Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 4
Síða 4
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974
Útferð
Føroya Verkfrøðinga-
felag ger útferð úr
Havn inn í Eysturoynn-
a í morgin. Verkfrøð-
ingarnir skulu vitja
bergholsarbeiðið og
Skála Skipasmiðju.
Tónleikur
Týskvøldið verður kon-
sert í kommunuskúla-
høllini í Havn, har ís-
lendski cellospælarin
Gunnar Kvaran og kla-
verspælarin Gísli Mag-
nusson leika.
Gunnar Kvaran er
útbúgvin í Reykjavík
og Keypmannahavn,
har hann hevur verið
lærari á konservatori-
inum tey seinastu 6 ár-
ini. Hann fekk Gades
Musikpris í 1969.
Gísli Magnusson er
útbúgvin í Reykjavík
og Ziirich. Hann er ofta
gestur hjá íslendsku
symfonikarunum sum
solistur og er eisini
kamarmusikari. Gísli
hevur innspælt fleiri
grammofonplátur.
Hann starvast sum lær-
ari í íslandi.
Nólsoyar Páll
Framsýningin um Nóls-
oyar Páll í Stokkastov-
uni á Tinganesi er opin
leygardagin og sunnu-
dagin frá kl. 15 til 17.
ídnaðar-
grunnurin
í farna roknskaparári
hevur ídnaðargrunnur-
in viðgjørt 25 umsóknir
um lán uppá tilsamans
8,1 milj. kr. 9 umsóknir
vóru játtaðar uppá til-
samans 2,4 milj. kr. 7.
vórðu ikki játtaðar, 8
vórðu ikki liðugt við-
gjørdar, og eina metti
grunnurin at falla uttan
fyri sítt lániøki.
Til 31. mars hevði
grunnurin játtað íalt 24
lán uppá 9,5 milj. kr.
Harav fóru 5,7 milj. rk.
til bygningar og 3,75
milj. kr. til maskinur.
ídnaðargrunnurin hev-
ur fingið 10 milj. kr. í
láni frá 60 miljóna
grunninum.
Merki
Felagið Javni, sum
virkar evnaveikum at
bata, fer aftur í ár at
hava merkjasølu. Pris-
urin er 1 kr. fyri stykkið
og 10 kr. fyri eitt ark aV
merkjum, sum kunnu
setast á brøv.
Felagið hevði merkj-
asølu fyrstu ferð í ok-
tober í fjør. 50.000 kr.
komu inn.
Blaðútgáva
1 Havn er stovnað
firma Vaktarin v/A.
Reinert, H.S. Joensen
og I. Dam. Tað eru teir
tríggir Agnar Reinert
og Hans Andr. Joensen
í Havn og Immanuel
Dam í Vestmanna, sum
geva blaðið Vaktarin
út. Tummas Mamer
Jacobsen í Havn hevur
prokura.
Grani
í samløgufelagnum
Grani á Tvøroyri er
Niels Juel Thomsen far-
in úr nevndini. Nevndin
er henda: Hemming
Jespersen, formaður,
Henry Koba Jensen í
Havn næstformaður,
og Sverri Midjord á
Tvøroyri. Henry Koba
Jensen hevur prokura.
Innskotið er hækkað
við 5.000 kr. til 155.000
kr.
Bacalao
Á ársfundinum, sum
varð hildin 19. apríl,
fóru Thomas Dam,
Martin Joensen og Tor-
móður Djurhuus úr
nevndini. Poul Mohr er
komin í nevndina.
Gudstænastur
Sunnudagin hevur J.
Follend altargongd á
Nesi. K.O. Viderø verð-
ur í Hvalba kl. 12 og i
Sandvík kl. 18. Torkil
Beder hevur konfirma-
tión i Fuglafirði kl. 11.
Eivind Vilhelm vara-
bispur verður í Havn.
Bønnelycke Hansen
hevur deyvagudstæn-
astu á Glyvrum kl. 15
(donsk sálmabók). Ják-
up Magnussen verður i
Klaksvík (talvan gong-
ur fyri kirkjuna). Høgni
Poulsen verður í Sanda-
vági.
Landavegur
Møti verður i Missións-
húsinum við Landaveg-
in sunnukvøldið kl. 19
og sunnudagsskúli kl.
14.
Ebenezer
Sunnudagsskúli er kl.
13 og evangeliskt møti
sunnukvøldið kl. 18.
