Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 10

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 10
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. april 1974 Síða 10 ; Her eru húsini sædd. niðanífrá. Parturin høgru megin á myndini er frá 1866 doyði í 1964, 84 ára gomul. Kinna og Petur fingu fimm børn, sum øll eru á lívi. Elsti sonur teirra er Jákup bóndi á Skælingi. Næstelstur er Sofus, sum er lærari' í Havn. Tvær systrar, Mia og Hansina, búgva eisini í Havn,. meðan tann triðja dóttirin, Henny, giftist inn í húsini. Hon býr har framvegis og', hevur pápan hjá sær. Hugni Húsini Heimi í Stovu erui ikki millum tey stóru í Kvívík, men væl taka tey seg út, hóast tann elsti parturin nú er 138 ár, og hugnaligt er at koma inn. Tann gamla roykstovan verður nú brúkt sum køkur. Tróður var har til fyrst í hesari øldini, fcá' varð loft lagt i. Moldgólvið vardieisini 19. øld út, men so kom komfýrur í húsini, og hann mátti standa á trægólvi. Ein koyggju- song var eisini í royk- stovuni, men hon var tikin burtur. Stovan í ti elsta parti- num av húsunum er lítið broytt. Har heldur Petur á Skælingi sjálvur til nú. Skuffusengurnar eru tær gomlu við forhangi fyri, bíleggjarovnurin er har frá fyrstan tíð. Har eru eisini tvey skrín, sum eru nakað yngri - annað av teimum er komið úr Tjørnuvík - og ein klokka, sum Tjørnu- viks-Hanus keypti í Is- landi. Til stovuna hoyrdi eisini ein vevur, sum er til enn, men ikki stendur uppi. Hann er gjørdur til stovuna. Dámurin frá hinari øldini situr eftir í húsunum enn. Hesin bíleggjaraovnurin hevur fylgt húsunum ø-á fyrstan tíð og stendur enn í stovuni Gamlar bøkur eigur Petur eisini - her eru tað Brochmands-lestrar frá 1758 framhald frá bls. 2 so fjart nú, at tey hvørki kunnu lesa, skriva ella tala tað, og tað er ein fyritøka at fara undir tað aftur. Nú kann tað vera, at vit hava hug at halda, at tað er teirra egna skuld. Lat tað vera. Men hetta er so fyri tað. Og tað er ikki serliga hugalig sannroynd, at hava brúkt so stóran part av síni skúlatíð at læra mál, og so seinni í livinum, tá ið tey kanska aftur kundu havt hug at lisið okkurt á hesum málum, ella tey hava brúk fyri tí í arbeiði sínum ella fáa hug at ferðast, standa so at siga á berum botni. Spumingurin \ er nú: kann hetta vera øðrvísi? Ja, tað ivist eg ikki í. Nú kunnu hesi mál ikki samanberast hvørki við at lesa ella skriva danskt, men eg haldi við at tala danskt. Vit, sum hava búð í Danmark, lærdu at málbera okkum lættliga á donskum, og tað kendist ikki stravið at tala danskt allan dagin. Men koma vit, nú vit ikki tala danskt dagliga, til Danmarkar og skulu tala bert danskt, er tað móðsamt teir fyrstu tveir dagarnar, men so eru vit eisini komin á tað aftur. So komi eg til útkastið ella uppskotið. Vit hava 300 tímar um árið til eingilskt og týskt. Tað, sum eg kundi hugsað mær, var ein møguleiki, var at tikið hesar timar tað fyrsta av hesum trimum árum, og kanska tímamar í donskum við, so at teir vórðu út móti 500 tímum, til eina orientering um tey lond, i hvørs málum skúlin var førur fyri at geva undirvísing og øðrum londum við. Høvuðsdent- urin eigur at vera lagdur á at lesa litteratur (sjálvsagt umsettan), nútíðar sam- felagsviðurskifti, vinnulív, týdningur í altjóða sam- anhangi, okkara viður- skifti við viðkomandi lond o.s.fr. Á henda hátt kundi onkur næmingur fingið áhuga fyri einum ávísum landi og máli tess. Næsta árið skuldu tímarnir so verið býttir sunduraftur. Timarnir í donskum til norðurlendskt mál (við donskum sum høvuðsmáli). Hinir 300 tímarnir til eitt mál, sum næmingurin sjálvur valdi sær. Her koma lærara- krefturnar sjálvsagt át avmarka møguleikarnar, men eisini tær høvdu verið meira fjølbroyttar, um okkurt sovorðið skuldi verið fingið i lag. Henda undirvísing, sum byrjar við øðrum skúlaár- inum, skuldi hildið fram til jóla triðja árið. So skuldu næmingar, ið høvdu kast- að seg útyvir eitt mál kunnað sloppið eina tíð (eitt hálvt ár ella tríggjar mánaðar?) til viðkomandi land at lært at brúkt málið. Eg ivist ikki í, at á henda hátt var eitt mál lært so væl, at tað varð ikki gloymt aftur, so tað nakrantíð kundi sigast, at ein næmingurin stóð á berum í hesum máli. Hetta førir sjálvsagt ymsar trupulleikar við sær fyri skúlan. Men teir kunnu uttan iva loysast. Eitt, sum hevði verið fylgjan av hesum var, at undirvísingin í øllum hinum lærugreinunum mátti verið liðug á jólum triðja árið. Skal prógv vera í teimum, kann tað takast tá. Annars hevði borið til at lærararnir góvu um- dømi. Og so skuldu næmingurin, tá ið hann var liðugur við uttan- landaferð sína, lagt fram fyri skúlan (og censorar) eina skrivliga uppgávu, skrivað á tí fremmanda málinum, og á tann hátt prógvað, hvat hann hevði fingið burturúr. Og so sloppið undan prógvi í hinum greinunum. Um nakað tílíkt er møguligt í øðrum læru- greinum, dugi eg ikki at meta um. Men sum viður- skiftini eru i heiminum nú, er umráðandi at duga okkurt fremmant mál. Petur Martin Rasmussen

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.