Tíðindablaðið - 13.03.1974, Síða 2
Útgevarar og blaðstjóm:
Firinbogi -Isáksen (ábyrgd)
Ámi Ábsalonsen
Adr: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49.
Leysasøluprisur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tiðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Endamálið
í mong ár hevur at kalla øll blaðútgáva í
Føroyum verið politisk. Bløðini eru givin
út sum málgagn fyri ávísar flokkeu*, og
tað hevur verið fremsta endamál teirra at
føra sjónarmiðini hjá sínum flokki fram.
Tað hevur ikki verið gjørt nógv við
vanligt joumalistiskt arbeiði, t.v.s. at
bera lesarunum tíðindi, at koma við
undirhaldandi tilfari og frásagnum av
ymiskum slag.
Tíðindablaðið hevur júst tað øvugta
endamálið. Vit hava sett okkum sum mál
at vera púra óheftir av teimum politisku
flokkunum í okkara skriving, og at geva
ymiskum sjónarmiðjum innivist, uttan
mun til, um tey liggja einum ella øðmm
flokki nær.
í øðmm lagi víkur Tíðindablaðið - sum
navnið eisini sigur - frá øðmm føroyskum
dagbløðum á tann hátt, at vit fara at
leggja mesta dentin á tíðindaflutning,
sum vit eftir førimuni ætla at bera
objektivan.
Oddagreinir blaðsins koma at umboða
sjónarmiðini hjá tí blaðstjóranum, sum
skrivar hana, og tað vanliga verður tí, at
hann setir sítt frámerki undir. Hetta
verður tó ikki gjørt i teimum fømm, tá
blaðstjórarnir hava talað saman um og
em fult út samdir um eina viðmerking.
Vón okkara er, at henda roynd fær
dygga undirtøku millum fólk, at tey bera
okkum tíðindi og nýta høvi til í stuttum
at føra síni sjónarmið fram her uttan
harvið at verða sett í ein ávísan
politiskan bás.
I' V- •" — ‘
% «• > •'» . » y
Eiturkornið
Ungdómurin uppi i Hoy-
dølum hevur kravt tann
sjálvsagda rættin at slep-
pa at tosa sítt móðurmál
við próvtøkuborðið. Kann
nakað vera rímuligari. Tú
kundi næstan forsvorið, at
tað var neyðugt at koma
við einum slikum kravi í
1974 í einum av teimum
hálovaðu norðurlendsku
demokratíunum, men het-
ta er so eitt dømi um, at
eingin lógargrein kann
loysa móðurmálsspuming-
in. Tað kann bert viljin í
einum fólki. Er hann ikki
til steðar, gerst einki.
Hava vit henda viljan?
Undirritaði hevur stund-
um spurt, hví ungdómurin
ger so lítið vart við seg, tá
ið tað snýr seg um
samfelagsligar ella tjóð-
skaparligar spumingar.
Hann hevur vist á, at tað
hevði sømt seg betur fyri
ungdómin at ligið í
sjálvum bógbrotinum hel-
dur enn at komið syvjandi
aftaná í kjalarvørrinum.
Skal hetta, sum hendir í
Hoydølum, takast, sum at
vend er komin í? Um so er,
er hendingin bæði gleðilig
og søgulig, tí mær vitandi
hevur skúlaungdómur ok-
kara ongantíð gjørt seg so
manniliga galdandi í
málspurninginum.
Men so var tað hatta
lítla eiturkomið, og gerið
so væl ikki at uppfata
hetta sum óhóskanđi
ljósasløkking, tí eg halđi,
at tað er vert at koma fram
við tí nettupp í hesum
døgunum. Seinastu tíggju
árini ella harumleið hevur
tað mestsum verið móti, at
skúlaungdómurin í Hoy-
dølum ikki vaijdaði sær
um málið, uttan skrivaði
eitt sera ótrivaligt mál, ið
var næstan líka so nógv
danskt sum føroyskt. Er
Rithøvundurin Jens Pauli
Heinesen skrivar um
skúlaungdóm, Dimmalæt-
ting og Solsjenitsyn.
vend við at koma í her
eisini?
Og, álvaratos, tað lítla,
undirritaði kennir til ta
munnligu málnýtsluna
millum tey ungu í
Hoydølum er tað, at mál
teirra er so nógv ávirkað
av donskum bæði í
orðavali og framburði, at
einhvør danskari við eitt
sindur av lærdómi skilir
hetta málið, bert hann ger
sær ómak. Nú, hevði
ungdómurin lagt sær eftir
at tosa eitt betri og
treystari mál enn hann
ger, høvdu vit eisini verið
komin tað longur í
málspuminginum. Hava
vit tikið tey fyrstu fetini
eisini í hesum, er nógv
vunnið.
Hatta var so tað. Men
hvat man tað vera, sum
Sverri Egholm, ella hvør
tað er, hevur tutlað inn í
oyrað á -n (Georg)? í
skriving hansara um
føroyskan høvundaskap.
Man tað veraliga hava
verið hatta, sum drýpur úr
penninum hjá -n. Sum
maðurin segði: Brásinni
dugir til einki uttan at
fanga loppur. Og sama
kann sigast um -n, sum
franski filmleikstjórin seg-
ði um kinverjar: 700
milliónir kinverjar við
ongum humoristiskum sa-
nsi eru fleiri ferðir
hættisligari enn 700 milli-
ónir krígsgalnir kinverjar.
