Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
Gamli Andrass kom týsdagin undan íslandi við 130.000 pundum
4
Bacalao hevði 10 milj.
størri inntøku í fjør
enn fyri árið 1972
Virkið hevur higartil í ár tikið ímóti líka
nógvum fiski sum 1. juli í fjør
Árið royndist betri hjá
Bacalao enn fleiri unđan-
farin ár. Virkið kom í
fíggjarligar trupulleikar
síðst í trýssunum, men
hesi seinastu árini hevur
verið framgongd, og rokn-
skapurin fyri árið i fjør
vísir eitt hampuligt yvir-
skot. Virkið avskrivaði 1,7
milj. kr. Tann samlaða
skuldin er nú 8 til 9 milj.
kr.
Somu vøru-
nøgd
Avskipingamøgdin frá
virkinum var í fjør
tilsamans 5.351 tons ella
tað sama sum árið fyri. Av
hesum vóm 2.466 tons flak
og saltfiskur, meðan 1377
tons vóru sildavørur og
826 tons mjøl, slógv og
lýsi.
-Inntøkan vaks kortini
við 10 milj. kr. til 26,4
milj., sigur Aksel Hansen,
stjóri, i samrøðu við
Tíðindablaðið. -Men út-
reiðslurnar vuksu eisini.
Lønirnar vóru í fjør 6,2
milj. kr. ella 55% meira
enn árið fyri.
Framgongd
í nøgd
- Tað er meira fiskur komin
upp á land í ár enn í fjør.
Til mikudagin høvdu vit
tikið ímóti 3.000 tonsum
av ráfiski, og tað vil siga,
at vit em góðar tveir
mánaðar fremri enn í fjør.
- Tit kunnu so vænta
eitt gott ár?
- Heldur tað fram sum
higartil, verður nógv meira
ráevni at arbeiða við, men
okkara royndir em annars,
at saltfiskurin roynist
verri enn flakið, sigur
Aksel Hansen. - Tá flakið
er liðugt, heldur tað sær á
goymslunum, men salt-
fiskurin kann broytast.
Tað fæst onki Ibiza-salt,
og vit hava fyrr sæð, at
fiskurin hevur verið verri,
tá hánn er komin úr salti.
Prísurin er góður í løtuni,
men tað kann jú henda, at
hann ikki heldur sær.
- Em goymslurnar stór-
ar?
- Ja, vit hava nógv á
goymslu, viðhvørt liggur.
fiskur á goymslu hjá’
okkum fyri heilar 7 milj.
kr.
Á Bacalao salta teir allan
tosk, longu, brosmu og
upsa nú, meðan hýsa,
skøta, havtaska og slíkt
verður fryst. Á flaka-
virkinum er lítið og onki
arbeiði.
130 mans eru í arbeiði á
Bacalao í hesum døgum.
Mýlingur
Fyri einum ári síðani yvir-
tók Bacalao trolaran
Mýling frá Findus, sum
ikki fekk veiðuloyvi í
Norra.
- Norðmenn vissaðu sær
ein møguleika fyri at
kunna fáa trolaran aftur,
um teir fingu veiðuloyvi,
men vit rokna ikki við, at
hetta verður av nøkmm,
sigur Aksel Hansen.
- Hevur trolarin borið
seg?
- Ja, frá tí hann kom í
apríl í fjør, fiskaði hann
900 tons í seks mánaðar,
og tá kláraði hann rentur
og avdrátt. Vit rokna við,
at hann skal fiska 1600
tons um árið fyri at bera
seg, og tað er væntandi.
- I vetur var Mýlingur í
Norra til garantieftirlit, og
samstundis gjørdu teir
aksulin klænri og gjørdu
eisini aðrar broytingar.
Trolamir hjá Findus hava
havt tmpulleikar av aksli-
num og øðmm, tá teir
hava verið brúktir í eini
tvey ár. Eftir at Mýlingur
nú er umvældur, verða
trolamir hjá Findus um-
vældir á sama hátt, sigur
Aksel Hansen.
Hallar-
klettur
Mýlingur kemur í dag
undan íslandi við 100
tonsum. I næstu viku
kemur Hallarklettur av
øðmm túrinum undir
íslandi. Hann var fyrst
tveir stuttar túrar undir
Føroyum og fekk tilsam-
ans 90 tons, og síðani var
hann ein túr undir íslandi
og fekk nakað tað sama.
- Við hesum fiskiskapi
hevur trolarin møguleikar
at bera seg, sigur Aksel
Hansen. - Men tað er
ongin fiskur undir íslandi í
løtuni. Mýlingur hevur
verið víða um, og Hallar-
klettur hevur verið við
Kidney, men lítið er at fáa.
