Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Page 6

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Page 6
TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 Síða 6 Minni pening til forsetavalevnini í USA hevur Watergate- gølan gjørt, at mikið orðaskifti hevur tikið seg upp um peningaveiting- ar til valevnini uppundir forsetavalini. í einum serligum boðum til kongressina hevur Richard Nixon nú mælt til, at peningaveit- ingamar til valgrunnar verða nógv avmarkaðar. Hann skjýtur upp, at ongin einstaklingur fær loyvi til at geva meira enn 15.000 dollarar til eitt forsetavalstríð, og forboð eigur at setast fyri loyniligum peninga- veitingum. Ein serstøk nevnd eigur at setast at hava eftirlit við, at alt fer reiðiliga fram, sigur Nixon. Ringar tíðir fyri stavn 1 síni fyrstu almennu røðu eftir at hann var vorðin forsætisráðharri, segði Harold Wilson, at bretska fólkið hevur eina torfcya tíð fyri framman. 011 mugu vit offra fyri at loysa landsins trupul leikar, men tey sum mugu bera tær størstu byrðamar em tey, sum best em før fyri at bera tær, segði hann. Leiðarin í konserva- tiva flokkinum, Edward Heath, sigur, at stjómin hevur slakað ov nógv fyri at fáa enda á verkfallinum í landinum, og hetta fer at koma aftur um brekku. Ætla at fella stjómina Ein tinglimur fyri liber- ala flokkin í Bretlandi hevur sagt, at flokkurin ætlar at royna at fellá minnilutastjómina hjá Harold Wilson so skjótt sum til ber. Oljusáttmáli Iran og Vesturtýskland hava gjørt ein sáttmála um at samarbeiða um útvinning av olju og gassi í Iran. Hesin sáttmáli er eitt lið í eini ætlan um búskaparligt og idnaðørligt samar- beiði millum hesi bæði londini. Vesturtýska stjómin hevur lovað at veita hjálp til bygging av einum oljureinsiverki í Suðuriran og afturfyri skal meginparturin av oljuni, sum verður reinsað á hesum verki, latast Vesturtýsklandi. Bretska stjómin og EF Bretski uttanríkisráð- harrin, James Callag- han, sigur, at arbeiðara- stjómin fer at halda fast við ætlanina at taka upp samráðingar við felags- marknaðin um tær treytir, sum Bretland í sini tíð fekk fyri limaskapi. George Thompson, sum var ráðharri í tí gomlu arbeiðarastjóm- ini, hevur heitt á stjómina um at sleppa hesi ætlan. Hann sigur, at slíkar samráðingar fara at føra við sær ovurstórar løgfrøðisligar spumingar. James Callaghan sig- ur, at stjómin nú fer at kanna, hvørjar avleið- ingar limaskapur í fe- lagsmarknaðinum hevur havt á prísimar í Bretlandi. 15 blaðmenn lótu lív Fimtan algierskir blað- menn lótu lív, tá flogfarið, teir vóm við, datt niður, stutt áðrenn tað skuldi lenda í Hanoi í Norðurvietnam. Blað- menninir vóm á ferð í Asia í samband við vitjanina hjá Boumedi- enne, forseta, har. STUTT UTTANEFTIR Dayan heldur fram i starvinum sum ovasti fyri verjuna Sunnukvøldið fekk nýggja ísraelska stjómin álitisváttan í tj óðartinginum Nixon og Water- gate Løgfrøðisliga nevndin hjá amerikanska um- boðsmannatinginum he- vur fingið at vita, at Richard Nixon fer ikki at lata alt tað tilfar frá sær, sum nevndin vil hava. Henda nevndin viðgerð málið um forsetin skal stevnast fyri ríkisrættin. Millum tað tilfar, sum forsetin sýtir fyri at lata nevndini, em nakrar bandupptøkur. ísrael og Sýrialand * ísraelska fregnartæn- astan hevur frænir av, at sýriálend- ingar hava ætlanir um at gera eitt snarálop fyri at taka økir aftur, sum teir hava mist, sigur ísraels- ki forsætisráðharrin, Golda Me'ir. Ein sovjettisk-sýria- lendsk kunngerð sigur, at vandi er fyri einum nýggjum kríggi, um ísrael ikki tekur seg av tí hersetta lendinum. I Damaskus sigur Hafez al Assad forseti, at Sýrialand má altíð halda seg til reiðar at vinna tey mistu økini aftur. Skerpingurin í Vesturafrika Reyðakrossfelagið hevur aftur sent út áheitanir um at fáa mat, pening og medisin til hjálparveit- ingar í Afrika. Felagið sigur, at støðan á teimum økjum, sum em rakt av skerpinginum, er nógv verri í ár enn í fjør, og fleiri hundrað fólk doyggja dagliga. Tey londini, sum er u meinast rakt, em Tchad, Mali, Mauretania, Nig- er, Senegal og Ovara Volta. Lika síðani 31. desember í fjør hevur ísrael havt eina fyribils stjóm, meðan Golda Melr hevur roynt at fáa semju um skipan av eini nýggjari stjóm. í síðstu