Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
Síða 7
Skrivstovu- og
krambúðarfólk
krevja 50 - 100%
í lønarhækking
Men tað gongur framvegis illa at koma á
tal við arbeiðsgevarnar
Fakfelagið hjá Skrivstovu-
og Krambúðarfólki S & K,
fer nú at venda sær til
landsstýrið og biðja um, at
semingsmaður kemur uppí
at royna at fáa semju um
ein lønarsáttmála fyri
starvsfólk, sum arbeiða
hjá tí privata.
Verður semingsmaður
ikki útnevndur skjótt, fer
felagið á fund at taka
støðu til, um limirnir skulu
fara í verkfall.
Krøvini
Skrivstovu- og krambúð-
arfólkið hevur fingið ógv-
uliga ójavna løn higartil.
Hon hevur ligið millum
1.000 og 5.000 krónur.
Felagið hevur kravt, at
allir limimir verða løntir á
sama hátt, og at teir verða
býttir sundur i triggjar
lønarflokkar.
Ein flokkur skal umfata
skrivstovu- og krambúðar-
fólk uttan upplæring. í
samráðingaruppskotinum
hevur felagið skotið upp,
at hesi byrja við eini
mánaðarløn uppá 3.148
kr., og at lønin eftir 16
ámm hækkar til 4.200 kr.
Annar flokkur skal um-
fata skrivstovu- og kram-
búðarfólk við upplæring.
Teirra byrjunarløn skal
eftir uppskotinum vera
3.566 kr., og hon skal eftir
14 ámm hækkast til 4.721
kr. um mánaðan.
Tann triðji flokkurin em
fólk við størri ábyrgd -
fulltrúar og onnur. Hesi
fólk skulu byrja við 5.036
kr. um mánaðan.ogeftir 18
ámm koma uppá 6.538 kr.
Arbeiðs-
vikan
Formaðurin í S & K,
Jákup Lamhauge, sigur,
at tað er bert hesin triðji
bólkurin, ið hevur eina lon,
sum nærkast krovunum,
meðan øll hini liggja lægri,
serliga tey, sum onga út-
búgving hava.
í samráðingaruppskoti-
num verður eisini kravt, at
arbeiðsvikan skal vera 37
tímar. Hjá skrivstovufólki
er hon nú vanliga 39 og hjá
krambúðarfólki 40 til 44
tímar. Somuleiðis verður
kravt at fáa teir somu
føstu frídagarnar sum
starvsfólkið hjá tí almenna
hevur.
Fyri úrtíðararbeiði
verður kravt, at lønin
hækkar við 50% teir
fyrstu tríggjar tímarnar og
síðani við 100%.
Bert trý
svar
S & K hevur ikki enn fingið
nakrar tingingar við
arbeiðgevarnar um hesi
krøv. Felagið er nýtt, og
skrivstovu- og krambúðar-
fólkið hevur ikki áður havt
nakað fakfelag. Lønimar
em tí ógvuliga ójavnar.
Tað seinasta útspælið
frá felagnum var, at tað
herfyri skrivaði til allar
arbeiðsgevarar í Havn,
sum hava nakran av
limum felagsins í arbeiði. I
brævinum varð biðið um
samráðingar, og freistin at
svara varð sett til seinasta
mánadag.
Tilsamans vórðu brøv
send umleið 90 handlum og
skrivstovum í Havn. Bert
trý svar komu. Tann eina
fyritøkan segði seg hava
sent brævið til ummælis
hjá Havnar Arbeiðsgev-
arafelag. Ein onnur segði
seg vera til reiðar at
tingast, men gjørdi vart
við, at hon hevði ikki havt
samband við nakran annan
um málið. Tann triðja
fyritøkan ynskti, at S & K
skuldi gerast landsumfat-
andi, áðrenn tingingar
byrjaðu, men felagið hevur
áður samtykt.at tað skal
bert umboða skrivstovu-
og krambúðarfólk í Havn.
Verkfall?
S & K hevur fyrr vent sær
til Havnar Detailhandlara-
felag og Havnar Arbeiðs-
gevarafelag og biðið um
tingingar, men onki er
komið burturúr. í brævi-
num til teir einstøku
arbeiðsgevarnar varð biðið
Jákup Lamhauge, for-
maður í S&K
um, at teir settu eina
samráðingarnevnd, ella at
teir fingu feløg sini at taka
sær av málinum.
Jákup Lamhauge sigur,
at nú verður farið til lands-
stýrið at biðja um
semingsmann. -Vit ætla
ikki at bíða leingi eftir
einari avgerð í lands-
stýrinum, sigur hann.
-Verður semingsmaður
ikki settur, fer ein lima-
fundur at taka støðu til,
um vit skulu nýta tann
einasta møguleikan, sum
er eftir, og tað er verkfall.
