Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 7

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 7
Síða 7 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. iriars 1974 Tingingar í apríl um íslandsfiskiskap Bert tríggir føroyskir trolarar royna innan fyri 50 fjórðinga markið nú Teir flestu trolarnir hjá Skipafelagnum liggja enn við bryggju. Fáa teir loyvi at royna undir Islandi, tá teir fara til fiskiskap ? Landsstýrið hevur havt samband við íslendsku myndugleikarnar um loyvi fyri fleiri nýggjar føroysk- ar trolarar at veiða innan fyri 50 fjórðingamarkið. í slendingar eru til reiðar at tingast um málið, og roknað verður við, at ein føroysk nevnd fer til íslQrds einaferð í apríl. 9 fingu loyvi Tá íslendingar fluttu fiski- markið út á 50 fjórðingar í 1972 góvu teir góvo-teir teimum føroysku salt- fiskatrolarunum loyvi at veiða innanfyri. Hesir trolarar vóru 9 í tali. Síðani eru fleiri famir burturav. Magnus Heina- son hevur ligið, síðani eldur var i honum í íslandi. Leivur Øssurson hevur verið brúktur til royndarfiskiskap á Før- oyaleiðini, og Vágbingur hevur ligið stillur í drúgva tíð. Fleiri nýggir í løtuni royna bert tríggir føroyskir trolarar innan fyri íslendska fiskimarkið. Teir eru Mýiingur, Olavur Halgi og Jegvan Elias Thomsen. Ongin av teimum nýg- gju føroysku trolarunum hevur fingið undantaks- loyvi. Hesir em Vestfinnur og Norðfinnur i Vestman- na, Tórð í Havn og so trolamir hjá Skipafelag- num. Talan er um, at Tórð skal fáa tað loyvi, sum Magnus Heinason hevur havt. Nøvnini skiftast Higartil hava íslendingar ikki givið fleiri enn tey 9 loyvini, sigur Eli Nolsøe, landsstýrismaður, í sam- røðu við Tiðindablaðið. Uppá fyrispurningar úr Føroyum hava íslendingar svarað, at vit nýta bert trý av teimum givnu loyvu- num, og at spurningurin kann loysast bert við at skifta nøvnini um til teir nýggju trolarnar, men hetta hevur landsstýrið ikki viljað gjørt, sig ’ Eli Nolsøe. Hann skoyiir uppí, at Vestmannatrolar- nir fáa væntandi loyvi ein av teimum fyrstu døgu- num. Vilja vita støðuna Fleiri nýggir trolarar em í gerð til Føroya, og í teimum flestu fømnum hava menn roknað við, at hesir trolarar skulu veiða innan fyri mark undir Islandi umframt at royna undir Føroyum. - Dagliga koma menn til Noreg fer væntandi um fáa ár at fáa stórar nøgdir av natúrgassi frá oljuøkjunum í Norðsjónum. Norska stjórnin hev- ur kannað møguleikar- nar fyri at leggja eina gass-rørleiðing yvir fjøllini til Svøríkis, men støða er ikki tikin til hetta enn. Svøriki er hugað fyri at keypa bæði gass og uiju frá norðmonnum. Skal tað loysa seg at byggja eina slíka leið- ing, má Svøríki keypa átta til tíggju miljardir landsstýrið og vilja hava greitt at vita, hvussu støðan er, sigur Eli Nolsøe. Hetta hevur ført tU, at landsstýrið hevur biðið um nýggjar samráð- ingar um málið sum heild, og tær verða i apríl. Vit hava ongari mótstøðu møtt frá íslend- ingum, sigur Eli Nolsøe, landsstýrismaður. kubikmetrar av gassi árliga úr Noregi. Læra at hagreiða Umleið 40 flakavirkisleið- arar, formenn og vraki- eftirlitsmenn hava verið á tvey daga skeiði í Havn, har fyrUestrar vóru um hagreiðing av fiski, lønir og sáttmálar, rasjonaliser- ing og uppbygging av einum framtíðar flakavirki Birgir Danielsen, Robert Poulsen, Karsten Hoydal og tveir danir hildu fyri- lestrar á skeiðinum. Noreg selur møguliga gass til Svørikis TÍÐINDI UR SUÐUROY Vágbingur í Noreg Vágbingur lá leingi við bryggju í Vági, áðrenn hann varð seldur Skála Skipasmiðja hev- ur klassað botnin, skrokkin og tangamar á Vágbingi, sum Heri Hjelm og Absalon Absalonsen keyptu frá landinum herfyri. Keypspeningurin var 1,9 milj. kr., harav teir rindaðu 10% í eginpeningi, meðan res- tin er lán úr landskas- sanum. Trolarin er nú farin til Noreg, har hann verður sandblástur og metalliseraður. Lastin skal eisini broytast til ídnaðarfisk. Ætlanin er at royna eftir hvitings- bróður, svartkjafti og brishngi. Trolarin hev- ur fingið rullu og fiskapumpu. Vágbingur kemur af- tur á páskum. Hann stendur tá eigarunum í 3 milj. kr. Virkið í Lopra Menn frá Atlas em komnir til Vágs at seta maskinurnar á silda- virkinum í Lopra upp. Maskinurnar vórðu keyptar úr Islandi og hava staðið í Lopra í eina tíð. Virkishúsini em lið- ug. Tey em 24 x 54 metrar stór í einari hædd. Virkið framleiðir 150 tons um samdøgrið, og tað fer væntandi í gongd í mei mánað. Gudmundur klassaður Gudmundur, sum hevur staðið á sleipistøð á Tvøroyri, er nú farin á flot aftur. Skipið er klassað, og arbeiðið hevur gingið nakað striltið av tí, at fólkið á sleipistøðini hevur verið sjúkt. Gudmundur er nú farin aftur í Norðsjógvin at veiða hvítingsbróður. R. Effersøe til Grønlands Rasmus Effersøe fer í hesi vikuni til Grøn- lands á saltfiskaveiðu. Seinasta túr var hann við Labrador og royndi eftir svartkalva. Teir fingu 213 tons, sum vórðu seld fyri slaka eina miljón. Tað gekk ein tíð, áðrenn teir fingu selt lastina. Skipari á Rasmussi Effersøe er Ansgar Sørensen. Nýggjan motor Anna T hevur fingið kmmtapsaksulin út skiftan, og hon skal nú hava nýggjan motor, sum kemur um tveir mánar. Teir hava trolað i Norðsjónum. Skifta spæl Breiðanes hevur verið í Norra og fingið nýtt spæl ísett. Tað brot- naði, meðan teir royndu i Norðsjónum. Ranafossur avstað Ranafossur fór i gjár á nýggjan saltfiskatúr í Ný Fundlandi. Skipari er Jóhan KarÍ Djurhuus á Selatrað, sum eisini førdi hann seinasta túr. Tá vóm teir fyrst í Ný Fundlanđi og fóru síðani til Grønlands. Teir komu heim 22. desember og fóru til Noreg við lastini. Aftaná vóm teir i Danmark og fingu nýggjan ljósmotor íset- tan.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.