Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Síða 9

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Síða 9
Síða 9 TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 BUNAÐAR- TÍÐINDI Onki misfarist Bert fyri jól var nakað av kava og frosti, síðani hevur verið at kalla tátt. Veturin hevur tó verið ringur, og nógvur seyður hevur leitað scer oman i fjøruna at eta tara. Henda myndin varð tikin í Lorvík í vetur. Ongin seyður hevur misfarist, tí tað hevur verið so lítið av kava, frættist av bygdunum. Minni mjólk Kýmar mjólkaðu minni í fjør enn árið fyri. Ein kanning visir, at miðal mjólkanøgdin pr. kúgv var 3.604 kilo ella næstan 200 kilo minni enn í 1972. Búnaðarráðgevarin, Hanus Wardum, sigur, at orsøkin kann vera, at menn brúka minni av kraftfóðri í fjør, tí tað dýrkaði so nógv. Ali- arbeiðið gongur framá. Fleiri kýr á brúkinum Talið á neytum liggur um 480, og tað broytist litið. Tað liggur rættu- liga javnt millum 470 og 500. Tann broyting er tó við at henda, at menn, sum bert hava eina ella fáar kýr, taka tær av, meðan teir, sum hava seks ella meira, fáa sær fleir; aftrat. 1 1964 hevði berit ein ir.aður 10 kýr og ein 9. I fjør vóru tað 8, sum høvdu 10 kýr ella meira, meðan 9 høvdu 8 til 10 kýr. Tomatir í vakstrarhúsinum í Hoyvík sáddu teir tomatfræ á nýggjári- num, og tomatimar em so væl vaksnar nú, at tær verða settar út í framleiðsluhúsið í hesi vikuni. Tað eru um 400 plantur, og tær fyrstu tomatimar koma á marknaðin 15. til 20. mei. Teir gjørdu royndir í Hoyvik við tomatum fyrstu ferð í fjør. Tað gekst væl, og teir fingu 21 kilo pr. m. 1 næstu viku fara teir at sáa agurkur. Royn- dir vóm eisini gjørdar í fjør, men tað gekst ikki so væl. Ov gamlar maskinur Maskinstøðin hevur so vánaligar maskinur nú, at hon kann neyvan átaka sær uppdyrking- ararbeiði. Skal nakað gerast, má støðin fáa pening til nýggjar maskinur, sigur Hanus Wardum. Blómur til páskar 1 Hoyvík framleiða teir blómur nú, tulipanir og páskaliljur. Tær em komnar á marknaðin og verða seldar hiðani til páskar. Einar 100 blómur verða seldar um dagin, og tað hevði lættliga sloppist av við meira, verður sagt. Fóður til seyðin Tað er best fyri seyðin at geva honum fóður dagliga frá nú av og út á várið, sigur seyðaráð- gevarin, Tummas á Kjalnesi. Eftir ein vetur sum henda em nógvar ær so mikið illa fyri, at tær em ikki mentar at føða lombini. Menn, sum hava óhøgligar hagar, kunnu fáa fóðurmaskinur bæði til súrhoyggj og kraft- fóður. Við hesum ma- skinum er bert neyðugt hjá teimum at geva seyðinum fjórða hvønn dag, sigur Tummas á Kjalnesi. Dyrkingarvegir Royndarstøðin hevur i vetur gjørt uppdyrking arvegir fleiri staðni. Mest hevur verið ar- beitt á Velbastað og í Tórshavnar Uttanbígg- ja kommunu. Tað em kommunur- nar og landskassin, sum gjalda kostnaðin av uppdyrkingarvegu- num. Fransmenn fiska væl av upsa undir Føroyum Fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen - Góðir møguleikar hjá føroyingum at royna við flótitroli eftir upsa Meðan tey føroysku skipi- ni, sum royna eftir upsa undir Føroyum, næstan bara royna við