viku fekk hon at Golda Meir skipar aftur stjóm enda Moshe Dayan og tann Tjóðskaparliga religi- øsa flokkin at játta at vera við í tí nýggju stjórnini. Dayan hevur verið ógvuliga trekur at koma uppí eina nýggja stjóm, men tá hann kortini hevur latið sær eftirlíka, er ein gmndin óivað tann, at tað hevur ljóðað frá her- mannaflutningi sýrialend- sku megin markið. Samráðingar við Sýrialand Tað hevur verið so mikið meira umráðandi hjá Goldu Meír at skipa eina sterka stjóm, við tað, at samráðingar skulu førast í næstum við Sýrialand um afturtøku av herfólki, og so truplar hesar samráð- Ein japanskur hermað- ur, sum hevur fjalt seg i fmmskóginum á Filips- oyggjunum, síðani sein- na heimskríggj endaði, kom út úr skóginum seinasta sunnudag sama dag sum hann fylti .52 ár. Hann var ein av ’teimum mongu japansku hermonnunum, sum ikki yvirgóvu seg, tá Japan hevði tapt kríggið í 1945, og hann fór inn í fmmskógin á Lubang- oynni, har hann hevur livað saman við einum øðmm hermanni. Fyri tveimum ámm síðani læt vinmaðurin lív undir einum samanbresti við politi á Filipsoyggju- num. Ein politimaður læt eisini lív undir hesum samanbresti. ingar enn kunnu fara at vera, høvdu tær verið enn tmplari, um stjómin stóð veik. Seinasta ferðin hjá amerikanska uttanríkis- ráðharranum í Miðeystri var ikki úrslitaleys, tað eydnaðist honum millum annað at fáa sýrialendsku stjómina at lata frá sær ein lista við nøvnunum á teimum ísraelsku fangu- num, sum vórðu tiknir undir oktober-krígnum í fjør. Hesin listi kunnu vit siga, var lykilin til tær samráðingar, sum nú skulu vera, tí ísraelska stjómin hevði greitt sagt, at hon vildi ikki samráð- ast, fyrr enn hon hevði fingið henda lista. Ikki fyrr enn ein sáttmáli er gjørdur millum Israel og Sýrialand um afturtøku av herfólkinum, kann friðar- ráðstevnan í Geneve kal- last samanaftur. Ósemja í arbeið araflokkinum Høvuðsmálini hjá eini stjóm í tsrael hava altíð verið at varðveita friðin og samstundis hugsa um landsins tryggleika, men onnur mál, sum henda stjómin má seta ovarlaga á skrá sína er at tryggja handilin við útheimin, at vissa sær tilflutning av neyðugum vørum - ikki minst olju. Millum innan- ríkismálini er tað fyrst og fremst stríðið imóti infla- Funnin av einum ferðamanni í februar mánaða kom ein japanskur studentur, sum var á ferð inni í frumskóginum, fram á hermannin og talaði við hann og tók myndir av honum. Studenturin bar boð frá hermanninum, at hann var til reiðar at yvirgeva seg, um stjóm- in á Filipsoyggjunum ikki revsaði hann fyri politistin, sum læt lív, og um leiðarin í tí herdeildini, sum hann hevði tænt í undir krígnum, kom og las boðini fyri honum frá japansku stjórnini til herin um, at kríggið var hildið uppat. Sapir - verður hann forscetisráðharri? tiónini, sosialir spumingar og íbúðarviðurskifti og ikki minst ósemja í arbeiðaraflokkinum. Golda Meir er 76 ár, og tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at hon hevur ætlað at leggja frá sær, men í flokkinum er mikil ósemja um, hvør skal taka við eftir hana. Um nýval ikki verður útskrivað í úrtið, fer hon neyvan at vera sitandi hetta valskeiðið út, og tað em nógvir, ið vera nevndir sum arvtakarar eftir hana. Teir sum kanska hava bestan møgu- leika at verða valdir til forsætisráðharra, em Yi- gal Allon, ið hevur verið varaforsætisráðharri , og Pinhas Sapir, ið hevur verið búskaparráðharri. Tað fer uttan iva at vera neyðugt hjá Goldu Meír at brúka sín myndugleika í flokkinum til at royna at fáa semju millum hesar stríðandi bólkamar í flokki sínum, áðrenn hon kann leggja frá sær. Leiðarin í herdeildini - sum nú er bókhandlari í Tokio X fór til Luang við boðunum frá stjómini og bað tann 52 ára gamla hermannin um at leggja vápnini frá sær, tí kríggið var av. Foreldrini framvegis á livi Millunr teirra, sum tóku ímóti hermanninum tá hann kom út úr fmmskóginum, var bróður hansara. For- eldrini búgva framvegis í Tokio, og tá tey frættu, at sonurin var á lívi, skóm tey í grát. Tey høvdu fyri mongum ámm síðani fingið at vita, at hann var fallin í krígnum og høvdu reist ein minnisstein yvir hann á einum kirkju- garði í Tokio. Hevur krógvað seg i frumskógini i 29 ár

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.