Undirritaði hevur fyrr
sagt frá, at brøv og greinar
við huldunavni undir era
skrivað av ongum øðram
enn fjandanum sjálvum,
og hvat tað vituggið kann
finna upp á at skriva, er
ótrúligt og vónleyst at
reka aftur, undirritaði skal
heldur ikki royna.
Og Solsjenitsyn kann
brúkast til mangt, men
eitt kann eg forvissa -n
um, og tað er, at
Solsjenitsyn hevði hann
verið føroyingur, hevði
verið fullsamdur við Jør-
gen-Frants og William, tá
ið teir siga, at Dimma og
alt hennara er «kulturelt
ganske impotent» og
«næsten fuldstændig uden
moral».
J. P. Heinesen
Havið og vit
endurprentað
Fyrsti partur av bókini hjá
J. Símun Hansen «Havið
og vit« hevur ikki verið at
fingið í mong ár, men nú er
henda bókin útafturkomin.
I hesi bókini greiðir
rithøvundurin frá Norðoya
handils- og skipasøgu.
Tíðarskeiðið, sum bókin
viðger, er frá ti tíðini, tá
einahandUin varð avtikin
og upp til 1960.
Her verður skrivað um
Klaksvíks-handUin og út-
handlar hansara og um tær
fyrstu royndirnar at fiska
við deksføram. í bókini er
eisini hópur av myndum,
og skipamyndirnar era
valdar soleiðis, at tær
eisini skulu vísa ta
broyting, sum fram er
farin í sjálvum skipasnið-
num, orsakað av teimum
skiftandi krøvum, sum
skiftandi tiðir seta.
Aftast í bókini er yvirlit
yvir skiparar, sum hava
ført skip í Norðoyggjum,
og somuleiðis er yvirlit
yvir veiðuúrslit hjá fiski-
skipum frá 1864 til 1958.
Umframt at viðgera
sjálva skipasøguna greiðir
bókin eisini frá koranum
umborð á skipunum, frá
fiskileiðum og øðram.
Bókin varð fyrstu ferð
prentað í 1960. Hon kom
tá einans í 1.200 eintøkum
og varð útseld eftir
tveimum - trimum mánað-
um.
Henda nýggja útgávan
er fotoprent av tí gomlu.
Hesa ferð er hon prentað í
2.000 eintøkum og faest
bæði heft og innbundin.
FM-støðin á
Brúnaskarði
FM-støðin á Brúnaskarði
sendir nú aftur við fullari
styrki. 'Cað var um
ársskiftið, at ólag kom á
støðina, og meðan biðað
varð eftir eykalutum,
hevur tað ikki verið
gjørligt at latið hana sent
við fullari styrki.
Tær bygdimar, sum
hava ligið best fyri sum
t.d. Klaksvík og Lorvík
hava hoyrt væl hesa
ÚTVARP
tíðina, meðan t.d. fólk í
Vestmanna, sum plaga at
lurta eftir støðini á
Brúnaskarði, ikki hava
hoyrt útvarpið so væl.
Støðin á Brúnaskarði
hevur hesa tíðina koyrt við
1,5 watt, men er annars
uppá 2 kilowatt.
Teir halda, at sendsirin fór,
av tí at toran hevur sligið
niður í hann. Eldur hevur
verið í.
Nú hava teir sett
lynavleiðara upp.
Antennan umvæld
Frá mikudegnum til fyrra-
partin leygardagin í síðstu
viku var útvarpið bert at
hoyra á FM av tí, at
millubylgjuantennan varð
umvæld.
Tað vóra tveir ella
tríggir træðrir, sum vóra
niðurdotnir. Tann fyrsti
fór fyrst í desember, og
varð tá fyribils umvældur,
men nú var antennan so
mikið illa farin, at ein
rættulig umvæling mátti
gerast. Tað hevur verið
nógv óljóð á í seinastuni av
hesum sama.
Annars verður sagt, at
antennan er nógv útsett
fyri at máast, ti hon er so
stór og arbeiðir nógv, tá
tað er vindur.
Marius við
Børinum
1 síðstu viku sendi
útvarpið fyrsta part av eini
nýggjari framhaldssøgu,
tað er Marius Johannesen,
sum er farin at lesa Bør
Børson. Men hvørki Mari-
us ella Børarin era
fremmandir fyri Føroya
fólki - ella rættari sagt fyri
tí parti av Føroya fólki,
sum minnist tólv ár aftur í
tiðina.
Tað var í 1962, at
lurtaramir kundu gleða
seg til hvørt hóskvøld, tá
Marius las hesa skemtiligu
skaldsøguna hjá Johan
Falkberget um tann løgna
og tápuliga heimføðingin
Bør, sum vann sær stórt
ríkidømi, tí lukkan var
betri enn forstandið.
Bør Børson er ein nógv
lisin bók og er eisini
filmatiserað, men hon er
kortini ikki eyðkend fyri
Johan Falkberget, sum
vanliga er meira álvar-
samur í tí, hann skrivar.
Jóhan Falkberget er fød-
dur í Røros nærhendis
Tróndheimi í 1879. Hann
vísti tíðliga stóran áhuga
fyri bókmentum. Um
Eddarmótið gav hann út
eina røð av fólkasagnum,
og í 1907 flutti hann til
Oslo og búði har sum
rithøvundur, til hann flutti
heimaftur til Røros í 1922.
Marius Johannesen