Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 6
Síða 6
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
síun
UTTANEFTIR
Bert eina konu
eftir
Forsetin í Uganda, Idi
Amin, hevur sett eina av
konunum í fongsul, sum
hann var skildur frá í
farna mána. Idi Amin
læt seg skilja frá trimum
konum í mars, og alment
verður sagt, at hann
hevur bert eina eftir.
Henda, sum nú varð sett
í fongsul, er systir ein
fyrrverandi uttanrikis-
ráðharra í Uganda. Hon
eigur seks børn. Tíðindi
vilja vera við, at hon
royndi at flýggja til
Kenya, men varð upp-
dagað og sett í fongsul.
Allar tær triggjar
konumar, sum Amin læt
seg skilja frá, eru í ætt
við mótstøðumenn hjá
honum.
Drápsroynd
avsannað
Egyptaland hevur av-
sannað tíðindi um, at ein
drápsroynd skal vera
framd móti Anwar Sadat
forseta. Eitt blað í
Libanon skrivaði, at
drápsroyndin skuldi
vera framd í síðstu viku.
Kissinger aftur
til Miðeystur
farið harðliga fram ímóti
teimum, sum skipa fyri
ólógligum verkføllum og
kravgongum. Ávaringin
kemur, eftir at ófriður
hevur verið í landinum
og hóttanir um nýggj
verkføll. Teir arbeiðs-
menn, sum ætla at skipa
fyri mótmælum, mugu
fyrst biðja stjórnina um
loyvi til tess, sigur
stjórnin. Hermenninir
hava fingið boð um, at
alt skal gerast, fyri at
halda skil á í landinum.
Stjórnin sigur, at hon nú
hevur mist tolið, og nú
er onki at gera, uttan at
ansa eftir, at landsins
lógir vera hildnar. Eyg-
leiðarar siga, at ávaring-
in frá stjórnini ger viður-
skiftinj í Etiopia upp-
aftur spentari.
Europearar
út í rúmdina
Higartil hava tað verið
Sovjetsamveldið og
USA, sum hava verið før
fýri at senda fólk út í
rúmdina, men tað eru
eisini aðrir, sum ætla
sær út í rúmdina.
Teir fyrstu menninir
uttan fyri Sovjetsam-
veldið og USA, sum
verða sendir út i rúmd-
ina, verða væntandi
tveir týskarar, ein italiu-
maður og ein frans-
maður. Men tað fer at
vara nøkur ár, áðrenn
hesir menn sleppa út í
vektloysi.
Tá týskarnir verða
best umboðaðir, so er
grundin tann, at Vestur-
týskland rindar 54
prosent av kostnaðinum
til fyrstu rúmdarferðina
hjá europeisku lond-
unum, Italia rindar 18
prosent, Frakland 10
prosent og Bretland 6
prosent.
Sunnudagin komandi fer
amerikanski uttanríkis-
ráðharrin á eina nýggja
ferð til Miðeystur. Hann
skal bæði til Sýrialands
og ísraels at tingast um
sundurskiljingina av
herfólkinum hjá hesum
báðum londum. Á ferðini
til Miðeystur fer Henry
Kissinger væntandi at
vitja Geneve, og har skal
hann møguliga hava ein
fund við sovjettiska
uttanríkisráðharran,
Andrej Gromyko.
Stjórnin
ávarar
Stjórnin í Etiopia hevur
sent út eina ávaring og
sagt, at tað fer at verða
Mótmæla bygg-
ing av atom-
kraftverki
Ætlanin at byggja eitt
atom-kraftverk í Norð-
urjyllandi hevur fingið
fólkið á staðnum at
mótmæla. 800 av teim-
um 900 fólkunum, sum
búgva innanfyri 10
kilometrar frá staðnum,
har ætlanin er at
byggja kraftverkið,
hava skrivað undir eitt
mótmæli, sum er sent
teimum avvarðandi
ráðharrunum.
Fólk gjørdust ræð-
slusligin, tá tey frættu,
at ætlanin var at
byggja atómkraft-
verkið.
Fyrrverandi ríkisleiðari
í Pakistan deyður
Seinasta leygardag doyði Mohammed Ayuh Khan,
generalur, sum í 11 ár frá 1958 til 1969 sat við ræðið í
Pakistan
Ta fyrstu tíðina, meðan
Ayub Khan sat við raeðið,
gekk tað væl framá í
Tandinum. Hann fekk lán
frá heimsbankanum til
útbygging av landbúnaði-
num, og við lóggávu-
arbeiðinum skipaði hann
fyri ábótum innan land-
búnaðinum.
