Tíðindablaðið - 13.03.1974, Qupperneq 16
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974
Síða 16
MÍN MEINING
Eigur mark at vera fyri,
hvussu skjótt tað er
loyvt at koyra i ferðslun-
i?
Olivur Næss, radiomek-
anikkari:
Tað má altíð vera eitt
mark eftir umstøðunum.
Á landsvegum skuldu
skelti verið sett upp,
sum søgdu fraá loyvdari
ferð. Summastaðni á
Oyggjarvegnum kann
koyrast 100 km., men
aðrastaðni ikki.
Ami Brattaberg, ar-
beiðstakari:
Ja, eitt mark eigur at
vera, men tað markið,
sum er i løtuni er ov lágt
og verður als ikki hildið.
Kjartan Kristiansen, bý-
ráðsskrivari:
Ja, tað er tryggari fyri
ferðsluna at hava eitt
mark. Tað eigur at vera
loyvt at koyra upp til 80
km., men annars er
ferðslulógin greið: um-
støðurnar skulu avgera
ferðina.
Tórbjørn Mikkelsen,full-
trúi:
Ja avgjørt, men spum-
ingurin er so bert, hvat
er tað rætta. Tað má eis-
ini ansast eftir, at mark-
ið, sum sett verður.
verður hildið.
SPEGILS-
MYNDIN
Bretlands synir
So skjótt sum Harold Wilson aftur hevði tikið við sum
bretskur forsætisráðharri, fekk hann stórar trupulleikar
at dragast við á arbeiðsmarknaðinum.
Til lukku við sigrinum, Harold! Vinningurin stendur og
bíðar uttanfyri.
Tjøldrini
koma
við
sólskini
Á grækarismessu koma
tjøldrini sum eitt boð
um, at tað ber móti
ljósari tíðum. Tað sá
eisini út til at veðurgud-
amir avgjørdu í ár, at
tey tjøldrini, sum sóu
oyggjamar aftur i gjár,
skuldu vera væl mót-
tikin við góðveðri og sól.
Sunnudagin vóm
grækarismessuhald í
Havn og í Klaksvik. í
Klaksvík var tað býráðs-
formaðurin, Trygvi Lak-
safoss, sum helt røðu, og
i Havn, haðani myndin
er tikin, helt Petur
Christiansen, býráðsfor-
maður, grækarismessu-
røðuna.
LEYST
OG
FAST
Dømd til at
klænka seg
LOS ANGELES: Tann
26 ára gamla Gloria
Owens varð herfyri
dømd til at klænka seg
frá 250 til 180 pund ella
at fara í fongsul fyri at
hava skrivað út kjek-
kir, sum peningur ikki
fanst fyri.
Dómarin upplýsti, at
ein rættarmedisinsk
frágreiðing bendi á, at
eitthvørt samband var
imillum, at Gloria
Owens var so feit, og so
lyndi hennara til at
skriva út kjekkir, sum
peningur ikki fanst fyri.
Háðaðu
Buddha
BANGKOK: Seks a-
merikanskir unglingar,
sum politiið tók, tí at
teir kluvu upp á eina
stóra Buddha-mynd í
Teilandi, kunnu fáa upp
til' trý ára fongsul. Teir
hava viðgingið seg
sekar í at hava vanært
eitt heilagt stað.
Buddhistamir í Tei-
landi rokna tað sum
halgibrot at nema
høvdið á Buddha við
menniskj alikaminum.
Tey seks ungu fólkini
vóm tríggjar gentur og
tríggir dreingir.
Ótøkk er
lønin
ROM: Biskuppurin í
Trapani, Fransesco ric-
ceri, fekk nýliga prógv
fyri, at tað er ikki heilt
vandaleyst at vera ein
miskunnarsamur
samariabúgvi.
Hann steðgaði bili
sínum fyri at hjálpa
tveimum ungum monn-
um, sum eftir øllum at
døma høvdu koyrt útav
við scootara, tá bilurin
hjá biskuppinum steð-
gaði, lupu báðir men-
ninir fram. Annar helt
sjaførinum hjá biskup-
pinum, meðan hin tók
krossin og lumma-
bókina hjá Ricceri.
Hann hevði tó bert 260
kr. uppi á sær.
Pening fyri
líkini
MOSKVA: Leiðarin á
einum líkhúsi í Moskva
er dømdur til 9 ára hart
straffiarbeiði fyri at
hava noytt skyldfólk
hjá deyðum Moskva
búgvum at gjalda sær
pening. Hildið verður,
at maðurin, sum eitur
Kirkjukhin, hevur tjent
fleiri túsund rublar á
henda hátt tey seinastu
fimm árini, nevnt
verður talið 46.000
krónur.
Kirkjukhin sýtti fólki
fyri at fara úr líkhúsi-
num uttan at gjalda
sær í minsta lagi 70 kr.
Kirkjuligt
ROM: Italskir biskup-
par skulu hyggja at
øllum filmum í Italia og
síðandi byta teir upp í
fýra bólkar. Hetta
verður gjørt sum ein
vegleiðing til katolik-
kamar, tá teir skulu
velja filmir.
Tað besta ummæli,
bispamir kunnu geva
einum filmi er, at seta
hann í bólkin «við-
mældur»Tað ringasta
er bólkurin «vrakaðuD>
Traktor við
høsnamegi
AABO: Á altjóða
landbúnaðarstevnuni í
Aabo í summar verður
ein traktor vístur fram,
sum gongur við høsna-
skitti. I Bretlandi og
USA hava teir gjørt tól,
sum fáa gass burtur úr
, høsnaskitti. Tólini kos-
ta einar 15.000 kr., og
tey skulu nú vísast
fram í Finnlandi.
Innbrot
SEATTLE, USA: Tað
hevði verið innbrot
tríggjar ferðir hjá
skúlalæraranum, Wil-
liam Gould, og hann
fekk tí eina tjóvaklokku
setta upp. Fyri nøkmm
døgum síðani var aftur
innbrot hjá William
Gould. Hesaferð stjólu
teir tjóvaklokkuna.
*
%
♦