Tíðindablaðið - 13.03.1974, Síða 7
Síða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. iriars 1974
Tingingar í apríl um
íslandsfiskiskap
Bert tríggir
føroyskir
trolarar
royna innan fyri
50 fjórðinga
markið nú
Teir flestu trolarnir hjá
Skipafelagnum liggja enn
við bryggju. Fáa teir loyvi
at royna undir Islandi, tá
teir fara til fiskiskap ?
Landsstýrið hevur havt
samband við íslendsku
myndugleikarnar um loyvi
fyri fleiri nýggjar føroysk-
ar trolarar at veiða innan
fyri 50 fjórðingamarkið.
í slendingar eru til reiðar at
tingast um málið, og
roknað verður við, at ein
føroysk nevnd fer til
íslQrds einaferð í apríl.
9 fingu
loyvi
Tá íslendingar fluttu fiski-
markið út á 50 fjórðingar í
1972 góvu teir góvo-teir
teimum føroysku salt-
fiskatrolarunum loyvi at
veiða innanfyri. Hesir
trolarar vóru 9 í tali.
Síðani eru fleiri famir
burturav. Magnus Heina-
son hevur ligið, síðani
eldur var i honum í
íslandi. Leivur Øssurson
hevur verið brúktur til
royndarfiskiskap á Før-
oyaleiðini, og Vágbingur
hevur ligið stillur í drúgva
tíð.
Fleiri nýggir
í løtuni royna bert tríggir
føroyskir trolarar innan
fyri íslendska fiskimarkið.
Teir eru Mýiingur, Olavur
Halgi og Jegvan Elias
Thomsen.
Ongin av teimum nýg-
gju føroysku trolarunum
hevur fingið undantaks-
loyvi. Hesir em Vestfinnur
og Norðfinnur i Vestman-
na, Tórð í Havn og so
trolamir hjá Skipafelag-
num.
Talan er um, at Tórð
skal fáa tað loyvi, sum
Magnus Heinason hevur
havt.
Nøvnini
skiftast
Higartil hava íslendingar
ikki givið fleiri enn tey 9
loyvini, sigur Eli Nolsøe,
landsstýrismaður, í sam-
røðu við Tiðindablaðið.
Uppá fyrispurningar úr
Føroyum hava íslendingar
svarað, at vit nýta bert trý
av teimum givnu loyvu-
num, og at spurningurin
kann loysast bert við at
skifta nøvnini um til teir
nýggju trolarnar, men
hetta hevur landsstýrið
ikki viljað gjørt, sig ’ Eli
Nolsøe. Hann skoyiir
uppí, at Vestmannatrolar-
nir fáa væntandi loyvi ein
av teimum fyrstu døgu-
num.
Vilja vita
støðuna
Fleiri nýggir trolarar em í
gerð til Føroya, og í
teimum flestu fømnum
hava menn roknað við, at
hesir trolarar skulu veiða
innan fyri mark undir
Islandi umframt at royna
undir Føroyum.
- Dagliga koma menn til
Noreg fer væntandi um
fáa ár at fáa stórar
nøgdir av natúrgassi
frá oljuøkjunum í
Norðsjónum.
Norska stjórnin hev-
ur kannað møguleikar-
nar fyri at leggja eina
gass-rørleiðing yvir
fjøllini til Svøríkis, men
støða er ikki tikin til
hetta enn.
Svøriki er hugað fyri
at keypa bæði gass og
uiju frá norðmonnum.
Skal tað loysa seg at
byggja eina slíka leið-
ing, má Svøríki keypa
átta til tíggju miljardir
landsstýrið og vilja hava
greitt at vita, hvussu
støðan er, sigur Eli
Nolsøe. Hetta hevur ført
tU, at landsstýrið hevur
biðið um nýggjar samráð-
ingar um málið sum heild,
og tær verða i apríl.
