Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 f
Tíðindablaóið
Útgevarar og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen (ábyrgd)
Ámi Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49.
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Eldverjan
Við fáum døgum ímillum hava føroyskar
fyritøkur verið raktar av eldi. Sildavirkið
í Fuglafirði mátti steðga í nakrar dagar,
tí eldur kom í, og Eggvirkið i Rytuvík
misti skip sítt av eldi.
Her skal ikki vera sagt, um sløkkiút-
gerðin i hesum báðum førum var í lagi
ella ikki. Men tað er hugstoytt at lesa ta
frágreiðing um eldverjuna í Føroyum,
sum greitt er frá aðrastaðni í blaðnum í
dag.
Tað kemur fram í hesi frágreiðing, at
nógvir av landsins skúlum, har børn okk-
ara dagliga halda til, minni enn so eru
sum ynskjandi kann vera. Innraettingin
er ikki tann rætta, tilfarið er ikki tað
rætta, hurðarnar ganga ikki tann rætta
vegin, neyðútgongdimar eru ikki tær
røttu. Og - fram um alt - sløkkiamboðini,
sum eiga at finnast á skúlum, í sam-
komuhúsum, á arbeiðsplássum og alla-
staðni, har nógv fólk kemur, em ikki í
lagi.
Higartil em vit slopnir ótrúliga væl frá
eldskaðanum. Men ein álvarslig van-
lukka kann henda hvørja løtu.
Tað má krevjast, at sløkkiliðini kring í
landinum samskipa sítt arbeiði og sína
útbúgving, og at eftirlit fæst við, at
skúlar og onnur høli, har fólk kemur,
hava forsvarliga útgerð og em innrættað
á forsvarligan hátt.
Sum eitt 'fyrsta stig kunnu myndug-
leikar .og privatpersónar rætta seg eftir
teimum krøvum, ið verða sett fram í
áðumevndu frágreiðing.
F íggjarv ið ursk ifti
Tað hevur í seinastuni
verið nógv talað og skrivað
um fíggjarviðurskifti land-
sins. Ætlanin við Hesi
grein er bert í stuttum at
geva eina teoretiska grein-
ing av‘,""”hvussu peninga-
streymurin fer gjøgnum
samfelagið, og hvussu
peningur verður ella kann
verða nýttur til ymisk
endamál.
Hjástandandi tekning
vísir, at bruttotjóðarúr-
tøkan kann definerast sum
tann samlaði eningurin, ið
nýttur verður av lands-
kassanum, peningur frá
rikiskassanum, privat pen-
ingaforbrúk og privatar
íløgur. Hetta er tann virð-
isnøgd, sum samfelagið
hevur til taks. Tekningin
vísir, at tá avskrivingar av
skipum, virkisamboðum
o.s.fr. eru famar burturav,
er nettotjóðarúrtøkan eftir
til taks, og av hesum fer
óbeinleiðis skattur til
landskassen; og tá tann
óbeinleiðis skatturin er far-
in burturav, er nettotjóð-
arinntøkan eftir. Av hes-
um skal gjaldast virkis-
skattur og tryggingar til
landskassen, og virkisyv-
irskot, sum í flestum før-
um fer gjøgnum peninga-
stovnarnar. Eftir er so inn-
tøkan hjá virkjum og
persónum. Harav skal
gjaldast beinleiðis skattur
til landskassan og møgu-
liga uppsparing í peninga-
stovnunum, og eftir verður
so peningur hjá privatum
at keypa fyri.
Ein fortreyt fyri, at
javnvág er í hesum pen-
ingaumfari er, at virðis-
innflutningurin er hin sami
sum virðisinnflutnirigurin
(gjaldsjavnvágin = 0).
Hugsa vit okkum, at virð-
isinnflutningurin er størri
enn virðisútflutningurin,
verður bruttotjóðarúrtøk-
an størri, og harvið verður
meira av peningi til taks
bæði hjá landskassanum
DAGSINS MÁL
Birgir Danielsen fiskasølu-
stjóri skrivar.
og hjá peningastovnunum
og hjá privatum, og ger
hetta, at keypiorkan verð-
ur størri - peningaforbrúk-
ið verður størri allan veg-
in, og úrslitið verður in-
flatión.
Verður virðisinnflutn-
ingurin minni enn virðisút-
flutningurin, t.v.s. at
gjaldsjavnvágin er nega-
tiv, verður minni peningur
til taks hjá øllum, og vil
hetta skapa deflatión.
I Eystanlondum er pol-
itisk avgerð eina ferð með
alla tikin um, at gjalds-
javnvágin á hvørjum ári
skal vera null, og úrslitið
av hesum vil verða inn-
lendis stabil peningaviður-
skifti uttan inflatión og
uttan deflatión. Hetta
kann bert gerast við stýr-
ing av inn- og útflutningi
av peningi, og úrslitið er,
at livifóturin ikki kann
vaksa eins og í Vesturlond-
um. Haraftrat kemur, at
peningavirðið verður «la-
bilt» — t.v.s. at peningur-
in hevur einki virði mót-
vegis peningi í Vestur'-*
heiminum.
í okkara peningaumfari
telur við í bruttotjóðar-
úrtøkuni tann peninga-
nøgd, sum kemur frá ríkis-
kassanum (íløgur í vegir,
havnir, skúlar, sjúkrahús
o.s.fr.; rakstrarútreiðslur
til skúlar, sjúkrahús o.s.fr.
og sosialar veitingar).
