Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 1

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 1
Tíðindablaðið Nr. 50-1. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 27. september 1974 Telefon 1 48 49 Haldarar Haldaragjaldið fyri Tíð- indablaðið í oktober, sum er 40 kr., eigur at verða goldið nú, um steðgur ikki skal koma í. Haldaragjaldið eigur at gjaldast á posthúsinum. Fíggjarviður— skiftini Birgir Danielsen fiska- sølustjóri hevur í Dag- sins Máli í dag grein um fíggj arviðurskif ti. Síðu 2 Á Eiði i eitt ár Amerikanarin John Ar- buckle hevur verið á Eiði í eitt ár. Hann skal skriva doktararitgerð um lívið í einari føroysk- ari bygd. Síðu 4 Kvotan býtt Landsstýrið hevur býtt kvotuna upp á 44.000 tons, sum nótaskipini kunnu veiða av sild frá 1. juli í ár til 30. apríl næsta ár, út til skipini. Hesi skip sleppa at veiða 1600 tons: Kappin, Finnur Fríði, Havømin, Satum, Geyti Reyði, Boðanes og Akraborg. Isborg og Karolina Musholm kunnu veiða 1800 tons. Gøtunes og Kallsevni 2.300 tons. Hesi kunnu veiða 2.850 tons: Sólborg, Ný- borg, Gullfinnur, Skála- fossur og Jupiter. Polarís 2.150 tons, Krúnborg 3.600, Norð- borg 3.400 og Kristian í Grótinum 1200 tons. Friðing av haruni Landsstýrið hevur lýst kunngerð um, at haran í allari Eysturoynni skal vera friðað í eitt ár. Lógin kemur í gildi 2. november. Innkrevjing Telefonverkið fer nú at halda uppat við at ringja til fólk og minna á eftirstøður. í_ staðin fáa fólk eitt áminning- arbræv saman við upp- kravinum. Renta verð- ur tikin av eftirstøðuni, og hon verður 1% um mánan. Fólk verða eis- ini biðin um at brúka teir bláu postávísingar- nar, hvar tey so gjalda. Jóhan Hendrik W. Poulsen við orðasavninum Nýggj før- oysk - donsk orðabók kemur í heyst Á Fróðskaparsetrinum verður hildið fram við arbeiðinum at savna føroyskt orðatilfar saman. Nú í heyst kemur ein føroysk — donsk orðabók afturat, sum verður prent- að í íslandi. Hetta er eitt uppí- skoytisbind til føroysk—donsku orðabókina hjá Chr. Matras og M.A. Jacobsen, men tað er Jóhan Hen- drik W. Poulsen, ið hevur lagt uppískoytisbindið til rættis. Fríløtan hevur hitt Jóhan Hendrik á máli og prátað við hann um hesa nýggju orðabókina, um orðasavnið, útvarpssendingar o.a. Síðu 9 Kanning vísir, at bert 26 av 177 húsum eru nóg væl vard móti eldibrandi Frá Statens Brandinspektion hava menn verið í Føroyum og kannað bygningar, har nógv fólk vanliga kemur, fyri at eitt yvirlit kann fáast yvir, hvussu hesi hús eru vard móti eldi. Kanningin vísir, at tað verður farið ov lættliga um eldsvandan 1 Føroyum. 10 kirkjur og 16 onnur hús, sum kannað vóru, sluppu undan viðmerkingum, meðan 149 hús í størri ella minni mun ikki lúka treytirnar, ið verða settar. Tað eru skúlarnir, sum flesta staðni fáa álagt at gera broytingar, m.a. eru ov nógv- ar hurðar við glasi í, og hurðarnar ganga eisini ov ofta inneftir, sum er hættis- ligari, um eldur kemur í. Síðu 5 Onki endurgjald fyri Sisu Stranda Bátasmiðja er í Føroya Rætti fríkend fyri eitt endurgjaldskrav, sum Absalon Jensen á Strond- um hevði sett fram. Hann læt 15 tons bátin Sisu byggja har í 1969 og var ikki nøgdur við arbeiðið. í sáttmálanum var onki avtalað um kalfatring av dekki og stýrhústaki. Bát- asmiðjan brúkti glasfipur til klædning. Kravið Einar tríggjar mánar eftir, at báturin var latin eigar- anum, kravdi skipasýnið, at glasfipurdekkið skuldi umvælast, og at í minsta lagi tvey løg skuldu leggj- ast aftrat. Eisini skuldi leki á stýrhústakinum um- vælast. Skipasýnið setti aftur nøkur krøv fram 8 mánar seinni. Báturin varð umvældur á skipasmiðjuni í Havn. Absalon Jensen førdi fram at báturin var ikki nóg góður, tá bátasmiðjan læt hann frá sær, m.a. tí at teir høvdu brúkt glasfipur. Fyri útreiðslur av at gera bátin í stand og fyri mista veiðu kravdi hann 100.000 kr. frá bátasmiðj- uni. Glasfipur Stjórin á bátasmiðjuni, Andreas Rasmussen, segð- i, at hann hevði lært at brúka glasfipur i íslandi, bæði til nýbygging og um- væling. Hann segði seg hava brúkt tað fleiri ferðir, og at ongin hevði kært seg um tað fyrr. Sisu var kort- ini tann einasti 15 tons báturin, sum hevði fingið glasfipur um alt dekkið. Andreas Rasmussen segði eisini, at Absalon Jensen var á bátasmiðjuni hvønn dag, meðan teir bygdu, og at hann hevði ikki mótmælt, at teir brúktu glasfipur. Heldur ikki Skipasýnið hevði sagt nakað imóti hesum. Ikki egnað einsamalt Bátabyggjararnir Jógvan Olsen og Høgni Zacharia- sen' sýnaðu bátin. Teir søgdu, at glasfipur er ikki enn roynt so nógv her hjá okkum, at tað møguliga var skeivt at leggja tað niður á eitt ókalfatrað dekk. Teir mæltu til, at glasfipurið varð tikið av, og at dekkið varð kalfatrað á vanhgan hátt. Rætturin helt tað ikki vera prógvað, at Sisu var í so ringum standi av fyrst- an tið, at Bátasmiðjan mátti rinda endurgjald. Bátasmiðjan varð tí frí- kend.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.