Bretskir trolarar koma
hendavegin, og íslendingar
fara undir Eysturgrønland
at royna.
- Skulu tit hava nakað
av Polands-skipunum?
- Vit vildu fegnir havt
eitt, men tað er torført at
fáa eginpening í Havn,
sigur Aksel Hansen at
enda í samrøðuni.
Teymavirkið
útbygt
Á teymavirkinum í
Runavík arbeiða í
løtuni triggir mans.
Virkið flutti í nýggj hús
í desember mánaða í
fjør. Húsini em 1100
kvadratmetrar til
støddar. Teir hava nú
tríggjar maskinur, sum
gera teymar, og teir
skulu hava eina mask-
inu aftrat. Tá útbygg-
ingin er gjørd, rokna
teir við at kunna
framleiða eini 40 - 50
miljónir teymar uttan
at arbeiða stórvegis
útum tann vanliga
arbeiðsdagin.
Tað verður sagt, at
nýtslan hjá einum
línubáti fer ikki undir
eina miljón teymar um
árið.
Ongin út-
róður
í Fuglafirði er ongin
útróður í løtuni. Bátar-
nir liggja og verða
pussaðir upp. Havdis
reinsar motor. Teir
vóru á útróðri í síðstu
viku, men tað var ikki
nógv at fáa.
Nógvur
fiskur
Mikudagin frættist, at
Lynfrost hevði tikið
ímóti sløkum 500 tons-
um av fiski siðani
páskir. Fleiri skip hava
avreitt har undan
íslandi. Jógvan Norði
avreiddi mikudagin
187.000 pund. Hann
hevði 13 setur henda
túrin, harav vóru nakr-
ar fáar undir Føroyum,
men meginparturin var
veiddur á Eysturlandi-
num. Columbus av-
reiddi 188.000 pund,
Morgunroðin 178.000
og Morgunstjøman
174.000 pund undan
Islandi. Columbus,
Morgunroðin og Morg-
unstjørnan vóru eisini
undir Eysturgrønlandi,
men teir fingu ikki
roynt fyri ís.
Mikudagin vóru
Høganes og Brimnes á
Runavík við 40.000
pundum hvør undan
Føroyum. Høganes
royndi við gørnum og
Brimnes við línu. Høg-
anes gevst nú við
garnaveiðuni og fer við
snellu.
Hønurnar
komnar
Fyri nøkrum døgum
síðani kom Kongshavn
Síða 5
TÍÐINDI
ÚR
EYSTUROY
úr Danmark við 8.000
hønum. Teir høvdu
hønurnar í kassum á
dekkinum. Veðrið var
gott, og ferðin gekst
væl. Føroya Eggvirki
skal hava tilsamans
40.000 hønur úr Dan-
mark. Kongshavn fer
niður aftur i næsta
mánað.
Innbrot eftir
sprutti
Mikunáttina var inn-
brot gjørt á goymsluna
hjá Skipafelagnum í
Runavík. Fimm kassar
av spiritus vóru tiknir.
Fara at
veiða laks
Á Eiði hevur ongin
útróður verið hesa
vikuna. Streymurin er
harður, og Iítið er at
fiska í løtuni. Eiðisbát-
ar hava annars fiskað
væl í vár, men í vikuni
fyri páskir hæsaði av.
Tveir av eiðisbát-
unum ætla sær at fiska
laks. Teir eru Broddur
og Bjørg. Laksuveiðan
byrjar í næsta mánað.
Ognar-
skifti
Eiðis kommuna hevur
selt Símuni Poulsen eitt
grundstykki fyri 108
kr.
Arvingarnir eftir
Jákup Krossá á Eiði
hava selt Sonna Olsen
eini hús fyri 45.000 kr.
Jarðarráðið hevur
selt Hans Saltá á Salt-
nesi eitt stykki fyri
1572 kr.
Jarðarráðið hevur
selt Leif Niclasen í
Taastrup eitt stykki á
Oyri fyri 29.166 kr.
Gøtu kommuna hev-
ur selt Hans Olsen í
Syðrugøtu eitt stykki
fyri 9.408 kr. Komm-
unan hevur eisini selt
Ásmundi Hansen eitt
stykki fyri 9.156 kr.
Maud Poulsen á
Skipanesi og Sólrun
Frederiksberg í Taa-
strup hava selt Dánjal
Frederiksberg á
Strondum part í einum
húsum og einum
hoyggjhúsi á Strondum
fyri 3.000 kr. Erling
Frederiksberg í Klaks-
vík hevur selt ti sama
ogn á Strondum fyri
10.000 kr.