Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 4

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 4
Síða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Útferð Føroya Verkfrøðinga- felag ger útferð úr Havn inn í Eysturoynn- a í morgin. Verkfrøð- ingarnir skulu vitja bergholsarbeiðið og Skála Skipasmiðju. Tónleikur Týskvøldið verður kon- sert í kommunuskúla- høllini í Havn, har ís- lendski cellospælarin Gunnar Kvaran og kla- verspælarin Gísli Mag- nusson leika. Gunnar Kvaran er útbúgvin í Reykjavík og Keypmannahavn, har hann hevur verið lærari á konservatori- inum tey seinastu 6 ár- ini. Hann fekk Gades Musikpris í 1969. Gísli Magnusson er útbúgvin í Reykjavík og Ziirich. Hann er ofta gestur hjá íslendsku symfonikarunum sum solistur og er eisini kamarmusikari. Gísli hevur innspælt fleiri grammofonplátur. Hann starvast sum lær- ari í íslandi. Nólsoyar Páll Framsýningin um Nóls- oyar Páll í Stokkastov- uni á Tinganesi er opin leygardagin og sunnu- dagin frá kl. 15 til 17. ídnaðar- grunnurin í farna roknskaparári hevur ídnaðargrunnur- in viðgjørt 25 umsóknir um lán uppá tilsamans 8,1 milj. kr. 9 umsóknir vóru játtaðar uppá til- samans 2,4 milj. kr. 7. vórðu ikki játtaðar, 8 vórðu ikki liðugt við- gjørdar, og eina metti grunnurin at falla uttan fyri sítt lániøki. Til 31. mars hevði grunnurin játtað íalt 24 lán uppá 9,5 milj. kr. Harav fóru 5,7 milj. rk. til bygningar og 3,75 milj. kr. til maskinur. ídnaðargrunnurin hev- ur fingið 10 milj. kr. í láni frá 60 miljóna grunninum. Merki Felagið Javni, sum virkar evnaveikum at bata, fer aftur í ár at hava merkjasølu. Pris- urin er 1 kr. fyri stykkið og 10 kr. fyri eitt ark aV merkjum, sum kunnu setast á brøv. Felagið hevði merkj- asølu fyrstu ferð í ok- tober í fjør. 50.000 kr. komu inn. Blaðútgáva 1 Havn er stovnað firma Vaktarin v/A. Reinert, H.S. Joensen og I. Dam. Tað eru teir tríggir Agnar Reinert og Hans Andr. Joensen í Havn og Immanuel Dam í Vestmanna, sum geva blaðið Vaktarin út. Tummas Mamer Jacobsen í Havn hevur prokura. Grani í samløgufelagnum Grani á Tvøroyri er Niels Juel Thomsen far- in úr nevndini. Nevndin er henda: Hemming Jespersen, formaður, Henry Koba Jensen í Havn næstformaður, og Sverri Midjord á Tvøroyri. Henry Koba Jensen hevur prokura. Innskotið er hækkað við 5.000 kr. til 155.000 kr. Bacalao Á ársfundinum, sum varð hildin 19. apríl, fóru Thomas Dam, Martin Joensen og Tor- móður Djurhuus úr nevndini. Poul Mohr er komin í nevndina. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend altargongd á Nesi. K.O. Viderø verð- ur í Hvalba kl. 12 og i Sandvík kl. 18. Torkil Beder hevur konfirma- tión i Fuglafirði kl. 11. Eivind Vilhelm vara- bispur verður í Havn. Bønnelycke Hansen hevur deyvagudstæn- astu á Glyvrum kl. 15 (donsk sálmabók). Ják- up Magnussen verður i Klaksvík (talvan gong- ur fyri kirkjuna). Høgni Poulsen verður í Sanda- vági. Landavegur Møti verður i Missións- húsinum við Landaveg- in sunnukvøldið kl. 19 og sunnudagsskúli kl. 14. Ebenezer Sunnudagsskúli er kl. 13 og evangeliskt møti sunnukvøldið kl. 18. Doktararitgerð um lívið i eini føroyskari bygd Sum eitt lið í útbúgving síni hevur amerikanarin John Arbuckle búð á Eiði í eitt ár og tikið lut í arbeiði saman við fólkinum har ) sum stendur við, sjálvt um ein er her í longri tíð. Eg’ havi kent, at fólk hava onki ímóti at hava meg í- millum sín. Men eg meti ikki