Tíðindablaðið - 13.03.1974, Blaðsíða 6
TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974
Síða 6
Minni pening til
forsetavalevnini
í USA hevur Watergate-
gølan gjørt, at mikið
orðaskifti hevur tikið seg
upp um peningaveiting-
ar til valevnini uppundir
forsetavalini.
í einum serligum
boðum til kongressina
hevur Richard Nixon nú
mælt til, at peningaveit-
ingamar til valgrunnar
verða nógv avmarkaðar.
Hann skjýtur upp, at
ongin einstaklingur fær
loyvi til at geva meira
enn 15.000 dollarar til
eitt forsetavalstríð, og
forboð eigur at setast
fyri loyniligum peninga-
veitingum. Ein serstøk
nevnd eigur at setast at
hava eftirlit við, at alt
fer reiðiliga fram, sigur
Nixon.
Ringar tíðir
fyri stavn
1 síni fyrstu almennu
røðu eftir at hann var
vorðin forsætisráðharri,
segði Harold Wilson, at
bretska fólkið hevur eina
torfcya tíð fyri framman.
011 mugu vit offra fyri
at loysa landsins trupul
leikar, men tey sum
mugu bera tær størstu
byrðamar em tey, sum
best em før fyri at bera
tær, segði hann.
Leiðarin í konserva-
tiva flokkinum, Edward
Heath, sigur, at stjómin
hevur slakað ov nógv
fyri at fáa enda á
verkfallinum í landinum,
og hetta fer at koma
aftur um brekku.
Ætla at fella
stjómina
Ein tinglimur fyri liber-
ala flokkin í Bretlandi
hevur sagt, at flokkurin
ætlar at royna at fellá
minnilutastjómina hjá
Harold Wilson so skjótt
sum til ber.
Oljusáttmáli
Iran og Vesturtýskland
hava gjørt ein sáttmála
um at samarbeiða um
útvinning av olju og
gassi í Iran. Hesin
sáttmáli er eitt lið í eini
ætlan um búskaparligt
og idnaðørligt samar-
beiði millum hesi bæði
londini.
Vesturtýska stjómin
hevur lovað at veita
hjálp til bygging av
einum oljureinsiverki í
Suðuriran og afturfyri
skal meginparturin av
oljuni, sum verður
reinsað á hesum verki,
latast Vesturtýsklandi.
Bretska stjómin
og EF
Bretski uttanríkisráð-
harrin, James Callag-
han, sigur, at arbeiðara-
stjómin fer at halda fast
við ætlanina at taka upp
samráðingar við felags-
marknaðin um tær
treytir, sum Bretland í
sini tíð fekk fyri
limaskapi.
George Thompson,
sum var ráðharri í tí
gomlu arbeiðarastjóm-
ini, hevur heitt á
stjómina um at sleppa
hesi ætlan. Hann sigur,
at slíkar samráðingar
fara at føra við sær
ovurstórar løgfrøðisligar
spumingar.
James Callaghan sig-
ur, at stjómin nú fer at
kanna, hvørjar avleið-
ingar limaskapur í fe-
lagsmarknaðinum hevur
havt á prísimar í
Bretlandi.
15 blaðmenn
lótu lív
Fimtan algierskir blað-
menn lótu lív, tá
flogfarið, teir vóm við,
datt niður, stutt áðrenn
tað skuldi lenda í Hanoi í
Norðurvietnam. Blað-
menninir vóm á ferð í
Asia í samband við
vitjanina hjá Boumedi-
enne, forseta, har.
STUTT
UTTANEFTIR
Dayan heldur fram i starvinum
sum ovasti fyri verjuna
Sunnukvøldið fekk nýggja ísraelska stjómin álitisváttan í
tj óðartinginum
Nixon og Water-
gate
Løgfrøðisliga nevndin
hjá amerikanska um-
boðsmannatinginum he-
vur fingið at vita, at
Richard Nixon fer ikki at
lata alt tað tilfar frá sær,
sum nevndin vil hava.
Henda nevndin viðgerð
málið um forsetin skal
stevnast fyri ríkisrættin.
Millum tað tilfar, sum
forsetin sýtir fyri at lata
nevndini, em nakrar
bandupptøkur.
ísrael og
Sýrialand *
ísraelska fregnartæn-
astan hevur
frænir av, at sýriálend-
ingar hava ætlanir um at
gera eitt snarálop fyri at
taka økir aftur, sum teir
hava mist, sigur ísraels-
ki forsætisráðharrin,
Golda Me'ir.
Ein sovjettisk-sýria-
lendsk kunngerð sigur,
at vandi er fyri einum
nýggjum kríggi, um
ísrael ikki tekur seg av tí
hersetta lendinum.
I Damaskus sigur
Hafez al Assad forseti,
at Sýrialand má altíð
halda seg til reiðar at
vinna tey mistu økini
aftur.
Skerpingurin í
Vesturafrika
Reyðakrossfelagið hevur
aftur sent út áheitanir
um at fáa mat, pening og
medisin til hjálparveit-
ingar í Afrika. Felagið
sigur, at støðan á
teimum økjum, sum em
rakt av skerpinginum, er
nógv verri í ár enn í fjør,
og fleiri hundrað fólk
doyggja dagliga.
Tey londini, sum er u
meinast rakt, em Tchad,
Mali, Mauretania, Nig-
er, Senegal og Ovara
Volta.
