Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 2

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 2
Tíðindablaðið Otgevarar og blaðstjóm: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen Adr: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49. Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalcetting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Caracas Tann nógv umtalaði ST-fundurin um rættindini á havinum skal nú setast í Caracas í Venezuela. í tí fiskimarksstríði, sum hevur gjørt um seg ymsastaðni í heiminum, einamest her í Norðuratlants- havi, hevur í fleiri ár verið ført fram, at onki átti at verða gjørt við spurningin, fyrr enn ST-fundurin kom saman. ST og aðrir altjóða stovnar hava fyrr roynt at fá.a reglur gjørdar .fyri rættindini á øllum høvum. Men hesar royndir hava verið útslitaleysar. Sjónarmiðini hava verið so ymisk, at øll uppskot eru fallin. Tað er møguligt, at fundurin hesaferð kemur at roynast betur. Hugsast kann, at eitt úrslit fæst. Men hvat? Nú, áðrenn fundurin er settur, verður nógv.tosað um eina samtýkt um 200 fjórðinga mark. Hesum eru stórveld- ini ímóti, og tað er ein royndur lutur, at á altjóðáfundum eru tað stórveldini, sum ráða. Tveir føroyingar skulu vera við á fundinum at lurta eftir. Annars verða okkara sjónarmið um^oðað av donsku sendinevhdini. Tað má tykjast marghátt- ligt, at løgtingið als ikki hevur umrøtt okkara støðu á ST-fundinum. Tað rætta hevði verið, at vit framman- pndan vissaðu okkum, at Danmark fór at greiða atkvøðu fyri einura uppskoti, sum fjøldin av føroyingum tekur undir við. Á hesum fundi kann - kann - tað henda, at bert ein atkvøða kemur at vænta í, at eitt uppskot um t.d. 200 fjórðingar verður samtykt. Og tann atkvøðan kann koma at vera Danmarkar. Prát um málundirvísing* í skúlanum So ungt sum Tíðindablaðið er, hevur tað longu gjørt vart við seg í fleiri greinum um skúlaskap. Tað tykist at vera semja um, at skúlin í Føroyum er ikki tað, hann eigur at vera. Her verður ikki hugsað um, at skúlarnir eru ikki nóg góðir, ella at teir eru ov illa útgjørdir ella at lærarnir eru ov vánaligir - tað verður altíð ymiskt - og ikki nóg væl útbúnir til tey krøv, skúlaskipanin setur teimum. Men tað er sjálvt skúla- lagið, sum er skeivt. Og skeivleikin er, at skúlin er ikki bygdur upp eftir ti samfelagi, sum 'hann er skúli i. Vónandi fer henda skriving at halda fram, so at hon kann elva til orða- skifti um, hvussu skúlin eigur at vera. Soleiðis kunnu kanska mong hug- skotini koma fram. Tað er ikki væntandi, at lívs- dugur skal vera í nógvum av teimum. Men hvør veit, kanska verður okkurt gull- kornið ímillum, sum lívs- dugur' er í, so frægur, at eisini tað fer at krevja sær livsrætt. Tað,' sum eg havi i kvittanum, er at siga tvey orð um málundirvisingina í skúlanum. Tað er ikki so ógvuliga langt síðani, at bert eitt mál, 'danskt, var lært i føroyska skúlanum. Við stríð og strev slapp før- oyskt so eisini ' inn um skúlagátt. Nú verður eisini seinastu tíðina í barna- skúlanum iært eitt sindur av eingilskum og í støðum eisini týskt. í framhalds- skúlanum ganga hesi somu mál aftur, og í realskúla- num kann eisini - um ynskist - fáast eitt sindur av kunnleika til latín. í studentaskúlanum kemur so eisini franskt afturat. Saman við føróyskum og Petur Martin Rasmussen, prestur, skjýtur í hesi grein m.a. upp, at næmingar fáa undirvísing i fremmandum málum á tann hátt, at teir fara uttanlanda eina tíð donskum verður so lisið nakað av norskum, svens- kum og íslendskum um- framt norrønum máli. Fara vit til aðrar skúlar, fakskúlar, er fremmanda- málið fyri tað mesta eing- ilskt, um ikki bert. Tey gomlu, deyðu mál- ini, skulu vit í hesum viðfangi lata liggja. Tey, sum eftir eru, tey livandi málini, kunnu vit býta í tvinnar bólkar: tey norðúrlendsku og hini, sum eg her vil nevna tey fremmandu. Lat eitt verða sagt beinanvegin: vit eiga at og skulu læra annað ella onnur mál enn føroyskt. Tann vanlukka má ikki henda, at vit læsa okkum inni bert við føroyskum. Vit læra danskt so mikið væl - og eg vil ikki tala um okkum, sum lærdu tað góða gamla gøtudanska - at vit við kunnleika okkara til danskt duga at lesa, skilja umframt danskt eisini norskt og svenskt, og vit kunnu eisini so dánt tosa við fólk úr hesum trimum londum. Soleiðis eru vit væl fyri í Norðurlondum. Og tað er gott, at vit hava hesa kontakt við skyldmenn okkara fyri eystan og sunnan. Við at hava lært danskt hava vit lært eitt mál, sum ikki er okkara egna. Men við hesum «eyka» máli okkara koma vit ikki longur enn danir, sviar og norðmenn, sum einki «eyka» mál hava lært, men bert sítt móðurmál. Tað vil siga, at vit við málkunn- leika okkara røkka til norðurlondini og so ikki eitt fet longur. Hesi norðurlendsku fólk mugu læra seg fremmand mál fyri at sleppa út um Norðurlanda