Doktararitgerð
um lívið i eini
føroyskari bygd
Sum eitt lið í útbúgving síni hevur
amerikanarin John Arbuckle búð á Eiði í
eitt ár og tikið lut í arbeiði saman við
fólkinum har
)
sum stendur við, sjálvt um
ein er her í longri tíð. Eg’
havi kent, at fólk hava
onki ímóti at hava meg í-
millum sín. Men eg meti
ikki hetta samfelag á ein
positivan ella negativan
hátt, eg royni at skilja, hví
hetta samfelag er, sum tað
er, og meti tað tí ikki við
somu eygum, sum ein ferð-
amaður, ið bert vitjar í
stutta tíð.
John Arbuckle hevur lisið
sosial antropologi við eitt
universitet í USA, og hann
arbeiðir nú við eini ritgerð.
Hann skal skriva um eitt
lítið samfelag og hvussu
fólk livir har. Kanningin
verður gjørd á tann hátt,
at hann býr í hesum sam-
felagnum, tekur lut í ar-
beiðinum við fólkinum har,
talar við fólk og livir eins
og tey.
Hann valdi sær at búgv-
a á Eiði. Hann hevur verið
við eiðismonnum á útróðri,
hevur verið á laksaveiðu
við Broddi og snellu- og
línuveiðu við Norðsøka.
- Eg kanni fólkalív og
fólkalyndi og hvussu fólk
livir í eini føroyskari bygd
samanborið við eina slíka
bygd í Noregi og New
Foundlandi.
- Hvi hevur tú valt tær
Føroyar?
- Ein antropologur velur
sær ein ávísan part av
heiminum at arbeiða við.
Mítt umráði er Norður-
europa og serstakliga
Norðuratlantshavið. Eg
havi gjørt líknandi kann-
ingar fyrr millum fiski-
menn í USA og skuldi nú
velja mær eitt pláss onk-
unstaðni i Norðuratlants-
havinum.
Eitt væl-
egnað stað
- Eg las alt tað, eg kundi
fáa hendur á um Føroyar
og gjørdi av at koma hig-
ar. Ikki fyrr enn eg var
komin, fór eg so at finna
mær eina hóskandi bygd
at búgva í. Havnin ella
Klaksvíkin høvdu verið ov
stór samfeløg at kanna
eftir so stuttari tíð, so eg
mátti velja mær eitt, sum
var minni.
- Eg haldi, at Eiði á
mangan hátt er eitt væl-
egnað stað. Hetta er eitt
traditionelt samfelag, men
samstundis nýmótans.
Hetta er ein bygd, sum
hevur sæð stórar broyt-
ingar hesi seinastu 30 ár-
ini, har eru nógv nýggj hús
og «itt nýmótans flaka-
virki, og hetta er eitt
stabilt samfelag.
- Tá tú nú skal saman-
bera hetta samfelagið við
slikar bygdir aðrastaðni,
hvør er so munurin?
- Tað er ov tíðliga hjá
mær at svara uppá hetta.
Nú havi eg búð so mikið
leingi á Eiði og eri so nógv
ávirkaður av tí samfelag,
eg havi livað í, at eg kann
ikki svara greitt uppá
henda spurningin, fyrr enn
eg eri komin burtur aftur.
- Nú fari eg tað komandi
árið at kanna tað, sum eg
havi skrivað her og saman-
bera tað við onnur sam-
feløg.
Skuldi komið
aftur
- Er eitt ár nóg mikið til
eina slika kanning?
- Tað er nóg mikið til
hetta endamálið. Men tað
hevði verið betri, um eg
kundi komið aftur seinni.
Tá eg nú fari at kanna
tilfarið nærri, komi eg
sjálvandi at seta mær
nógvar spurningar, og teir
kundi eg so best fingið
svaraðar við at komið aft-
ur.
- Hvat kanst tú siga um
hetta samfelagið?
- Tað er ymiskt, sum
eyðkennir eitt føroyskt
samfelag. Tá ferðafólk
koma higar og eru her bert
í stutta tíð, so siga tey
aloftast, at tey i Føroyum
hava eina kenslu av, at tey
eru vælkomin. Eg kann nú
siga, at hetta er ein kensla,
Málið
- Eru ikki nógvir málsligir
trupulleikar hjá einum a-
merikanara, sum kemur til
Føroya at gera slikar
kanningar?
- í fyrstuni eru nakrir
trupulleikar, men nú fellur
tað mær lætt at tala við
fólk á Eiði, og eg skilji tey
væl. Men tá eg komi aðrar-
staðir, t.d. til Havnar, so
verður torførari at skilja.
- Hvat verður ein slík
útbúgving brúkt til?
- Mest til universitets-
undirvísing. Men ein mað-
ur við hesari útbúgvingini
kann eisini gera kanningar
av ymsum slag, sum kunn-
u hava áhuga fyri mynd-
ugleikamar.
John Arbuckle hevur búð á Eiði í eitt ár