Lika síðani 31. desember í
fjør hevur ísrael havt eina
fyribils stjóm, meðan
Golda Melr hevur roynt at
fáa semju um skipan av
eini nýggjari stjóm. í
síðstu viku fekk hon at
Golda Meir skipar aftur
stjóm
enda Moshe Dayan og
tann Tjóðskaparliga religi-
øsa flokkin at játta at vera
við í tí nýggju stjórnini.
Dayan hevur verið
ógvuliga trekur at koma
uppí eina nýggja stjóm,
men tá hann kortini hevur
latið sær eftirlíka, er ein
gmndin óivað tann, at tað
hevur ljóðað frá her-
mannaflutningi sýrialend-
sku megin markið.
Samráðingar við
Sýrialand
Tað hevur verið so mikið
meira umráðandi hjá
Goldu Meír at skipa eina
sterka stjóm, við tað, at
samráðingar skulu førast í
næstum við Sýrialand um
afturtøku av herfólki, og
so truplar hesar samráð-
Ein japanskur hermað-
ur, sum hevur fjalt seg i
fmmskóginum á Filips-
oyggjunum, síðani sein-
na heimskríggj endaði,
kom út úr skóginum
seinasta sunnudag
sama dag sum hann fylti
.52 ár.
Hann var ein av
’teimum mongu japansku
hermonnunum, sum ikki
yvirgóvu seg, tá Japan
hevði tapt kríggið í
1945, og hann fór inn í
fmmskógin á Lubang-
oynni, har hann hevur
livað saman við einum
øðmm hermanni.
Fyri tveimum ámm
síðani læt vinmaðurin lív
undir einum samanbresti
við politi á Filipsoyggju-
num. Ein politimaður
læt eisini lív undir
hesum samanbresti.
ingar enn kunnu fara at
vera, høvdu tær verið enn
tmplari, um stjómin stóð
veik.
Seinasta ferðin hjá
amerikanska uttanríkis-
ráðharranum í Miðeystri
var ikki úrslitaleys, tað
eydnaðist honum millum
annað at fáa sýrialendsku
stjómina at lata frá sær
ein lista við nøvnunum á
teimum ísraelsku fangu-
num, sum vórðu tiknir
undir oktober-krígnum í
fjør. Hesin listi kunnu vit
siga, var lykilin til tær
samráðingar, sum nú
skulu vera, tí ísraelska
stjómin hevði greitt sagt,
at hon vildi ikki samráð-
ast, fyrr enn hon hevði
fingið henda lista. Ikki
fyrr enn ein sáttmáli er
gjørdur millum Israel og
Sýrialand um afturtøku av
herfólkinum, kann friðar-
ráðstevnan í Geneve kal-
last samanaftur.
Ósemja í arbeið
araflokkinum
Høvuðsmálini hjá eini
stjóm í tsrael hava altíð
verið at varðveita friðin og
samstundis hugsa um
landsins tryggleika, men
onnur mál, sum henda
stjómin má seta ovarlaga
á skrá sína er at tryggja
handilin við útheimin, at
vissa sær tilflutning av
neyðugum vørum - ikki
minst olju. Millum innan-
ríkismálini er tað fyrst og
fremst stríðið imóti infla-
Funnin av einum
ferðamanni
í februar mánaða kom
ein japanskur studentur,
sum var á ferð inni í
frumskóginum, fram á
hermannin og talaði við
hann og tók myndir av
honum.
Studenturin bar boð
frá hermanninum, at
hann var til reiðar at
yvirgeva seg, um stjóm-
in á Filipsoyggjunum
ikki revsaði hann fyri
politistin, sum læt lív,
og um leiðarin í tí
herdeildini, sum hann
hevði tænt í undir
krígnum, kom og las
boðini fyri honum frá
japansku stjórnini til
herin um, at kríggið var
hildið uppat.
Sapir - verður hann
forscetisráðharri?
tiónini, sosialir spumingar
og íbúðarviðurskifti og
ikki minst ósemja í
arbeiðaraflokkinum.
Golda Meir er 76 ár, og
tað hevur fleiri ferðir
ljóðað, at hon hevur ætlað
at leggja frá sær, men í
flokkinum er mikil ósemja
um, hvør skal taka við
eftir hana. Um nýval ikki
verður útskrivað í úrtið,
fer hon neyvan at vera
sitandi hetta valskeiðið út,
og tað em nógvir, ið vera
nevndir sum arvtakarar
eftir hana. Teir sum
kanska hava bestan møgu-
leika at verða valdir til
forsætisráðharra, em Yi-
gal Allon, ið hevur verið
varaforsætisráðharri , og
Pinhas Sapir, ið hevur
verið búskaparráðharri.
Tað fer uttan iva at vera
neyðugt hjá Goldu Meír at
brúka sín myndugleika í
flokkinum til at royna at
fáa semju millum hesar
stríðandi bólkamar í flokki
sínum, áðrenn hon kann
leggja frá sær.
Leiðarin í herdeildini -
sum nú er bókhandlari í
Tokio X fór til Luang við
boðunum frá stjómini og
bað tann 52 ára gamla
hermannin um at leggja
vápnini frá sær, tí
kríggið var av.
Foreldrini framvegis
á livi
Millunr teirra, sum tóku
ímóti hermanninum tá
hann kom út úr
fmmskóginum, var
bróður hansara. For-
eldrini búgva framvegis í
Tokio, og tá tey frættu,
at sonurin var á lívi,
skóm tey í grát. Tey
høvdu fyri mongum
ámm síðani fingið at
vita, at hann var fallin í
krígnum og høvdu reist
ein minnisstein yvir
hann á einum kirkju-
garði í Tokio.
Hevur krógvað seg i
frumskógini i 29 ár