Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 16

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 16
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 Síða 16 MÍN MEINING Eigur mark at vera fyri, hvussu skjótt tað er loyvt at koyra i ferðslun- i? Olivur Næss, radiomek- anikkari: Tað má altíð vera eitt mark eftir umstøðunum. Á landsvegum skuldu skelti verið sett upp, sum søgdu fraá loyvdari ferð. Summastaðni á Oyggjarvegnum kann koyrast 100 km., men aðrastaðni ikki. Ami Brattaberg, ar- beiðstakari: Ja, eitt mark eigur at vera, men tað markið, sum er i løtuni er ov lágt og verður als ikki hildið. Kjartan Kristiansen, bý- ráðsskrivari: Ja, tað er tryggari fyri ferðsluna at hava eitt mark. Tað eigur at vera loyvt at koyra upp til 80 km., men annars er ferðslulógin greið: um- støðurnar skulu avgera ferðina. Tórbjørn Mikkelsen,full- trúi: Ja avgjørt, men spum- ingurin er so bert, hvat er tað rætta. Tað má eis- ini ansast eftir, at mark- ið, sum sett verður. verður hildið. SPEGILS- MYNDIN Bretlands synir So skjótt sum Harold Wilson aftur hevði tikið við sum bretskur forsætisráðharri, fekk hann stórar trupulleikar at dragast við á arbeiðsmarknaðinum. Til lukku við sigrinum, Harold! Vinningurin stendur og bíðar uttanfyri. Tjøldrini koma við sólskini Á grækarismessu koma tjøldrini sum eitt boð um, at tað ber móti ljósari tíðum. Tað sá eisini út til at veðurgud- amir avgjørdu í ár, at tey tjøldrini, sum sóu oyggjamar aftur i gjár, skuldu vera væl mót- tikin við góðveðri og sól. Sunnudagin vóm grækarismessuhald í Havn og í Klaksvik. í Klaksvík var tað býráðs- formaðurin, Trygvi Lak- safoss, sum helt røðu, og i Havn, haðani myndin er tikin, helt Petur Christiansen, býráðsfor- maður, grækarismessu- røðuna. LEYST OG FAST Dømd til at klænka seg LOS ANGELES: Tann 26 ára gamla Gloria Owens varð herfyri dømd til at klænka seg frá 250 til 180 pund ella at fara í fongsul fyri at hava skrivað út kjek- kir, sum peningur ikki fanst fyri. Dómarin upplýsti, at ein rættarmedisinsk frágreiðing bendi á, at eitthvørt samband var imillum, at Gloria Owens var so feit, og so lyndi hennara til at skriva út kjekkir, sum peningur ikki fanst fyri. Háðaðu Buddha BANGKOK: Seks a- merikanskir unglingar, sum politiið tók, tí at teir kluvu upp á eina stóra Buddha-mynd í Teilandi, kunnu fáa upp til' trý ára fongsul. Teir hava viðgingið seg sekar í at hava vanært eitt heilagt stað. Buddhistamir í Tei- landi rokna tað sum halgibrot at nema høvdið á Buddha við menniskj alikaminum. Tey seks ungu fólkini vóm tríggjar gentur og tríggir dreingir. Ótøkk er lønin ROM: Biskuppurin í Trapani, Fransesco ric- ceri, fekk nýliga prógv fyri, at tað er ikki heilt vandaleyst at vera ein miskunnarsamur samariabúgvi. Hann steðgaði bili sínum fyri at hjálpa tveimum ungum monn- um, sum eftir øllum at døma høvdu koyrt útav við scootara, tá bilurin hjá biskuppinum steð- gaði, lupu báðir men- ninir fram. Annar helt sjaførinum hjá biskup- pinum, meðan hin tók krossin og lumma- bókina hjá Ricceri. Hann hevði tó bert 260 kr. uppi á sær. Pening fyri líkini MOSKVA: Leiðarin á einum líkhúsi í Moskva er dømdur til 9 ára hart straffiarbeiði fyri at hava noytt skyldfólk hjá deyðum Moskva búgvum at gjalda sær pening. Hildið verður, at maðurin, sum eitur Kirkjukhin, hevur tjent fleiri túsund rublar á henda hátt tey seinastu fimm árini, nevnt verður talið 46.000 krónur. Kirkjukhin sýtti fólki fyri at fara úr líkhúsi- num uttan at gjalda sær í minsta lagi 70 kr. Kirkjuligt ROM: Italskir biskup- par skulu hyggja at øllum filmum í Italia og síðandi byta teir upp í fýra bólkar. Hetta verður gjørt sum ein vegleiðing til katolik- kamar, tá teir skulu velja filmir. Tað besta ummæli, bispamir kunnu geva einum filmi er, at seta hann í bólkin «við- mældur»Tað ringasta er bólkurin «vrakaðuD> Traktor við høsnamegi AABO: Á altjóða landbúnaðarstevnuni í Aabo í summar verður ein traktor vístur fram, sum gongur við høsna- skitti. I Bretlandi og USA hava teir gjørt tól, sum fáa gass burtur úr , høsnaskitti. Tólini kos- ta einar 15.000 kr., og tey skulu nú vísast fram í Finnlandi. Innbrot SEATTLE, USA: Tað hevði verið innbrot tríggjar ferðir hjá skúlalæraranum, Wil- liam Gould, og hann fekk tí eina tjóvaklokku setta upp. Fyri nøkmm døgum síðani var aftur innbrot hjá William Gould. Hesaferð stjólu teir tjóvaklokkuna. * % ♦

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.