Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 3
Síða 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
Nielsi í Heiðunum
til áminningar
«Trúfastur altíð var maður,
vildi ei bróta sítt orð,
i vertskapi fróður og glaður
við egið sum við annans borð.
Ei vin í neyð teir gloymdu,
æran var teirra mið,
og hana so væl teir goymdu
alt eftir norðmanna sið.»
Soleiðis vóru teir gomlu,
vildi í hvussu er Rasmus
Effersøe vera við, og vit
taka fegin undir við honum
og vóna, at hetta lyndið
ikki verður at fána burtur.
Tá eg nú skal skriva
nøkur orð fama vinmanni-
num, Niels í Heiðunum, til
áminningar, haldi eg tað
ikki vera ov mikið avgjørt
at hava omanfyri settu orð
til inngang, tí eftir mínum
tykki er tað fáur, sum betri
hevur svarað til Rasmuss-
ar Effersøes lýsing av
hinum rætta føroyingi-
num.
Tó at Niels var komin
so høgt upp i árini, sum
fáum unnist, var kortini
einki gamalt við hann.
Sjálvt nú, hann vegna
heilsubrek nærmast legð-
ist inni, var kortini ansurin
fyri øllum, ið hendi, so
livandi, at tað var ein
stuttleiki at koma inn á
gólvið at vitja hann, og her
svaraði til orðfellið, at
«maður er manns gaman».
Tað gav at bíta, nú hann
var noyddur at fara á
landssjúkrahúsið at fáa
sær heilsubót. Tíverri
hevði sjúkan gjørt so nógv
um seg, at hann mátti
undir álvarsligan skurð.
So skjótt sum gjørligt
ynskti hann aftur at koma
á felagsstovu, tí honum
longdist eftir fólki.
Men hetta var honum
stokkut gleði, tí hann var
ikki meira enn aftur komin
millum stovufelagar sínar,
tá deyðin hevði boð eftir
hónum.
Ungur fór Niels í
Heiðunum til skips, og væl
lá fyri hjá honum, hann
tók skiparaprógv og førdi
skip í fleiri ár. Hann sigldi
eisini úti sum stýrimaður
og varð royndur í øllum
sjómansskapi.
Tá av álvara varð farið
undir havnabygging i
tjúgunum, sigldi hann
sum stýrimaður við
skonnartini «Ellen» hjá
Fibiger & Villefrance
millum tey ymisku ar-
beiðsplássini; tá vann
hann sær nógvar vinir runt
um landið, sum ikki
gloymdu henda vinsæla og
tíðindafróða mann.
Um vetrarnar seymaði
hann segl, sum so mangir
skiparar tá vóru vanir at
gera, men tá hann legðist
uppi, fór hann undir
seglvirki burturav, og her
hevur hann starvast, mest
saman við soninum, Leivi,
líka upp í ellisár.
í Heiðunum stóð vøgg-
an, men ungur kom hann
til Havnar, her hann
settist í búgv og gjørdist
Havnarmaður burturav.
Hansara kærleiki til
Havnina var ektaður, fyri
honum var tað so
nátúrligt, at Havnin var
miðdepilin í landinum;
men hann vildi, at Havnin
eisini skuldi vísa í verki, at
so var.
Tað var so rímiligt, at
ein maður sum Niels kom
upp í alment arbeiði. Hann
varð valdur inn í býráðið,
har hann sat í mong ár, og
sum sjómaður var hann
eyðvaldur limur av havn-
arnevndini og eisini for-
maður. Her gjørdi hann
eitt gott arbeiði, og áhugin
fyri havnarviðurskiftunum
dovnaði ongantíð. Eingin
var glaðari enn hann, nú
tað kundi sigast, at
Havnin var vorjhn kyrru-
pláss.
Sum sjórættarlimur í
eitt langt tíðarskeið var
hann við til at taka støðu
til og avgera mangt
álvaramálið.
I Skipafelagnum var
hann ein virkin limur, og
kom at sita í nevndini og
eisini sum formaður í fleiri
ár. Serliga undir seinna
heimsbardaganum plagdi
hann at siga, at tað
mangan var neyðugt at
taka skjóta støðu til ymisk
mál, eitt nú, tá føroyska
flaggið varð viðurkent av
Onglandi, og bannað var
føroyskum skipum at sigla
undir donskum flaggi.
Nevndarlimur i Grunni-
num fyri óarbeiðsførar
fiskimenn var hann í nógv
ár, og hetta álitisstarv
metti hann høgt, og tað
var honum stór gleði at
vera við til at veita hjálp,
har hon mangan var hart
tiltrongd.
Niels dugdi at meta um,
hvussu umráðandi tað var,
serliga í eini uppbygg-
ingartíð, at hava ein
dugandi handverkara-
stætt, tí var hann so
hugaður fyri tekniska
skúlanum og hansara
virki, har sat hann eisini
sum nevndarlimur eitt
langt skifti.
011 tey árini, Marius
Johannesen var fyristøðu-
maður á Háskúlanum,
komu háskúladreingirnir
heim á seglvirkið til Niels
at læra at seyma segl o.a.
sjómannsarbeiði; hetta fell
væl í lag, tí hann var sera
lagaligur og dugdi væl at
læra frá sær; og tá
setningurin var frá hond-
ini, og Niels setti seg væl
fyri at siga frá ymiskum
hendingum, sum honum
høvdu verið fyri í hansara
langa sjómanslivi, tá var
kvirt innandura, og teir
sótu sum í kirkjuni og lurt-
aðu, ti væl lá fyri hjá
Nielsi at siga frá; hetta
vóru løtur, sum neyvan
vórðu gloymdar.
