Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Síða 2

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Síða 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 f Tíðindablaóið Útgevarar og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49. Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Eldverjan Við fáum døgum ímillum hava føroyskar fyritøkur verið raktar av eldi. Sildavirkið í Fuglafirði mátti steðga í nakrar dagar, tí eldur kom í, og Eggvirkið i Rytuvík misti skip sítt av eldi. Her skal ikki vera sagt, um sløkkiút- gerðin i hesum báðum førum var í lagi ella ikki. Men tað er hugstoytt at lesa ta frágreiðing um eldverjuna í Føroyum, sum greitt er frá aðrastaðni í blaðnum í dag. Tað kemur fram í hesi frágreiðing, at nógvir av landsins skúlum, har børn okk- ara dagliga halda til, minni enn so eru sum ynskjandi kann vera. Innraettingin er ikki tann rætta, tilfarið er ikki tað rætta, hurðarnar ganga ikki tann rætta vegin, neyðútgongdimar eru ikki tær røttu. Og - fram um alt - sløkkiamboðini, sum eiga at finnast á skúlum, í sam- komuhúsum, á arbeiðsplássum og alla- staðni, har nógv fólk kemur, em ikki í lagi. Higartil em vit slopnir ótrúliga væl frá eldskaðanum. Men ein álvarslig van- lukka kann henda hvørja løtu. Tað má krevjast, at sløkkiliðini kring í landinum samskipa sítt arbeiði og sína útbúgving, og at eftirlit fæst við, at skúlar og onnur høli, har fólk kemur, hava forsvarliga útgerð og em innrættað á forsvarligan hátt. Sum eitt 'fyrsta stig kunnu myndug- leikar .og privatpersónar rætta seg eftir teimum krøvum, ið verða sett fram í áðumevndu frágreiðing. F íggjarv ið ursk ifti Tað hevur í seinastuni verið nógv talað og skrivað um fíggjarviðurskifti land- sins. Ætlanin við Hesi grein er bert í stuttum at geva eina teoretiska grein- ing av‘,""”hvussu peninga- streymurin fer gjøgnum samfelagið, og hvussu peningur verður ella kann verða nýttur til ymisk endamál. Hjástandandi tekning vísir, at bruttotjóðarúr- tøkan kann definerast sum tann samlaði eningurin, ið nýttur verður av lands- kassanum, peningur frá rikiskassanum, privat pen- ingaforbrúk og privatar íløgur. Hetta er tann virð- isnøgd, sum samfelagið hevur til taks. Tekningin vísir, at tá avskrivingar av skipum, virkisamboðum o.s.fr. eru famar burturav, er nettotjóðarúrtøkan eftir til taks, og av hesum fer óbeinleiðis skattur til landskassen; og tá tann óbeinleiðis skatturin er far- in burturav, er nettotjóð- arinntøkan eftir. Av hes- um skal gjaldast virkis- skattur og tryggingar til landskassen, og virkisyv- irskot, sum í flestum før- um fer gjøgnum peninga- stovnarnar. Eftir er so inn- tøkan hjá virkjum og persónum. Harav skal gjaldast beinleiðis skattur til landskassan og møgu- liga uppsparing í peninga- stovnunum, og eftir verður so peningur hjá privatum at keypa fyri. Ein fortreyt fyri, at javnvág er í hesum pen- ingaumfari er, at virðis- innflutningurin er hin sami sum virðisinnflutnirigurin (gjaldsjavnvágin = 0). Hugsa vit okkum, at virð- isinnflutningurin er størri enn virðisútflutningurin, verður bruttotjóðarúrtøk- an størri, og harvið verður meira av peningi til taks bæði hjá landskassanum DAGSINS MÁL Birgir Danielsen fiskasølu- stjóri skrivar. og hjá peningastovnunum og hjá privatum, og ger hetta, at keypiorkan verð- ur størri - peningaforbrúk- ið verður størri allan veg- in, og úrslitið verður in- flatión. Verður virðisinnflutn- ingurin minni enn virðisút- flutningurin, t.v.s. at gjaldsjavnvágin er nega- tiv, verður minni peningur til taks hjá øllum, og vil hetta skapa deflatión. I Eystanlondum er pol- itisk avgerð eina ferð með alla tikin um, at gjalds- javnvágin á hvørjum ári skal vera null, og úrslitið av hesum vil verða inn- lendis stabil peningaviður- skifti uttan inflatión og uttan deflatión. Hetta kann bert gerast við stýr- ing av inn- og útflutningi av peningi, og úrslitið er, at livifóturin ikki kann vaksa eins og í Vesturlond- um. Haraftrat kemur, at peningavirðið verður «la- bilt» — t.v.s. at peningur- in hevur einki virði mót- vegis peningi í Vestur'-* heiminum. í okkara peningaumfari telur við í bruttotjóðar- úrtøkuni tann