Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 2

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 2
Útgevarar og blaðstjóm: Firinbogi -Isáksen (ábyrgd) Ámi Ábsalonsen Adr: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49. Leysasøluprisur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Endamálið í mong ár hevur at kalla øll blaðútgáva í Føroyum verið politisk. Bløðini eru givin út sum málgagn fyri ávísar flokkeu*, og tað hevur verið fremsta endamál teirra at føra sjónarmiðini hjá sínum flokki fram. Tað hevur ikki verið gjørt nógv við vanligt joumalistiskt arbeiði, t.v.s. at bera lesarunum tíðindi, at koma við undirhaldandi tilfari og frásagnum av ymiskum slag. Tíðindablaðið hevur júst tað øvugta endamálið. Vit hava sett okkum sum mál at vera púra óheftir av teimum politisku flokkunum í okkara skriving, og at geva ymiskum sjónarmiðjum innivist, uttan mun til, um tey liggja einum ella øðmm flokki nær. í øðmm lagi víkur Tíðindablaðið - sum navnið eisini sigur - frá øðmm føroyskum dagbløðum á tann hátt, at vit fara at leggja mesta dentin á tíðindaflutning, sum vit eftir førimuni ætla at bera objektivan. Oddagreinir blaðsins koma at umboða sjónarmiðini hjá tí blaðstjóranum, sum skrivar hana, og tað vanliga verður tí, at hann setir sítt frámerki undir. Hetta verður tó ikki gjørt i teimum fømm, tá blaðstjórarnir hava talað saman um og em fult út samdir um eina viðmerking. Vón okkara er, at henda roynd fær dygga undirtøku millum fólk, at tey bera okkum tíðindi og nýta høvi til í stuttum at føra síni sjónarmið fram her uttan harvið at verða sett í ein ávísan politiskan bás. I' V- •" — ‘ % «• > •'» . » y Eiturkornið Ungdómurin uppi i Hoy- dølum hevur kravt tann sjálvsagda rættin at slep- pa at tosa sítt móðurmál við próvtøkuborðið. Kann nakað vera rímuligari. Tú kundi næstan forsvorið, at tað var neyðugt at koma við einum slikum kravi í 1974 í einum av teimum hálovaðu norðurlendsku demokratíunum, men het- ta er so eitt dømi um, at eingin lógargrein kann loysa móðurmálsspuming- in. Tað kann bert viljin í einum fólki. Er hann ikki til steðar, gerst einki. Hava vit henda viljan? Undirritaði hevur stund- um spurt, hví ungdómurin ger so lítið vart við seg, tá ið tað snýr seg um samfelagsligar ella tjóð- skaparligar spumingar. Hann hevur vist á, at tað hevði sømt seg betur fyri ungdómin at ligið í sjálvum bógbrotinum hel- dur enn at komið syvjandi aftaná í kjalarvørrinum. Skal hetta, sum hendir í Hoydølum, takast, sum at vend er komin í? Um so er, er hendingin bæði gleðilig og søgulig, tí mær vitandi hevur skúlaungdómur ok- kara ongantíð gjørt seg so manniliga galdandi í málspurninginum. Men so var tað hatta lítla eiturkomið, og gerið so væl ikki at uppfata hetta sum óhóskanđi ljósasløkking, tí eg halđi, at tað er vert at koma fram við tí nettupp í hesum døgunum. Seinastu tíggju árini ella harumleið hevur tað mestsum verið móti, at skúlaungdómurin í Hoy- dølum ikki vaijdaði sær um málið, uttan skrivaði eitt sera ótrivaligt mál, ið var næstan líka so nógv danskt sum føroyskt. Er Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen skrivar um skúlaungdóm, Dimmalæt- ting og Solsjenitsyn. vend við at koma í her eisini? Og, álvaratos, tað lítla, undirritaði kennir til ta munnligu málnýtsluna millum tey ungu í Hoydølum er tað, at mál teirra er so nógv ávirkað av donskum bæði í orðavali og framburði, at einhvør danskari við eitt sindur av lærdómi skilir hetta málið, bert hann ger sær ómak. Nú, hevði ungdómurin lagt sær eftir at tosa eitt betri og treystari mál enn hann ger, høvdu vit eisini verið komin tað longur í málspuminginum. Hava vit tikið tey fyrstu fetini eisini í hesum, er nógv vunnið. Hatta var so tað. Men hvat man tað vera, sum Sverri Egholm, ella hvør tað er, hevur tutlað inn í oyrað á -n (Georg)? í skriving hansara um føroyskan høvundaskap. Man tað veraliga hava verið hatta, sum drýpur úr penninum hjá -n. Sum maðurin segði: Brásinni dugir til einki uttan at fanga loppur. Og sama kann sigast um -n, sum franski filmleikstjórin seg- ði um kinverjar: 700 milliónir kinverjar við ongum