómur verða seldar um
dagin, og tað hevði
lættliga sloppist av við
meira, verður sagt.
Fóður til
seyðin
Tað er best fyri seyðin
at geva honum fóður
dagliga frá nú av og út
á várið, sigur seyðaráð-
gevarin, Tummas á
Kjalnesi. Eftir ein vetur
sum henda em nógvar
ær so mikið illa fyri, at
tær em ikki mentar at
føða lombini.
Menn, sum hava
óhøgligar hagar, kunnu
fáa fóðurmaskinur bæði
til súrhoyggj og kraft-
fóður. Við hesum ma-
skinum er bert neyðugt
hjá teimum at geva
seyðinum fjórða hvønn
dag, sigur Tummas á
Kjalnesi.
Dyrkingarvegir
Royndarstøðin hevur i
vetur gjørt uppdyrking
arvegir fleiri staðni.
Mest hevur verið ar-
beitt á Velbastað og í
Tórshavnar Uttanbígg-
ja kommunu.
Tað em kommunur-
nar og landskassin,
sum gjalda kostnaðin
av uppdyrkingarvegu-
num.
Fransmenn fiska væl av
upsa undir Føroyum
Fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen - Góðir møguleikar hjá føroyingum at royna
við flótitroli eftir upsa
Meðan tey føroysku skipi-
ni, sum royna eftir upsa
undir Føroyum, næstan
bara royna við snellu, fáa
útlendingar nógvan upsa
við troli her um okkara
leiðir.
Tað em serliga frans-
menn, sum fiska nógvan
upsa undir Føroyum, teir
nýta flótitrol og møguliga
eisini botntrol, og eftir
teimum tølum, sum teir
uppgeva, fær hvør trolari
ofta millum 10 og 20 tons
um dagin.
í fjør vórðu tilsamans
veidd sløk 60.000 tons av
upsa undir Føroyum, og
av hesum hava føroyingar
einans veitt sløk 10%.
Endaligu tølini fyri føroys-
ku veiðuna em ikki komin
enn, men vit meta, at
veiðan hjá føroyingum í
fjør var nakað tað sama
sum í 1972, sigur Jákup
Sverri Joensen, fiskifrøð-
ingur í viðtali við
Tíðindablaðið.
Føroyingar
nr. 3
Upsaveiðan undir Føroy-
um hevur vundið nógv
uppá seg seinastu áu-'ini.
Meðan veiðan í fjør var
59.880 tons, var hon
46.580 tons í fyrraárið. Til
samanberingar kann nevn-
ast, at samlaða veiðan í
1968 var 20.300 tons, og í
1962 var hon 10^400 tons.
Nógv tann størsta partin
veiða fransmenn, í 1972
fingu teir góð 28.000 tons,
og tað er væl meira enn
helvtin av tí, sum veitt
varð, nr. 2 vóru bretar við
góðum 8.600 tonsum,
føroyingar komu sum nr. 3
við 5.650 tonsum, og
týskarar veiddu 3.440
tons.
Stórir trolarar
Nógv tann størsti parturin
av upsanum, sum verður
fiskaður undir Føroyum,
verður fingin við troli.
Norðmenn fiska eitt sindur
við gørnum - 470 tons í
1972.
Tað em stórir hekku-
trolarar, sum fransmenn
brúka. Teir royna bara
eystanfyri, inn móti fiski-
markinum og út á einar 40
- 50 fjórðingar úr lanđi.
Tað er í gýtingartíðini
januar, febmar og mars, at
tann nógvi upsin verður
veiddur.
Áttu at veitt
meira sjálvir
Tað er spell, at vit ikki fáa-
meira av hesum upsa
sjálvir, sigur Jákup Sverri
Joensen. Vit eiga sjálvandi
at leggja mestan dent á ta
veiðuna, sum er mest
lønandi, men upsaprísurin
er nógv uppfarin í
seinastuni, og her skuldu
verið góðir møguleikar við
flótitroli. Tað skuldi borið
væl til at roynt eftir upsa í
gýtingartíðini, og tá tann
góða upsatíðin hasar av,
kemur gýtingartíðin hjá
svartkjaftinum, og tað
skuldi ligið væl fyri hjá
hesum somu skipum at
trolað eftir svartkjafti frá
mars til seinast í mai
mánaða, sigur Jákup
Sverri Joensen.
Upsi til USA
og Spania
Fiskasølan upplýsir, at
upsin, sum føroyingar fáa,
verður lutvís frystur og
lutvis flaktur. Tað frysta
fer til USA. Ein sáttmáli
er gjørdur við Spania um
flaktan upsa, og ein verður
væntandi gjørdur við
Portugal um stutta tíð.
Smáttan hjá Tom
1. Trælaeigarin, Shelby, var komin í skuld til ein
trælahandlara, Haley, sum segði seg vera til reiðar
at eftirgeva honum skuldina, um hann fekk trælin
Tom afturfyri - og um hann eisini fekk eitt
nekarabam afturat.
Meðan teir sótu og talaðu saman um hetta, kom ein
nekarakvinna, ið æt Elisa, inn við sínum lítla soni.
Trælahandlarin hugdi gjølla at kvinnuni, og so skjótt hon
var farin út, segði hann, at hann vildi keypa hana, og beyð
nógvan pening fyri hana. Kvinnan hevði verið í húsinum hjá
Shelby, frá tí hon var lítil genta, og hann vildi tí ikki selja
hana - men hann vildi lata Haley fáa tann lítla drongin, um
skuldin harvið var kvittað.