peninga- nøgd, sum kemur frá ríkis- kassanum (íløgur í vegir, havnir, skúlar, sjúkrahús o.s.fr.; rakstrarútreiðslur til skúlar, sjúkrahús o.s.fr. og sosialar veitingar). Tann peningur, sum á henda hátt kemur inn í bruttotjóðarúrtøkuna, er munandi samanborið við tann pening, sum fer í- gjøgnum landskassan, og er hetta tí ein stórur vandi fyri øking av inflatiónini í landinum. Hesi seinastu árini hev- ur gjaldsjavnvágin verið positiv (í 1973 við 90 mUj. kr.). Gjaldsjavnvágin kemur fram sum nettoúr- slitið av øllum peninga- flutningi inn í landið og út av landinum (í 1973 í- roknað 125" milj. kr. frá, danska statinum). í 1973 vildi gjaldsjavnvágin so- statt verið negativ við 35 milj. kr., um einki bein- leiðis ríkistilskot var. Talan hevur verið um at broyta peningainnflutn- ingin frá ríkiskassanum tU sokallaðan blokkstudning, og vildi hetta verið rætt, um so var at hesin blokk- studningur varð nýttur til at regulera javnvágina millum virðisútflutning og virðisinnflutning við; men tað hevur neyvan verið hugsanin, tá hetta hevur verið uppá tal. í teimum demokratisku Vestanlondunum hevur tann almenna nýtslan av peningi verið størsta or- søkin til inflatión. Okkara støða er verri, við tað at vit hava bæði landskassan og rikiskassen, sum pump- a pening inn í peningaum- farið og soleiðis økja infla- tiónsvandan. Á tekningini er eisini vist, at peningur fer út úr peningaumfarinum frá peningastovnunum, og eru hettam.a. virðisbrøv, sum verða plaserað uttanlanda. Tann nøgd av peningi, Framhald á bls. 12 1 Rokkurin føroyskur? 14. September skrivar, at grunnurin kring Rock All hoyrir til «Faroe Upland» - ta føroysku fjallafløtuna: Bretar siga, at ein heilt smalur ryggur gongur úr skotska grunninum inná Faroe upland-økið, og at hetta gevur teimum rætt til at ogna sær tann hav- botn, ið hesin ryggur setir skotska økið 'í. samband við. So nú hava teir tikið SJÓNARMIÐ havbotnin uttan um Rock All heilt norður móti Før- oya Banka, ja kanska Føroya Banka við. Tað, sum hevur áhuga, er í fyrsta lagi: Kunna bretar forðast í hesi ognar- tøku, og kunna føroyingar siga, at grunnurin uttan um Rokkin er partur av tí føroyska havbotninum og tí eigur at vera føroysk ogn? í øðrum lagi: Hava bretar longu ognað sær part av tí føroyska hav- botninum (Føroya Banka, Bill Bailes Banka o.ø.)? Onga støðu Sosialurin skrivar um sam- gongumøguleikar: Upp undir hetta valið hevur meir enn nakrantíð áður verið skrivað um samgongumøguleikar eftir valið. Javnaðarflokkurin er ikki sinnaður til hesu- megin valið at velja og vraka ímillum samgongu- møguleikar. Vit megu fyrst kenna úrslitið av valinum og síðani tær samgongutreytir, javnað- arflokkurin kann fáa burt- ur úr teimum ymisku møguleikunum. Tó kunnu vit vissa øll um, at javnað- arflokkurin kennir sína skyldu, og at flokkurin er fúsur til at skipa eitt ar- beiðsført landsstýri eftir valið. Vøksturin í haft Hákun Djurhuus skrivar í Dagblaðnum, at fólkaflok- sins støða í skatta- og fíggjarviðurskiftum er i stuttum: Vit skulu vera við til at virka fyri: 1. Niður við skattinum, soleiðis at teimum minni- mentu verður veittur skattabati, ið ger mun. 2. Niður við innflutnings- gjaldinum, soleiðis at vør- uprísir kunnu verða lækk- aðir. 3. Ein príspolitikkur førd- ur, ið kann virka inflati- ónstarnandi, so keyparin fær meira fyri pening sín, og sum kann virka upp- sparingarfremj andi. Hetta vil siga, vøksturin í almennum forbrúki má verða lagdur i haft. Aðaltreytin Um politiskar samgongur skrivar Dimmálætting í oddagrein: Spurningurin um luttøk- u Sambandsfloksins i nýggjum landsstýrissam- taki við annan flokk (ella aðrar flokkar) er treytaður av, at land okkara ikki verður avreitt til hvønn, sum helst hóast prísin í peningi. Hann vil unđir øllum føri seta sum treyt fyri luttøku í einihvørji komandi politiskari sam- gongu, at Føroyar ikki býta seg burtur við rætt- indum til hvat land sum helst. Hetta er aðaltreytin fyri luttøku sambandsins í allari framtíðar politiskari samgongu, hvussu stórur ella lítil Sambandsflokk- urin kemur burtur úr løg- tingsvalinum komandi 7. november!

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.