NÝTT FRÁ
SKÚLUNUM
Hoyri- og
talulæra
Ein lærari skal setast at
undirvísa hoyri- og talu-
brekaðum børnum í
fólkaskúlanum í Suður-
streymoy. Ætlanin er so
við og við at fáa sett
nakrar lærarar, sum
skulu hava hesa undir-
vísing um hendi kring
landið. Har tørvur er á
tí, skulu teir bert undir-
vísa hoyri- og talu-
brekaðum, men eru ov
fáir næmingar til hetta,
skal lærarin eisini hava
aðra undirvísing. Hann
skal ferðast ímillum
skúlarnar og undirvísa.
Tveir lærarar eru
frammanundan settir í
slík størv. Teir eru í
Eysturoynni og Suður-
oynni.
Lærarin í Suður-
streymi kemur at undir-
vísa millum 2.365 børn.
Fyri tveimum árum
síðani tørvaði 12 bømum
í Suðurstreymi eyka-
undirvísing av einum
hoyri- og talulærara.
7. flokk
í Hoyvík
Skúlin í Hoyvik skal frá
komandi skúlaári hava
sjey flokkar. Hetta sein-
asta árið hevur skúlin
havt seks flokkar, og eitt
skifti vóm bert fimm.
Tórshavnar Uttan-
bíggja kommuna hevði
biðið um at fáa sjey
flokkar í Hoyvik eftir
summarfritíðina, og
skúlastjórnin hevur
samtykt at ganga hesi
umsókn á møti. -Skúla-
stjórnin hevur sam-
stundis mælt Uttan-
bíggja Kommunu til at
byggja skúla í Hoyvík.
Argja
skúli
Á skúlanum á Argjum
verða tveir ársvikarar
komandi ár. Har em
frammanundan fimm
føst lærarastørv. Ein
partur av næmingunum
á Argjum gongur í skúla
í Havn.
Lærarar
í Havn
Tvey lærarastørv aftrat
em normerað við komm-
unuskúlarnar í Havn.
Annað av hesum størv-
um er tímalærarastarv.
Starvið sum skúla-
stjóri í Eysturbýnum er
lýst leyst. Væntandi
skal ein varaskúlastjóri
eisini setast við henda
skúla.
At hyggja
at skúlum
Skúlastjórnin fer í næsta
mánað uttanlands at
hyggja at skúlum og fáa
sær kunnleika til skúla-
skap. Ætlanin er at fara
til Keypmannahavnar,
Odense og Bergen.
Sang-
skeið
Føroya Sanglærarafelag
heldur á hvørjum ári
skeið fyri lærarum. Tað
verður hildið á Lærara-
skúlanum frá 20. til 22.
mai. Teir lærarar, sum
luttaka í hesum skeiði,
fáa frían vikar.
Resta tveir
próvdómarar
Seinast, vit frættu, var
framvegis ikki heilt
greitt, hvussu tað verður
við tí munnligu próv-
tøkuni á Studentaskúla-
num í Hoydølum. Skúlin
hevur fingið svar uppá
kravið frá næmingunum
um at fáa próvdómarar,
sum skilja føroyskt.
Kenslumálaráðið sigur,
at eftir at hava sent út
spurnarbløð til allar
skúlar í landinum, hava
teir fingið próvdómarar,
sum skilja føroyskt, til
allar lærugreinir uttan
tvær.
Skúlin hevur ikki
fingið at vita. hvørjar
lærugreinirnar eru, sum
próvdómarar, ið skilja
føroyskt, ikki fáast til..
Hetta verður ikki upp-
lýst fyri skúla og
næmingum fyrr enn 8.
mai.
Vanliga plaga 4 til 6
danskir próvdómarar at
vera í Føroyum hvørt ár
til próvtøkuna í Hoy-
dolum.
Triðji flokkur, sum
endar próvtøkuna í ár,
skal upp í fýra læru-
greinum. Annar flokkur
skal gera seg lidnan i
trimum lærugreinum og
fyrsti flokkur í einari
lærugrein.
Roynist
væl
1. november i fjør varð
skúlin við Ósánna (á
myndini) tikin i brúk.
Hesin skúli er bygdur
oðrvísi enn flestir aðrir í
lanđinum. Ilann hevur
10 stovur, sum eru
bygđar rundan pm
skúlagarðin, sum er í
miðjuni og undir taki.
Tað er Tróndur Fuglø,
sum hevur gjørt tekn-
ingina til henda skúla,
og felagið Kanjon bygdi
hann.
Alex Sólstein, skúla-
stjóri, sigur, at skúlin
hevur roynst vael, og at
næmingarnir trívast
’nar. 14 flokkar eru í
skúlanum - tað eru 1., 2.
og 3. árgangur.
-Bygging av hesum
siagi er eitt hugskot,
sum er gott, og sum
kundi verið gjort betri
■við tíðini, sigur Alex
Sólstein, sum annars
heldur tað vera rætt at
býta skúlarnar sundur
eftir aldursbólkum.