mark. Vit mugu tað sama. Hjá okkum vil tað siga, at vit altíð mugu læra eitt mál meir enn hinir norður- lendingamir. Skúlin bjóðar okkum - í mesta lagi- tríggjar møgu- leikar: eingilskt, týskt ogp franskt, ja møguleikar em hetta ikki, tí hesi mál skulu lærast. Hvussu leingi tey hava verið fremmandamálini í skúla- num , veit eg ikki. Spurningurin er nú, um ikki eigur at vera farið at hugsa um eisini at veita møguleikar fyri, at onnur mál sleppa framat. Nústani komi eg til tað, sum eg vildi við hesi grein. Eg skal bert halda meg til realskúlan, og eg fari at byrja við at kritisera. Aftaná fari eg at loyva mær at seta fram eitt uppskot. Eg vænti ikki, at tað skal verða uppfatað sum eitt «gullkom», í mesta lagi kanska vert at hugsa um, ella kundi tað eggjað onkran at komið við einum øðrum hug- skoti? Eg haldi meg hava eitt sindur av rætti at tosa uppií her. Fyri tað fyrsta eigi eg skúlabørn í hesum aldri. Eg havi verið lærari á hesum stigi í 10 ár og havi undirvíst eitt sindur í máli, og havi sjálvur gingið í slíkum skúla, um enn tað nú er nakað langt síðani. Vit byrja við kritikki- num. Ein fjøld av ungum fólki fær á hvørjum ári realskúlaprógv. Hesi ungu hava í trý ár brúkt umleið ein fjórðing av skúlatímum sinum til tvey fremmand mál, eingilskt og týskt. Tað vil siga, at tey í skúlanum, við lærara í hesum málum - umframt heimaarbeið - hava brúkt út ímóti 300 tímum um árið. 1 trý ár 900 timar. Kanna vit eftir, hvat komið er burturúr, er sjálvsagt rættuliga ym- iskt. Hugurin og hegni at fáast við mál er rættuliga avgerandi. Ein góður lærari kann fáa nøkur við, sum ein minni dugnaligur ikki 'fær. við. Eitt er í hvussu so er givið, halda hesi ungu ikki fram við at lesa hesi mál, er lítil og eingin dugur í hjá teimum at hava brúkt allar hesar tímar til teirra. Eitt annað: at skriva duga tey lítið. Og í triðja lagi: at tala hesi mál duga tey vist enn minni. Nú veit eg væl, at hesin málkunnleiki bert er ætl- aður sum grundarlag til at læra meir við. Og tað kann hann eisini brúkast til. Men tey flestu fara ikki at læra meir av máli. Og so standa tey, tá ið tey eru komin í okkurt arbeiði, sum tey hava lært til eftir skúlatíðina, og tað, tey lærdu av hesum málum er framhald á bls. 10 Evnaveik og diskriminering Felagið Javni, ið virkar teimum evnaveiku at bata, heitti herfyri á løgtingið um at taka ta sosialu umsitíngina yvir. Hetta varð gjørt út frá tí, at tað standast trupulleikar av, at umsitingin av teimum evnaveiku er í Danmark. Um hetta mál skrivar Hanus A. Samuelsen í einum lesarabrævi: Men tað harmiliga er, at vit nú hava fingið at vita, SJÓNARMIÐ at landsstýrið ikki hevur tikið umsitingina av evna- veikaforsorgini við. Um hetta er satt, mugu vit ásanna eina ferð aftrat, at evnaveikir føroyingar eis- ini verða diskrimineraðir, tá teir eisini her skulu latast eftir. Tjóðveldis- politikkur 14. September skrivar um uppstillingar tjóðveldis- floksins: Hann, sum dagliga hevur fylgt við dagliga politikki floksins, og sum nágreini- liga hevur lisið og kannað tey stevnumið, sum tjóð- veldistingið samtykti, noyðist at ásanna, at hetta er heilskapaður politikkur og heilskapaður flokkur. Og tað, sum ikki er minni vert er tað, at um henda politikk er full semja. Hetta gevur okkum góðar vónir um gott valúrslit. Prístil- niðurskurð av teimum almennu útreiðslunum í einari fossandi dýrtíð. Blaðið skrivar: Men tað er beint, at tað almenna í Føroyum átti at farið undir álvarsliga at minka um prístilskotini til teir partar av fiskivinnuni, sum í løtuni eiga fremsta pláss í sólini og fáa stóran vinning til fyrimun fyri aðrar vinnuvegir, sum arbeiða undir óblíðari korum. teimum tilafturskomnu londunum. Hvat føroyingar veita til hesa hjálp, hava vit ongi tøl um, men á seinastu fíggjarlóg setti fólka- flokkurin uppskot um yvir fíggjarlógina at veita umleið eitt promille av ti, sum fíggjarlógin er nú, men hetta uppskot varð felt. Nú kann sigast, at hesin peningur kanska hevði munað lítið, men vit vita, at tað skal rættuliga lítið til í tilafturskomnum londum t.d. at hjálpa børnum yvir sjúkur. Okk- ara áskoðan er, at føroyingar eisini alment áttu at víst viljan til at hjálpa teimum, sum eru tilafturskomin, men tað vildi løgtingið ikki. Ongan fiskimarks- politikk 14. September skrivar, at við tí meiriluta, sum nú ræður á tingi og við teirri støðu, sum Føroyar nú hava mótvegis Danmark, fáa vit aldri nakran føroyskan fiskimarkspoli- tikk: Vit fáa ongan fiskimarks- politikk uttan tann, sum danska ríkisstjórnin í- spinnur. Og hvør hesin danski fiskimarkspolitikk- ur er, tað vita vit. skotini Dimmalætting skrivar um framburðsflokkin hjá Mogens Glistrup, at tað er villleiðandi at tala um Tingið vildi ikki hjálpa Dagblaðið fýlist á hugin hjá løgtinginum at hjálpa

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.