Hann fór eisini í holt við
eitt annað mál, sum ikki er
so lætt at loysa í teimum
muhammedansku lond-
unum: at avmarka vøkst-
urin í fólkatalinum.
Nýggj grund-
lóg
Bæði landbúnaðar- og
ídnaðarframleiðslan vaks
nógv í Pakistan í fyrru
helvt av 60unum, men
Ayub Khan var ikki bara
heppin við sínum politikki.
I 1962 gav hann Pakistan
eina nýggja grundlóg, sum
gav forsetanum stórt vald.
Forsetin skuldi veljast av
80.000 nevndarmonnum,
sum aftur vóru valdir av
býráðunum. Eftir hesi
skipanini varð Ayub Khan
valdur til forseta í 1965,
men mótstøðan móti
honum var stór, og
andstøðan kravdi' størri
politiskt frælsi fyri flokk-
amar.
Kríggið móti India í
1965 um Kashimir gjørdi
sítt til, at Ayub Khan
seinni mátti frá. Kríggið
førdi til eitt álvarsligt
afturstig fyri pakistanska
búskapin, og millum teir
menninar, sum virkaðu
mest fyri at fáa hann frá,
var uttanrikisráðharrin,
Ali Bhutto.
Betri viðurskifti
við Kina
Ayub Khan fekk í lag betri
viðurskifti við Kina, men
hetta gjørdi, at amerikan-
arnir, sum høvdu luttikið í
arbeiðinum at byggja
landið upp, vendu honum
bakið.
Tað var herurin, sum
hevði hjálpt Ayub Khan
framat, og tá hann merkti,
at hann heldur ikki kundi
líta á herin longur, læt
hann í 1969 valdið frá sær
til ovastan fyri herinum
Yahia Khan. Viðurskiftini
í landinum vóru tá
ógvuliga ótrygg, og hann
skilti, at tað var ringt at
varðveita Eystur- og
Vesturpakistan sameind í
einum ríki.
Nøkur ár seinni varð
landið eisini sundurbýtt í
Pakistan og Bangladesh.
Kaldligari viðurskifti
millum Kina og USA
F'rá einari kinesiskari verksmiðju
Seinastu tveir mánarnar
hava kinesarar bæði í
skrift og talu funnist nógv
at amerikanarunum. í
kinesiskum útvarpi hevur
verið sagt, at amerikanar-
nir saman við russum hava
mergsogið tey veikaru
londini og hava býtt
fongin ímillum sín.
Ta fyrstu tíðina eftir
vitjanina hjá Nixon i Kina
í 1972 fekk kinesiska
pressan eitt minni harð-
rent orðaljóð, tá talan var
um USA. Eygleiðarar
søgdu, at eitt nýtt tíðar-
skeið var byrjað í
viðurskiftunum millum
USA og Kina. Kinesarnir
søgdu, at USA fór at vera
ein mótvekt móti sovjett-
isku hóttanini, og tað
tóktist eisini sum kinesar-
nir høvdu vónir um, at
felagsmarknaðurin fór at
kunna bremsa russarum.
Soppur í
korninum
Men í dag er alt hetta
broytt. Amerikanarnir
halda fram við at royna at
fáa størri linna í lag
mótvegis Sovjetsamveldi-
num, og amerikanski
búskapurin er ikki so
sterkur sum fyrr, og
londini í Europa hava
stórar trupulleikar orsakað
av inflatiónini.
Tað, sum kinesarnir eru
hugaðir at keypa frá
útheiminum, er teknolog-
isk útgerð, sum stórur
tørvur er á, fyri at
ídnaðurin kann útbyggj-
ast.
Amerikanarpir hava selt
kinesarum nýmótans flog-
før og stórar nøgdir av
korni nýliga. Men tað er
ivingarsamt, um teir fara
at selja so nógv flogfør
hagar aftrat, og kinsarar
hava sagt, at soppur er í
korninum.
Útbyggingar
í Afrika
Viðurskiftini millum Kina
og USA eru óviss í løtuni.
Á diplomatiska økinum er
ikki nógv hent.
Kinesarar hava harímóti
roynt at gera sína ávirkan
galdandi í tí triðja
heiminum. Teir taka lut í
útbyggingarætlanum i A-
frika, t.d. 'rið tí stóru
jarnbreytini millum Zam-
bia og Tanzania. Henda
jarnbreyt verður væntandi
liðug í 1975 - tvey ár fyrr
enn eftir ætlanini. Harum-
framt eru gávur sendar
fleiri londum í Afrika.
Eisini sigst, at vápnahjálp
verður latin londum í
Afrika. Endamálið við
hesum man fyrst og fremst
vera at fyribyrgja, at
Sovjetsamveldið fær eitt
ov stórt orð at siga í hesum
londum.
r: