Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 5

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974 Gamli Andrass kom týsdagin undan íslandi við 130.000 pundum 4 Bacalao hevði 10 milj. størri inntøku í fjør enn fyri árið 1972 Virkið hevur higartil í ár tikið ímóti líka nógvum fiski sum 1. juli í fjør Árið royndist betri hjá Bacalao enn fleiri unđan- farin ár. Virkið kom í fíggjarligar trupulleikar síðst í trýssunum, men hesi seinastu árini hevur verið framgongd, og rokn- skapurin fyri árið i fjør vísir eitt hampuligt yvir- skot. Virkið avskrivaði 1,7 milj. kr. Tann samlaða skuldin er nú 8 til 9 milj. kr. Somu vøru- nøgd Avskipingamøgdin frá virkinum var í fjør tilsamans 5.351 tons ella tað sama sum árið fyri. Av hesum vóm 2.466 tons flak og saltfiskur, meðan 1377 tons vóru sildavørur og 826 tons mjøl, slógv og lýsi. -Inntøkan vaks kortini við 10 milj. kr. til 26,4 milj., sigur Aksel Hansen, stjóri, i samrøðu við Tíðindablaðið. -Men út- reiðslurnar vuksu eisini. Lønirnar vóru í fjør 6,2 milj. kr. ella 55% meira enn árið fyri. Framgongd í nøgd - Tað er meira fiskur komin upp á land í ár enn í fjør. Til mikudagin høvdu vit tikið ímóti 3.000 tonsum av ráfiski, og tað vil siga, at vit em góðar tveir mánaðar fremri enn í fjør. - Tit kunnu so vænta eitt gott ár? - Heldur tað fram sum higartil, verður nógv meira ráevni at arbeiða við, men okkara royndir em annars, at saltfiskurin roynist verri enn flakið, sigur Aksel Hansen. - Tá flakið er liðugt, heldur tað sær á goymslunum, men salt- fiskurin kann broytast. Tað fæst onki Ibiza-salt, og vit hava fyrr sæð, at fiskurin hevur verið verri, tá hánn er komin úr salti. Prísurin er góður í løtuni, men tað kann jú henda, at hann ikki heldur sær. - Em goymslurnar stór- ar? - Ja, vit hava nógv á goymslu, viðhvørt liggur. fiskur á goymslu hjá’ okkum fyri heilar 7 milj. kr. Á Bacalao salta teir allan tosk, longu, brosmu og upsa nú, meðan hýsa, skøta, havtaska og slíkt verður fryst. Á flaka- virkinum er lítið og onki arbeiði. 130 mans eru í arbeiði á Bacalao í hesum døgum. Mýlingur Fyri einum ári síðani yvir- tók Bacalao trolaran Mýling frá Findus, sum ikki fekk veiðuloyvi í Norra. - Norðmenn vissaðu sær ein møguleika fyri at kunna fáa trolaran aftur, um teir fingu veiðuloyvi, men vit rokna ikki við, at hetta verður av nøkmm, sigur Aksel Hansen. - Hevur trolarin borið seg? - Ja, frá tí hann kom í apríl í fjør, fiskaði hann 900 tons í seks mánaðar, og tá kláraði hann rentur og avdrátt. Vit rokna við, at hann skal fiska 1600 tons um árið fyri at bera seg, og tað er væntandi. - I vetur var Mýlingur í Norra til garantieftirlit, og samstundis gjørdu teir aksulin klænri og gjørdu eisini aðrar broytingar. Trolamir hjá Findus hava havt tmpulleikar av aksli- num og øðmm, tá teir hava verið brúktir í eini tvey ár. Eftir at Mýlingur nú er umvældur, verða trolamir hjá Findus um- vældir á sama hátt, sigur Aksel Hansen. Hallar- klettur Mýlingur kemur í dag undan íslandi við 100 tonsum. I næstu viku kemur Hallarklettur av øðmm túrinum undir íslandi. Hann var fyrst tveir stuttar túrar undir Føroyum og fekk tilsam- ans 90 tons, og síðani var hann ein túr undir íslandi og fekk nakað tað sama. - Við hesum fiskiskapi hevur trolarin møguleikar at bera seg, sigur Aksel Hansen. - Men tað er ongin