snellu, fáa útlendingar nógvan upsa við troli her um okkara leiðir. Tað em serliga frans- menn, sum fiska nógvan upsa undir Føroyum, teir nýta flótitrol og møguliga eisini botntrol, og eftir teimum tølum, sum teir uppgeva, fær hvør trolari ofta millum 10 og 20 tons um dagin. í fjør vórðu tilsamans veidd sløk 60.000 tons av upsa undir Føroyum, og av hesum hava føroyingar einans veitt sløk 10%. Endaligu tølini fyri føroys- ku veiðuna em ikki komin enn, men vit meta, at veiðan hjá føroyingum í fjør var nakað tað sama sum í 1972, sigur Jákup Sverri Joensen, fiskifrøð- ingur í viðtali við Tíðindablaðið. Føroyingar nr. 3 Upsaveiðan undir Føroy- um hevur vundið nógv uppá seg seinastu áu-'ini. Meðan veiðan í fjør var 59.880 tons, var hon 46.580 tons í fyrraárið. Til samanberingar kann nevn- ast, at samlaða veiðan í 1968 var 20.300 tons, og í 1962 var hon 10^400 tons. Nógv tann størsta partin veiða fransmenn, í 1972 fingu teir góð 28.000 tons, og tað er væl meira enn helvtin av tí, sum veitt varð, nr. 2 vóru bretar við góðum 8.600 tonsum, føroyingar komu sum nr. 3 við 5.650 tonsum, og týskarar veiddu 3.440 tons. Stórir trolarar Nógv tann størsti parturin av upsanum, sum verður fiskaður undir Føroyum, verður fingin við troli. Norðmenn fiska eitt sindur við gørnum - 470 tons í 1972. Tað em stórir hekku- trolarar, sum fransmenn brúka. Teir royna bara eystanfyri, inn móti fiski- markinum og út á einar 40 - 50 fjórðingar úr lanđi. Tað er í gýtingartíðini januar, febmar og mars, at tann nógvi upsin verður veiddur. Áttu at veitt meira sjálvir Tað er spell, at vit ikki fáa- meira av hesum upsa sjálvir, sigur Jákup Sverri Joensen. Vit eiga sjálvandi at leggja mestan dent á ta veiðuna, sum er mest lønandi, men upsaprísurin er nógv uppfarin í seinastuni, og her skuldu verið góðir møguleikar við flótitroli. Tað skuldi borið væl til at roynt eftir upsa í gýtingartíðini, og tá tann góða upsatíðin hasar av, kemur gýtingartíðin hjá svartkjaftinum, og tað skuldi ligið væl fyri hjá hesum somu skipum at trolað eftir svartkjafti frá mars til seinast í mai mánaða, sigur Jákup Sverri Joensen. Upsi til USA og Spania Fiskasølan upplýsir, at upsin, sum føroyingar fáa, verður lutvís frystur og lutvis flaktur. Tað frysta fer til USA. Ein sáttmáli er gjørdur við Spania um flaktan upsa, og ein verður væntandi gjørdur við Portugal um stutta tíð. Smáttan hjá Tom 1. Trælaeigarin, Shelby, var komin í skuld til ein trælahandlara, Haley, sum segði seg vera til reiðar at eftirgeva honum skuldina, um hann fekk trælin Tom afturfyri - og um hann eisini fekk eitt nekarabam afturat. Meðan teir sótu og talaðu saman um hetta, kom ein nekarakvinna, ið æt Elisa, inn við sínum lítla soni. Trælahandlarin hugdi gjølla at kvinnuni, og so skjótt hon var farin út, segði hann, at hann vildi keypa hana, og beyð nógvan pening fyri hana. Kvinnan hevði verið í húsinum hjá Shelby, frá tí hon var lítil genta, og hann vildi tí ikki selja hana - men hann vildi lata Haley fáa tann lítla drongin, um skuldin harvið var kvittað.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.