Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 Síða 8 ÚTLENDSK SJOVINNA 8 miljónir tons av svartkjafti Svartkjafturin er nú á veg til gýtingarplássini vestan fyri bretsku oyggjamar, har hann gýtur i hesum og næsta mánað. Ein norsk met- Leiðirnar, har svart- kjafturin gýtur. Á myndini verður eisini víst, hvussu hetta fisk- aslag ferðast. ing av gýtingarstovnin- um vísir, at tað eru eini 8 milj. tons av svart- kjafti á hesum leiðum. Svartkjafturin gýtur á leiðini við Rock All og Porcepine - grunnam- ar og inn móti land- grunninum. Roknað verður við, at ein milj. tons kunnu veiðast ár- liga. Klippfiska- gransking í Føroyum hevur ongin klippfiskaframleiðsla- verið tey seinastu árini, men norðmenn hava hilđið fram, m.a. tí at tað almenna veitir góð- ,an studning. Nú em prísirnir annars hækk- aðir munandi. Norges Fiskeeksport raad gav herfyri trim- um norðmonnum stór- an studning til klipp- fiskagransking. Teir skulu kanna marknaðin fyri hesi vøm og møgu- leikamar fyri at økja framleiðsluna. Kræklinga- grunnar írar hava funnið tveir nýggjar kræklinga- gmnnar, sum kunnu gevu 12.000 tons av kræklingi árliga. Hetta em teir størstu kræk- lingagmnnamir, sum em funnir úti fyri irsku strondini. Tann árliga fram- leiðslan hjá Irlandi av kræklingi hevur ligið um 4.000 tons, og út- flutningurin av vømni hevur givið 230.000 pund sterling. Flótitrol sum fót- bóltsvøllur í Bremerhaven í Vest- urtýsklandi hava teir gjørt eitt flótitrol, ið er næstan lika stórt sum ein fótbóltsvøllur, og sum kann taka 150 tons av fiski. Trolið vigar 4,5 tons, tað er 280 metrar langt, og opið er 51 ferðir 73 metrar. Týskarar ætlaðu at royna trolið úti fyri Finnmarkstrondini í a- príil, men hetta verður helst av ongum, tí norðmenn hava sett seg upp ímóti tí. Teir siga, at trolið fer at skaða fiskayngulin nógv. Færri skip í noreg Eitt yvirlit yvir fiskifør í Noreg - bæði deksfør og opin - víisir, at talið er minkað við næstan 6.000 tvey tey seinastu árini. Talið er nú 27.224. Træskipini em fækkað mest, og talið á fiskifømm úr alumin- ium, plast og ferrose- ment er vaksið mest. 5 nýggir trolarar Ørskov Staalskibs- værft í Frederikshavn hevur bíleggingar uppá 5 trolarar fyri tilsamans 21 milj. kr. Tann eini trolarin verður bygdur til Føroya og kemur í summar, meðan hinir fýra skulu latast ein- staklingum og fyri- tøkum í Hirtshals. Teir verða lidnir í heyst. Trolveiða forboðin Svenska sjóverjan tók herfyri tvey donsk fiskifør2 sum trolaðu í donskum sjógvi norðan fyri oynna Hven. Donsku myndugleikar- nir høvdu biðið um at fáa skipini til Hels- ingør, av tí at allur trol- fiskiskapur er forboðin í Oyrasundi. Avtalan brotin Úr Noreg verður sagt, at Bretland hevur brot- ið ta handilsavtalu, sum Noreg hevur við felagsmarknaðin. Nak- að herfyri settu bretar 8% toll á ávísar fiska- vømr, sum skuldu verið tollfriar alt árið 1974. ítróttur Itróttur Itróttur ÍSF ætlar at tippa longu í summar tað ikki tað, so verður í staðin farið undir føroyska tipping. Hon verður skipað soleiðis, at tippað verður um dystir í Føroyum, serliga miðaldeildardystir- nar. Haraftrat verða lið í Danmark, Noreg og Bret- landi tikin við. Vit hava bert eina leysliga meting av, hvat tipping kann geva ÍSF, sigur Liggjas Joensen. Vit rokna við, at ein miljón kr. kemur inn, og at helvtin av hesum fellur til ÍSF. Hin helvtin verður nýtt soleiðis, at 400.000 kr. fara í vinningi, og 100.000 kr. fara til umsiting. ítróttarsamband