Tann peningur, sum á
henda hátt kemur inn í
bruttotjóðarúrtøkuna, er
munandi samanborið við
tann pening, sum fer í-
gjøgnum landskassan, og
er hetta tí ein stórur vandi
fyri øking av inflatiónini í
landinum.
Hesi seinastu árini hev-
ur gjaldsjavnvágin verið
positiv (í 1973 við 90 mUj.
kr.). Gjaldsjavnvágin
kemur fram sum nettoúr-
slitið av øllum peninga-
flutningi inn í landið og út
av landinum (í 1973 í-
roknað 125" milj. kr. frá,
danska statinum). í 1973
vildi gjaldsjavnvágin so-
statt verið negativ við 35
milj. kr., um einki bein-
leiðis ríkistilskot var.
Talan hevur verið um at
broyta peningainnflutn-
ingin frá ríkiskassanum tU
sokallaðan blokkstudning,
og vildi hetta verið rætt,
um so var at hesin blokk-
studningur varð nýttur til
at regulera javnvágina
millum virðisútflutning og
virðisinnflutning við; men
tað hevur neyvan verið
hugsanin, tá hetta hevur
verið uppá tal.
í teimum demokratisku
Vestanlondunum hevur
tann almenna nýtslan av
peningi verið størsta or-
søkin til inflatión. Okkara
støða er verri, við tað at
vit hava bæði landskassan
og rikiskassen, sum pump-
a pening inn í peningaum-
farið og soleiðis økja infla-
tiónsvandan.
Á tekningini er eisini
vist, at peningur fer út úr
peningaumfarinum frá
peningastovnunum, og eru
hettam.a. virðisbrøv, sum
verða plaserað uttanlanda.
Tann nøgd av peningi,
Framhald á bls. 12
1
Rokkurin
føroyskur?
14. September skrivar, at
grunnurin kring Rock All
hoyrir til «Faroe Upland» -
ta føroysku fjallafløtuna:
Bretar siga, at ein heilt
smalur ryggur gongur úr
skotska grunninum inná
Faroe upland-økið, og at
hetta gevur teimum rætt
til at ogna sær tann hav-
botn, ið hesin ryggur setir
skotska økið 'í. samband
við. So nú hava teir tikið
SJÓNARMIÐ
havbotnin uttan um Rock
All heilt norður móti Før-
oya Banka, ja kanska
Føroya Banka við.
Tað, sum hevur áhuga,
er í fyrsta lagi: Kunna
bretar forðast í hesi ognar-
tøku, og kunna føroyingar
siga, at grunnurin uttan
um Rokkin er partur av tí
føroyska havbotninum og
tí eigur at vera føroysk
ogn? í øðrum lagi: Hava
bretar longu ognað sær
part av tí føroyska hav-
botninum (Føroya Banka,
Bill Bailes Banka o.ø.)?
Onga støðu
Sosialurin skrivar um sam-
gongumøguleikar:
Upp undir hetta valið
hevur meir enn nakrantíð
áður verið skrivað um
samgongumøguleikar eftir
valið.
Javnaðarflokkurin er
ikki sinnaður til hesu-
megin valið at velja og
vraka ímillum samgongu-
møguleikar. Vit megu
fyrst kenna úrslitið av
valinum og síðani tær
samgongutreytir, javnað-
arflokkurin kann fáa burt-
ur úr teimum ymisku
møguleikunum. Tó kunnu
vit vissa øll um, at javnað-
arflokkurin kennir sína
skyldu, og at flokkurin er
fúsur til at skipa eitt ar-
beiðsført landsstýri eftir
valið.
Vøksturin
í haft
Hákun Djurhuus skrivar í
Dagblaðnum, at fólkaflok-
sins støða í skatta- og
fíggjarviðurskiftum er i
stuttum:
Vit skulu vera við til at
virka fyri:
1. Niður við skattinum,
soleiðis at teimum minni-
mentu verður veittur
skattabati, ið ger mun.
2. Niður við innflutnings-
gjaldinum, soleiðis at vør-
uprísir kunnu verða lækk-
aðir.
3. Ein príspolitikkur førd-
ur, ið kann virka inflati-
ónstarnandi, so keyparin
fær meira fyri pening sín,
og sum kann virka upp-
sparingarfremj andi.
Hetta vil siga, vøksturin
í almennum forbrúki má
verða lagdur i haft.
Aðaltreytin
Um politiskar samgongur
skrivar Dimmálætting í
oddagrein:
Spurningurin um luttøk-
u Sambandsfloksins i
nýggjum landsstýrissam-
taki við annan flokk (ella
aðrar flokkar) er treytaður
av, at land okkara ikki
verður avreitt til hvønn,
sum helst hóast prísin í
peningi. Hann vil unđir
øllum føri seta sum treyt
fyri luttøku í einihvørji
komandi politiskari sam-
gongu, at Føroyar ikki
býta seg burtur við rætt-
indum til hvat land sum
helst. Hetta er aðaltreytin
fyri luttøku sambandsins í
allari framtíðar politiskari
samgongu, hvussu stórur
ella lítil Sambandsflokk-
urin kemur burtur úr løg-
tingsvalinum komandi 7.
november!