fiskur undir íslandi í løtuni. Mýlingur hevur verið víða um, og Hallar- klettur hevur verið við Kidney, men lítið er at fáa. Bretskir trolarar koma hendavegin, og íslendingar fara undir Eysturgrønland at royna. - Skulu tit hava nakað av Polands-skipunum? - Vit vildu fegnir havt eitt, men tað er torført at fáa eginpening í Havn, sigur Aksel Hansen at enda í samrøðuni. Teymavirkið útbygt Á teymavirkinum í Runavík arbeiða í løtuni triggir mans. Virkið flutti í nýggj hús í desember mánaða í fjør. Húsini em 1100 kvadratmetrar til støddar. Teir hava nú tríggjar maskinur, sum gera teymar, og teir skulu hava eina mask- inu aftrat. Tá útbygg- ingin er gjørd, rokna teir við at kunna framleiða eini 40 - 50 miljónir teymar uttan at arbeiða stórvegis útum tann vanliga arbeiðsdagin. Tað verður sagt, at nýtslan hjá einum línubáti fer ikki undir eina miljón teymar um árið. Ongin út- róður í Fuglafirði er ongin útróður í løtuni. Bátar- nir liggja og verða pussaðir upp. Havdis reinsar motor. Teir vóru á útróðri í síðstu viku, men tað var ikki nógv at fáa. Nógvur fiskur Mikudagin frættist, at Lynfrost hevði tikið ímóti sløkum 500 tons- um av fiski siðani páskir. Fleiri skip hava avreitt har undan íslandi. Jógvan Norði avreiddi mikudagin 187.000 pund. Hann hevði 13 setur henda túrin, harav vóru nakr- ar fáar undir Føroyum, men meginparturin var veiddur á Eysturlandi- num. Columbus av- reiddi 188.000 pund, Morgunroðin 178.000 og Morgunstjøman 174.000 pund undan Islandi. Columbus, Morgunroðin og Morg- unstjørnan vóru eisini undir Eysturgrønlandi, men teir fingu ikki roynt fyri ís. Mikudagin vóru Høganes og Brimnes á Runavík við 40.000 pundum hvør undan Føroyum. Høganes royndi við gørnum og Brimnes við línu. Høg- anes gevst nú við garnaveiðuni og fer við snellu. Hønurnar komnar Fyri nøkrum døgum síðani kom Kongshavn Síða 5 TÍÐINDI ÚR EYSTUROY úr Danmark við 8.000 hønum. Teir høvdu hønurnar í kassum á dekkinum. Veðrið var gott, og ferðin gekst væl. Føroya Eggvirki skal hava tilsamans 40.000 hønur úr Dan- mark. Kongshavn fer niður aftur i næsta mánað. Innbrot eftir sprutti Mikunáttina var inn- brot gjørt á goymsluna hjá Skipafelagnum í Runavík. Fimm kassar av spiritus vóru tiknir. Fara at veiða laks Á Eiði hevur ongin útróður verið hesa vikuna. Streymurin er harður, og Iítið er at fiska í løtuni. Eiðisbát- ar hava annars fiskað væl í vár, men í vikuni fyri páskir hæsaði av. Tveir av eiðisbát- unum ætla sær at fiska laks. Teir eru Broddur og Bjørg. Laksuveiðan byrjar í næsta mánað. Ognar- skifti Eiðis kommuna hevur selt Símuni Poulsen eitt grundstykki fyri 108 kr. Arvingarnir eftir Jákup Krossá á Eiði hava selt Sonna Olsen eini hús fyri 45.000 kr. Jarðarráðið hevur selt Hans Saltá á Salt- nesi eitt stykki fyri 1572 kr. Jarðarráðið hevur selt Leif Niclasen í Taastrup eitt stykki á Oyri fyri 29.166 kr. Gøtu kommuna hev- ur selt Hans Olsen í Syðrugøtu eitt stykki fyri 9.408 kr. Komm- unan hevur eisini selt Ásmundi Hansen eitt stykki fyri 9.156 kr. Maud Poulsen á Skipanesi og Sólrun Frederiksberg í Taa- strup hava selt Dánjal Frederiksberg á Strondum part í einum húsum og einum hoyggjhúsi á Strondum fyri 3.000 kr. Erling Frederiksberg í Klaks- vík hevur selt ti sama ogn á Strondum fyri 10.000 kr.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.