Føroya hevur verið illa fyri fíggjarliga, og arbeitt verður nú við at fáa hesi viðurskifti rættað. Arbeið- ið gerst meira umfatandi fyri hvørt ár, og tað kemur ov lítið av peningi inn til, at arbeiðið kann røkjast til litar, verður sagt. Fundur við landsstýrið -ISF hevði herfyri fund við Asbjøm Joensen landsstýrismann og Atla Dam, løgmann, um spur- ningin at hava tipping, sigur formaðurin í ítrótt- arsambandinum, Líggjas Joensen. - Teir vóm positivir, men fyrst skal greiða fáast á, um Danske Tipstænastan eisini skal umfata Føroyar. Danir vendu sær til Føroya fyri nøkrum ámm siðani við uppskoti um, at teir skulu hava tipping her eisini. ISF setti ávísar treytir, og síðani hevur onki hoyrst aftur. Um so er, at danska tipstænastan eisini skal hava við Føroyar at gera, skulu teir hava nakrar umboðsmenn her, og seðlamir verða so sendir niður við flogfari. Liggur flogferðslan still, t.d. av mjørka, skulu fólk hava peningin aftur. Føroysk tipping Ein av teimum fyrstu døgunum kemur svar frá Donsku Tipstænastuni um hon framvegis hevur áhuga fyri Føroyum. Men tað danska tilboðið skal vera ógvuliga gott, um vit skulu taka av, sigur Líggjas Joensen. Er Føroy- ingar niður at døma Tveir føroyskir dómarar skulu til Bornholm at døma í einari norðurlanda- kapping fyri unglingar í hondbólti. Kappingin ver- ður frá 29til 31. í hesum, og føroyingar em bidnir um at senda tveir dómarar. Finnland skal eisini senda tveir. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar em bidnir um at verða dómarar í útlendskum ítróttarkapp- ingum. Mercedes 200 Persónbilur, 6 ára gamal, til sølu. Tlf. 1.4744 ella 1.2124 TBF-piltarnir stinnir I føroyameistarakapping- ini í borðtennis seinasta vikuskiftið í piltadeildini fór Tvøroyrar borðtennis- felag við sigrinum í øllum kappingunum. Single-kappingina vann Hans Sørensen, double- kappingina vunnu Hans og Rólant Sørensen, og felagskappingina vunnu teir báðir áðumevndu sarnan við Bárði Enni. Kappingin var úti í Nólsoy. Tríggir vinar dystir i ór Meistaradeildarliðini í fót- bólti hava spælt tríggjar venj ingardystir í ár. Næstseinasta sunnudag vóm fuglfirðingar í Havn og spældu móti HB, sum vann 4-1. Sunnudagin var HB í Fuglafirði og spældi móti ÍF; HB vann 11 -2. I HAVN SPÆLDI B 36 sama dag móti samansett- um liði úr Vágum. Vágamenn vunnu 3-2. Frá kappingini í Itróttar- høllini i Havn leygardagin og sunnudagin, tá smá- dreingir hjá HB høvdu kapping Smáir menn og hørð kapping 225 piltar luttóku í einari innandura fótbóltskapp- ing, sum HB skipaði fyri leygardagin og sunnudag- in. Væl av fólki var og hugdi, serliga tann seinna dagin, tá finalumar vórðu spældar. 7-10 ár I aldursbólkinum 7 til 10 ár vann Celtic í finalu móti B 74 við einum máli. Á Celtic spældu Torfinn Hentze, Øssur Nolsøe, Suni Danielsen, Klæmint Christiansen og Hans Poulsen, sum eisini var útnevndur til besta spæl- ara. 10-12 ár H 71 var tað besta liðið í kappingini millum teir 10 til 12 ára gomlu. Teir, sum mannaðu hetta lið, vóm Olavur Thomsen, Oli Samuelsen, Petur Even Djurhuus, Bjami Jacob- sen og Kári Gullfoss. I hesum bólki varð Johannes Djdesgaard val- dur til besta spælara. 12 - 14 ár Leeds vann kappingina millum te'r 12 til 14 ára gomlu. Á Leeds spældu Bogi Haraldsen, Jan Alberg, Øssur Egholm, Erling Eysturoy, Atli Holm og Karl Johs. Djurhuus. Petur Olsen varð valdur til besta spælara í hesum bólki.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.