humoristiskum sa- nsi eru fleiri ferðir hættisligari enn 700 milli- ónir krígsgalnir kinverjar. Undirritaði hevur fyrr sagt frá, at brøv og greinar við huldunavni undir era skrivað av ongum øðram enn fjandanum sjálvum, og hvat tað vituggið kann finna upp á at skriva, er ótrúligt og vónleyst at reka aftur, undirritaði skal heldur ikki royna. Og Solsjenitsyn kann brúkast til mangt, men eitt kann eg forvissa -n um, og tað er, at Solsjenitsyn hevði hann verið føroyingur, hevði verið fullsamdur við Jør- gen-Frants og William, tá ið teir siga, at Dimma og alt hennara er «kulturelt ganske impotent» og «næsten fuldstændig uden moral». J. P. Heinesen Havið og vit endurprentað Fyrsti partur av bókini hjá J. Símun Hansen «Havið og vit« hevur ikki verið at fingið í mong ár, men nú er henda bókin útafturkomin. I hesi bókini greiðir rithøvundurin frá Norðoya handils- og skipasøgu. Tíðarskeiðið, sum bókin viðger, er frá ti tíðini, tá einahandUin varð avtikin og upp til 1960. Her verður skrivað um Klaksvíks-handUin og út- handlar hansara og um tær fyrstu royndirnar at fiska við deksføram. í bókini er eisini hópur av myndum, og skipamyndirnar era valdar soleiðis, at tær eisini skulu vísa ta broyting, sum fram er farin í sjálvum skipasnið- num, orsakað av teimum skiftandi krøvum, sum skiftandi tiðir seta. Aftast í bókini er yvirlit yvir skiparar, sum hava ført skip í Norðoyggjum, og somuleiðis er yvirlit yvir veiðuúrslit hjá fiski- skipum frá 1864 til 1958. Umframt at viðgera sjálva skipasøguna greiðir bókin eisini frá koranum umborð á skipunum, frá fiskileiðum og øðram. Bókin varð fyrstu ferð prentað í 1960. Hon kom tá einans í 1.200 eintøkum og varð útseld eftir tveimum - trimum mánað- um. Henda nýggja útgávan er fotoprent av tí gomlu. Hesa ferð er hon prentað í 2.000 eintøkum og faest bæði heft og innbundin. FM-støðin á Brúnaskarði FM-støðin á Brúnaskarði sendir nú aftur við fullari styrki. 'Cað var um ársskiftið, at ólag kom á støðina, og meðan biðað varð eftir eykalutum, hevur tað ikki verið gjørligt at latið hana sent við fullari styrki. Tær bygdimar, sum hava ligið best fyri sum t.d. Klaksvík og Lorvík hava hoyrt væl hesa ÚTVARP tíðina, meðan t.d. fólk í Vestmanna, sum plaga at lurta eftir støðini á Brúnaskarði, ikki hava hoyrt útvarpið so væl. Støðin á Brúnaskarði hevur hesa tíðina koyrt við 1,5 watt, men er annars uppá 2 kilowatt. Teir halda, at sendsirin fór, av tí at toran hevur sligið niður í hann. Eldur hevur verið í. Nú hava teir sett lynavleiðara upp. Antennan umvæld Frá mikudegnum til fyrra- partin leygardagin í síðstu viku var útvarpið bert at hoyra á FM av tí, at millubylgjuantennan varð umvæld. Tað vóra tveir ella tríggir træðrir, sum vóra niðurdotnir. Tann fyrsti fór fyrst í desember, og varð tá fyribils umvældur, men nú var antennan so mikið illa farin, at ein rættulig umvæling mátti gerast. Tað hevur verið nógv óljóð á í seinastuni av hesum sama. Annars verður sagt, at antennan er nógv útsett fyri at máast, ti hon er so stór og arbeiðir nógv, tá tað er vindur. Marius við Børinum 1 síðstu viku sendi útvarpið fyrsta part av eini nýggjari framhaldssøgu, tað er Marius Johannesen, sum er farin at lesa Bør Børson. Men hvørki Mari- us ella Børarin era fremmandir fyri Føroya fólki - ella rættari sagt fyri tí parti av Føroya fólki, sum minnist tólv ár aftur í tiðina. Tað var í 1962, at lurtaramir kundu gleða seg til hvørt hóskvøld, tá Marius las hesa skemtiligu skaldsøguna hjá Johan Falkberget um tann løgna og tápuliga heimføðingin Bør, sum vann sær stórt ríkidømi, tí lukkan var betri enn forstandið. Bør Børson er ein nógv lisin bók og er eisini filmatiserað, men hon er kortini ikki eyðkend fyri Johan Falkberget, sum vanliga er meira álvar- samur í tí, hann skrivar. Jóhan Falkberget er fød- dur í Røros nærhendis Tróndheimi í 1879. Hann vísti tíðliga stóran áhuga fyri bókmentum. Um Eddarmótið gav hann út eina røð av fólkasagnum, og í 1907 flutti hann til Oslo og búði har sum rithøvundur, til hann flutti heimaftur til Røros í 1922. Marius Johannesen

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.