Vit hava ongari
mótstøðu møtt frá íslend-
ingum, sigur Eli Nolsøe,
landsstýrismaður.
kubikmetrar av gassi
árliga úr Noregi.
Læra at
hagreiða
Umleið 40 flakavirkisleið-
arar, formenn og vraki-
eftirlitsmenn hava verið á
tvey daga skeiði í Havn,
har fyrUestrar vóru um
hagreiðing av fiski, lønir
og sáttmálar, rasjonaliser-
ing og uppbygging av
einum framtíðar flakavirki
Birgir Danielsen, Robert
Poulsen, Karsten Hoydal
og tveir danir hildu fyri-
lestrar á skeiðinum.
Noreg selur møguliga
gass til Svørikis
TÍÐINDI
UR
SUÐUROY
Vágbingur í
Noreg
Vágbingur lá leingi við bryggju í Vági, áðrenn
hann varð seldur
Skála Skipasmiðja hev-
ur klassað botnin,
skrokkin og tangamar
á Vágbingi, sum Heri
Hjelm og Absalon
Absalonsen keyptu frá
landinum herfyri.
Keypspeningurin
var 1,9 milj. kr., harav
teir rindaðu 10% í
eginpeningi, meðan res-
tin er lán úr landskas-
sanum.
Trolarin er nú farin
til Noreg, har hann
verður sandblástur og
metalliseraður. Lastin
skal eisini broytast til
ídnaðarfisk. Ætlanin er
at royna eftir hvitings-
bróður, svartkjafti og
brishngi. Trolarin hev-
ur fingið rullu og
fiskapumpu.
Vágbingur kemur af-
tur á páskum. Hann
stendur tá eigarunum í
3 milj. kr.
Virkið
í Lopra
Menn frá Atlas em
komnir til Vágs at seta
maskinurnar á silda-
virkinum í Lopra upp.
Maskinurnar vórðu
keyptar úr Islandi og
hava staðið í Lopra í
eina tíð.
Virkishúsini em lið-
ug. Tey em 24 x 54
metrar stór í einari
hædd.
Virkið framleiðir 150
tons um samdøgrið, og
tað fer væntandi í
gongd í mei mánað.
Gudmundur
klassaður
Gudmundur, sum hevur
staðið á sleipistøð á
Tvøroyri, er nú farin á
flot aftur. Skipið er
klassað, og arbeiðið
hevur gingið nakað
striltið av tí, at fólkið á
sleipistøðini hevur verið
sjúkt. Gudmundur er
nú farin aftur í
Norðsjógvin at veiða
hvítingsbróður.
R. Effersøe
til Grønlands
Rasmus Effersøe fer í
hesi vikuni til Grøn-
lands á saltfiskaveiðu.
Seinasta túr var hann
við Labrador og royndi
eftir svartkalva. Teir
fingu 213 tons, sum
vórðu seld fyri slaka
eina miljón. Tað gekk
ein tíð, áðrenn teir fingu
selt lastina.
Skipari á Rasmussi
Effersøe er Ansgar
Sørensen.
Nýggjan
motor
Anna T hevur fingið
kmmtapsaksulin út
skiftan, og hon skal nú
hava nýggjan motor,
sum kemur um tveir
mánar.
Teir hava trolað i
Norðsjónum.
Skifta
spæl
Breiðanes hevur verið í
Norra og fingið nýtt
spæl ísett. Tað brot-
naði, meðan teir royndu
i Norðsjónum.
Ranafossur
avstað
Ranafossur fór i gjár á
nýggjan saltfiskatúr í
Ný Fundlandi. Skipari
er Jóhan KarÍ Djurhuus
á Selatrað, sum eisini
førdi hann seinasta túr.
Tá vóm teir fyrst í
Ný Fundlanđi og fóru
síðani til Grønlands.
Teir komu heim 22.
desember og fóru til
Noreg við lastini.
Aftaná vóm teir i
Danmark og fingu
nýggjan ljósmotor íset-
tan.