Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 1
Tíðindablaðið
Nr. 50-1. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 27. september 1974
Telefon 1 48 49
Haldarar
Haldaragjaldið fyri Tíð-
indablaðið í oktober,
sum er 40 kr., eigur at
verða goldið nú, um
steðgur ikki skal koma í.
Haldaragjaldið eigur at
gjaldast á posthúsinum.
Fíggjarviður—
skiftini
Birgir Danielsen fiska-
sølustjóri hevur í Dag-
sins Máli í dag grein um
fíggj arviðurskif ti.
Síðu 2
Á Eiði i
eitt ár
Amerikanarin John Ar-
buckle hevur verið á Eiði
í eitt ár. Hann skal
skriva doktararitgerð
um lívið í einari føroysk-
ari bygd.
Síðu 4
Kvotan býtt
Landsstýrið hevur býtt
kvotuna upp á 44.000
tons, sum nótaskipini
kunnu veiða av sild frá
1. juli í ár til 30. apríl
næsta ár, út til skipini.
Hesi skip sleppa at
veiða 1600 tons: Kappin,
Finnur Fríði, Havømin,
Satum, Geyti Reyði,
Boðanes og Akraborg.
Isborg og Karolina
Musholm kunnu veiða
1800 tons. Gøtunes og
Kallsevni 2.300 tons.
Hesi kunnu veiða
2.850 tons: Sólborg, Ný-
borg, Gullfinnur, Skála-
fossur og Jupiter.
Polarís 2.150 tons,
Krúnborg 3.600, Norð-
borg 3.400 og Kristian í
Grótinum 1200 tons.
Friðing av
haruni
Landsstýrið hevur lýst
kunngerð um, at haran
í allari Eysturoynni
skal vera friðað í eitt ár.
Lógin kemur í gildi 2.
november.
Innkrevjing
Telefonverkið fer nú at
halda uppat við at
ringja til fólk og minna
á eftirstøður. í_ staðin
fáa fólk eitt áminning-
arbræv saman við upp-
kravinum. Renta verð-
ur tikin av eftirstøðuni,
og hon verður 1% um
mánan. Fólk verða eis-
ini biðin um at brúka
teir bláu postávísingar-
nar, hvar tey so gjalda.
Jóhan Hendrik W. Poulsen við orðasavninum
Nýggj før-
oysk - donsk
orðabók
kemur
í heyst
Á Fróðskaparsetrinum verður hildið
fram við arbeiðinum at savna
føroyskt orðatilfar saman. Nú í
heyst kemur ein føroysk — donsk
orðabók afturat, sum verður prent-
að í íslandi. Hetta er eitt uppí-
skoytisbind til føroysk—donsku
orðabókina hjá Chr. Matras og M.A.
Jacobsen, men tað er Jóhan Hen-
drik W. Poulsen, ið hevur lagt
uppískoytisbindið til rættis.
Fríløtan hevur hitt Jóhan Hendrik
á máli og prátað við hann um hesa
nýggju orðabókina, um orðasavnið,
útvarpssendingar o.a.
Síðu 9
Kanning vísir,
at bert 26 av
177 húsum eru
nóg væl vard
móti eldibrandi
Frá Statens Brandinspektion
hava menn verið í Føroyum
og kannað bygningar, har
nógv fólk vanliga kemur, fyri
at eitt yvirlit kann fáast yvir,
hvussu hesi hús eru vard
móti eldi.
Kanningin vísir, at tað
verður farið ov lættliga um
eldsvandan 1 Føroyum. 10
kirkjur og 16 onnur hús, sum
kannað vóru, sluppu undan
viðmerkingum, meðan 149
hús í størri ella minni mun
ikki lúka treytirnar, ið verða
settar.
Tað eru skúlarnir, sum
flesta staðni fáa álagt at gera
broytingar, m.a. eru ov nógv-
ar hurðar við glasi í, og
hurðarnar ganga eisini ov
ofta inneftir, sum er hættis-
ligari, um eldur kemur í.
Síðu 5
Onki endurgjald
fyri Sisu
Stranda Bátasmiðja er í
Føroya Rætti fríkend fyri
eitt endurgjaldskrav, sum
Absalon Jensen á Strond-
um hevði sett fram. Hann
læt 15 tons bátin Sisu
byggja har í 1969 og var
ikki nøgdur við arbeiðið.
í sáttmálanum var onki
avtalað um kalfatring av
dekki og stýrhústaki. Bát-
asmiðjan brúkti glasfipur
til klædning.
Kravið
Einar tríggjar mánar eftir,
at báturin var latin eigar-
anum, kravdi skipasýnið,
at glasfipurdekkið skuldi
umvælast, og at í minsta
lagi tvey løg skuldu leggj-
ast aftrat. Eisini skuldi
leki á stýrhústakinum um-
vælast. Skipasýnið setti
aftur nøkur krøv fram 8
mánar seinni.
Báturin varð umvældur
á skipasmiðjuni í Havn.
Absalon Jensen førdi fram
at báturin var ikki nóg
góður, tá bátasmiðjan læt
hann frá sær, m.a. tí at
teir høvdu brúkt glasfipur.
Fyri útreiðslur av at
gera bátin í stand og fyri
mista veiðu kravdi hann
100.000 kr. frá bátasmiðj-
uni.
Glasfipur
Stjórin á bátasmiðjuni,
Andreas Rasmussen, segð-
i, at hann hevði lært at
brúka glasfipur i íslandi,
bæði til nýbygging og um-
væling. Hann segði seg
hava brúkt tað fleiri ferðir,
og at ongin hevði kært seg
um tað fyrr. Sisu var kort-
ini tann einasti 15 tons
báturin, sum hevði fingið
glasfipur um alt dekkið.
Andreas Rasmussen
segði eisini, at Absalon
Jensen var á bátasmiðjuni
hvønn dag, meðan teir
bygdu, og at hann hevði
ikki mótmælt, at teir
brúktu glasfipur. Heldur
ikki Skipasýnið hevði sagt
nakað imóti hesum.
Ikki egnað
einsamalt
Bátabyggjararnir Jógvan
Olsen og Høgni Zacharia-
sen' sýnaðu bátin. Teir
søgdu, at glasfipur er ikki
enn roynt so nógv her hjá
okkum, at tað møguliga
var skeivt at leggja tað
niður á eitt ókalfatrað
dekk. Teir mæltu til, at
glasfipurið varð tikið av,
og at dekkið varð kalfatrað
á vanhgan hátt.
Rætturin helt tað ikki
vera prógvað, at Sisu var í
so ringum standi av fyrst-
an tið, at Bátasmiðjan
mátti rinda endurgjald.
Bátasmiðjan varð tí frí-
kend.