Heilt frá ungum árum
var Niels í Heiðunum
livandi áhugaður fyri poli-
tikki; og framburðshugað-
ur, sum hann var, var tað
sjálvstýrisflokkin, hann
fór uppí. Hann var ikki
tann maður, sum troðkaði
seg fram, men haraftur-
imóti var hann alla tíð
fúsur til at stimbra og
styðja bæði á ein og annan
hátt. Hann fylgdi væl við
og var sera gløggur at
meta um rangt og rætt. Tá
ósemja kom upp innan-
flokka og gøtur tóku at
skiljast, var Nils ongantíð
í iva; trúfastur varð hann
standandi á hinum upp-
runaliga støðinum, hann
valdi sær sum ungur, og
sum hann helt vera hitt
rætta, og har stóð hann
óvikandi til sín doyggjandi
dag.
Við hesum veri ikki
sagt, at Niels ikki dugdi at
seta seg inn í og skilja
annara manna hugsan, tað
dugdi hann merkiliga væl,
og serliga nú í eldri árum
gjørdist hann líkasum
meira umberandi.
Hansara kenslur fyri
fedranna kirkju høvdu
sterkar og djúpar røtur.
Trúgvur kirkjugangari var
hann, og tað var ikki uttan
okkurt serligt var áfatt, at
hansara stólur í kirkjuni
stóð tómur.
Sjálvt um Niels í
Heiðunum var komin til
ellisár, verður saknurin
stórur hjá bømum hansara
og skyldfólki, og vit eru
mong onnur, sum sanna,
at ein góður maður er
farin, og vit vilja goyma
minnið um hann við tøkk
og virðing.
N. Winther Poulsen
NÝTT
UM NØVN
80 ár
Mánadagin fyllir Jóhan
Joensen, Jóhan hjá
Skemmu-Jógvan, í
Skopun, 80 ár. Jóhan
fór blaðungur til skips,
og tá hann ikki hevur
verið burtur, hevur
hann fingist við alt fyri-
fallandi arbeiði á landi.
Hann var í nógv ár við
trolara, bæði við bret-
skum og føroyskum
trolaram. Hann fór við
bretskum trolaram í ti
tíðini, tá føroyingar
plagdu at fara við sum
flekjarar, og i fleiri ár
fiskaði hann við bretum
yviri í Kanada.
Jóhan var við í
ferðini, sum var gjørd
til Grønlands í 1914.
Tað vóra Boreas og
Dauntless, sum gjørdu
eina ferð yvir hagar, og
Jóhan var við Daunt-
less. Skipari var John á
Gerðisheyggi í Vest-
manna.
1 nógv ár var Jóhan
kommunustýrislimur,
og i fleiri ár sat hann
sum formaður í komm-
unustýrinum. Nú er
hann ógvuliga lamin av
gikt, men hann hevur
arbeitt í trøðni líka tU
nú.
Kona hansara, Jaco-
bina, doyði í 1959.
65 ár
Týsdagin 30. apríl fyllir
Aksel Thorsteinsson úr
Vági 65 ár. Hann er í
løtuni búsitandi niðri í
Danmark av tí, at kona
hansara Sunneva flutti
niður fyri sjúku. Aksel
hevur verið sjómaður,
og tey seinnu árini
hevur hann róð út.
Aksel og Sunneva
eiga 9 bøm. Tey era
Sonja, Valberg, Ing-
vard, Sólberg, Jóhan
Petur, Asbjørg, Myn-
đa, Dánjal Petur og
Nina.
Andlát
Týsdagin 23 apríl and-
aðist Frederikka Siv-
ertsen 78 ára gomul.
Frederikka var ættað
úr Elduvík. Hon var
gift við Augusteinus
(Agga), sum var frá
Gjógv. Tey búðu á
Oyrabakka, men fluttu
seinni til Klaksvíkar,
har tey búðu í nøkur ár.
Fyri nøkram áram
síðani fluttu tey niður
til Danmarkar til dóttr-
ina Poulu. Agga doyði
fyri eini tveimum áram
síðani.
75 ár
1 dag fyllir Jóhanna
Øregaard - Jóhanna í
Heiðriksstovu - í Lor-
vík 75 ár. Jóhanna
giftist í 1922 við
Sylverius Øregaard,
sum er á lívi. Tey eiga
døturnar Elsu, sum er
gift við Finni Helmsdal
í Havn, og Malenu,
sum er gift við Suna
Jacobsen í Lorvík.
Starv
Skúlastjómin hevur
sett Jákup Mohr sum
lærara hjá meginskúla-
stjómini í Sandoy.
Hann starvast fyribils á
Sandoyar Meginskúla
frá 1. august.
Konfirmatión
í Klaksvík
Sunnudagin, 28. apríl,
hevur Jákup Magnus-
sen konfirmatión í
Klaksvíkar kirkju.
Konfirmantarnir era
hesir:
Karl Michaelsen, Vík-
unum.
Jógvan Ullman Knud-
sen, Fornagørðum.
Esbem Justinus Poul-
sen, Víkunum.
Emil Johannesen,
Gerðareiði.
Peter Petersen, Við
Sandin.
Mogens Sten Bjartalíð
Andreasen, Vágs-
heygagøta.
John Mørkøre, Vík-
unum.
Stig Isaksen,
Víkunum.
Frihild Guttesen,
Stengarvegur.
Elisabeth Johanna Zis-
ka, Heygavegur.
Kirstin Jóan Katrin Jo-
ensen, Nýggjavegur.
Arnhild Abrahamsen,
Selheyggjavegur.
Hanna Sofía Klett-
skarð, Haraldsund.
Katrin Joensen, Gerð-
areiði.
Borgarhjørt Magnus-
son, Haraldsund.
Súsar.ra Frederiks-
berg, Gerðagøtu.
Marjun Elttør, Garða-
vegur.
Eydna Jacobsen, Sel-
heygg.