hetta samfelag á ein positivan ella negativan hátt, eg royni at skilja, hví hetta samfelag er, sum tað er, og meti tað tí ikki við somu eygum, sum ein ferð- amaður, ið bert vitjar í stutta tíð. John Arbuckle hevur lisið sosial antropologi við eitt universitet í USA, og hann arbeiðir nú við eini ritgerð. Hann skal skriva um eitt lítið samfelag og hvussu fólk livir har. Kanningin verður gjørd á tann hátt, at hann býr í hesum sam- felagnum, tekur lut í ar- beiðinum við fólkinum har, talar við fólk og livir eins og tey. Hann valdi sær at búgv- a á Eiði. Hann hevur verið við eiðismonnum á útróðri, hevur verið á laksaveiðu við Broddi og snellu- og línuveiðu við Norðsøka. - Eg kanni fólkalív og fólkalyndi og hvussu fólk livir í eini føroyskari bygd samanborið við eina slíka bygd í Noregi og New Foundlandi. - Hvi hevur tú valt tær Føroyar? - Ein antropologur velur sær ein ávísan part av heiminum at arbeiða við. Mítt umráði er Norður- europa og serstakliga Norðuratlantshavið. Eg havi gjørt líknandi kann- ingar fyrr millum fiski- menn í USA og skuldi nú velja mær eitt pláss onk- unstaðni i Norðuratlants- havinum. Eitt væl- egnað stað - Eg las alt tað, eg kundi fáa hendur á um Føroyar og gjørdi av at koma hig- ar. Ikki fyrr enn eg var komin, fór eg so at finna mær eina hóskandi bygd at búgva í. Havnin ella Klaksvíkin høvdu verið ov stór samfeløg at kanna eftir so stuttari tíð, so eg mátti velja mær eitt, sum var minni. - Eg haldi, at Eiði á mangan hátt er eitt væl- egnað stað. Hetta er eitt traditionelt samfelag, men samstundis nýmótans. Hetta er ein bygd, sum hevur sæð stórar broyt- ingar hesi seinastu 30 ár- ini, har eru nógv nýggj hús og «itt nýmótans flaka- virki, og hetta er eitt stabilt samfelag. - Tá tú nú skal saman- bera hetta samfelagið við slikar bygdir aðrastaðni, hvør er so munurin? - Tað er ov tíðliga hjá mær at svara uppá hetta. Nú havi eg búð so mikið leingi á Eiði og eri so nógv ávirkaður av tí samfelag, eg havi livað í, at eg kann ikki svara greitt uppá henda spurningin, fyrr enn eg eri komin burtur aftur. - Nú fari eg tað komandi árið at kanna tað, sum eg havi skrivað her og saman- bera tað við onnur sam- feløg. Skuldi komið aftur - Er eitt ár nóg mikið til eina slika kanning? - Tað er nóg mikið til hetta endamálið. Men tað hevði verið betri, um eg kundi komið aftur seinni. Tá eg nú fari at kanna tilfarið nærri, komi eg sjálvandi at seta mær nógvar spurningar, og teir kundi eg so best fingið svaraðar við at komið aft- ur. - Hvat kanst tú siga um hetta samfelagið? - Tað er ymiskt, sum eyðkennir eitt føroyskt samfelag. Tá ferðafólk koma higar og eru her bert í stutta tíð, so siga tey aloftast, at tey i Føroyum hava eina kenslu av, at tey eru vælkomin. Eg kann nú siga, at hetta er ein kensla, Málið - Eru ikki nógvir málsligir trupulleikar hjá einum a- merikanara, sum kemur til Føroya at gera slikar kanningar? - í fyrstuni eru nakrir trupulleikar, men nú fellur tað mær lætt at tala við fólk á Eiði, og eg skilji tey væl. Men tá eg komi aðrar- staðir, t.d. til Havnar, so verður torførari at skilja. - Hvat verður ein slík útbúgving brúkt til? - Mest til universitets- undirvísing. Men ein mað- ur við hesari útbúgvingini kann eisini gera kanningar av ymsum slag, sum kunn- u hava áhuga fyri mynd- ugleikamar. John Arbuckle hevur búð á Eiði í eitt ár

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.