Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 5

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 5
V TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 5 Tann nýggi skúlin við Ósánna í Klaksvík hevur innilokaðan skúlagarð í miðjuni, har eiga ikki at vera meira enn 300 fólk inni í senn Arbeiðspláss og skúlar ov illa vard móti eldi farið ov eldfimt. í einum samkomuhúsi eru gisting- arrúm á loftinum, og tað verður ikki hildið heppið. Skal hetta kortini halda fram, eiga bert 10 fólk at kunna gista, og tey eiga at vera yvir 15 ár. Neyðútgongdirnar eiga at vera soleiðis, at hurðin fæst upp uttan lykil ella amboð. 1 støðum verður leyst hessian brúkt á vegg- unum - tað eigur at takast niður. Og gørn undir loft- inum eiga at hava stálveir- ar undir sær, so tey ikki kunnu detta niður. Arbeiðspláss Tær atfinningar, sum eru nevndar frammanfyri, ger- a seg eisini galdandi á mongum arbeiðsplássum. Tað verður nevnt, at fleiri virki eru bygd á ein slíkan hátt og úr slíkum tilfari, at tey eru óegnað. Skoytast kann uppí, at í støðum er goymsla av eldfimum vør- um í kjallara og fýrrúmi, og tað er ikki í lagi. Olju- klæði eiga ikki at hongjast upp at turka i fýrrúmum, men í serligum turkirúm- um. Meira enn helvtin av eldsløkkjarunum hevur skeivt innihald, siga serfrøðingar Menn frá Statens Brand- inspektion hava ferðast kring í Føroyum og kann- að skúlar, kirkjur, sam- komuhús, gistingarhús og arbeiðspláss fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu tey eru vard fyri eldi. Yvirlitið vísir, at tað stendur ikki væl til. Til- samans vórðu 177 hús og høli kannað, og bert í 26 førum høvdu teir serkønu ongar viðmerkingar. í 10 av hesum 26 førunum var talan um kirkjur. Bleytar plátur 1 yvirlitinum verða gjørdar viðmerkingar til hvørt høl- ið sær, sum er kannað. Funnist verður í mongum førum at nýtsluni av bleyt- um plátum, t.v.s. øllum klædningi, sum tað lætt- liga festir í, eisini plátur við harðari skorpu. Menn- inir ráða frá, at hesar plátur verða so nógv brúktar, serliga í trappu- uppgongdum, har veggir- nir í staðin eiga at verða t.d. pussaðir, klæddir við asbest ella trýstimpregner- aðum krússfiner. Á so gott sum øllum teimum plássum, teir hava kannað, er ongin ella ov lítil sløkkiútgerð. Eisini vanta neyðtrappur uttan- dura, vegleiðingar um, hvat fólk skulu gera, um eldur kemur í, og alarm- klokkur. Aðrastaðni er órudd í fýrrúminum, og snikkara- verkstøð eru ikki nóg ruddilig. Skúlarnir Tað visir seg at standa ringast til í skúlunum, sum at kalla allir krevja ymsar ábøtur. Tað verður m.a. funnist at, at nógvir skúlar - serliga teir nýggju - hava hurðar við glasi í. Hesar eiga at skiftast út ella klæðast við krússfiner- i. Hurðamar eiga eisini at latast upp úteftir og ikki - sum nógvastaðni - inneft- ir. Ongir hurðahaldarar eiga at vera, eldsløkkjarar eiga at vera á hvørjari hædd, hurðamar eiga í støðum at koma heilt niður ímóti gólvinum, og tilfar eigur ikki at goymast á centralhitaketlinum. 1 einum skúla kann ov- ara helvt av vindeygunum latast upp. Her verður mælt til, at tann niðara helvtin í staðin kann opn- ast. Polstrað innbúgv eigur helst ikki at verða brúkt. Sum eitt dømi um óansni kann nevnast, at í einum skúla er hol í skorstein- inum á loftinum tætt við einari bundnari troyggju. Onkunstaðni er ventilati- ónin í fýrrúminum ov ván- alig. Sagt verður, at trapp- ur eiga ikki at hava opið samband við gongimar. Trotið á skúlum førir við sær, at høli verða leigað til hetta endamál. í frágreið- ingini verður í einum føri mælt til, at forboð verður sett móti at brúka eitt høli til undirvísing, til ein neyðtrappa er gjørd. Samkomu- húsini Fleiri broytingar em eisini átroðkandi í húsum, sum verða brúkt til samkomur av ymiskum slag. Tær flestu kirkjumar eru í lagi, tó verður í støðum mælt til, at tvey vindeygu inni við altari skulu kunna lat- ast upp tU neyðbrúk. í summum húsum eigur bert eitt avmarkað tal av fólki at vera inni í senn, og mangastaðni er byggitil- Nixon livir verri Richard Nixon hevur nú fingið blóðpropp í høgra lunga. Lækni hansara sig- ur at góðir møguleikar eru fyri, at hann kemur fyri seg aftur, men at hetta tekur tíð. Hann livir ikki væl, men er heldur ikki í lívsvanda. Nixon, sum er 61 ára gamal, varð lagdur á sjúk- rahús mánadagin við blóð- proppi í beininum. Tann vánaligi livimátin hjá Nixon var ein av grundunum til, at Gerald Ford forseti avgjørdi at geva honum grið í Water- gate—málinum. Tað verð- ur tó framvegis kravt, at hann skal vitna í sakar- málinum móti fleiri av næstu starvsmonnum hansara. Teir koma fyri rættin í næstu viku. Kranar Teir eldsløkkjarar, sum finnast, eru ikki allir av besta slag. Kanningar- menninir siga, at meira enn helvtin hevði skeivt innihald til tað tilfar, teir eru ætlaðir at sløkkja. í fleiri bygdum varð funnist at kommununum, tí at tær ikki settu nóg nógvar eldkranar upp. Einastaðni liggja nógvir kranar á goymslu, men verða ikki settir upp. í Danmark má ikki vera longri enn 250 metrar mill- um eldkranamar, har sum hús eru. Um sløkkiliðini verður sagt, at tey hava ikki nóg likar alarmeringsætlanir, og at teimum tørvar út- búgvingarætlanir. Fríkendur Ein amerikanskur rættur hevur fríkent loytnantin William Calley, sum varð dømdur fyri at hava myrt 22 sivilfólk í suðurviet- namesisku bygdini Mai Lai i 1968. Dómarin kravd- i, at Calley skuldi beinan vegin latast leysur úr fang- aleguni, har hann hevur sitið, síðani hann varð dømdur til 10 ára fongsuls- revsing fyri morðini. Tiðindamenn siga, at herurin fer væntandi at skjóta avgerðina um at lata Calley leysan inn fyri ein hægri rætt. Skipasøla Tingingar hava verið millum Peru og Guyana um, at Guyana skal keypa trolarar og bátar úr Peru fyri 300 milj. kr. Nógv lendi til grundstykki Jarðarráðið upplýsir, at í fleiri bygdum er latið væl av lendi til byggi- grundir. í mars mánað fekk Klaksvíkar komm- una 56.000 m2 av fest- unum í Vági. Ein treyt fyri hesum var, at bý- ráðið skuldi gera upp- dyrkingarveg, og hesin vegur er í gerð. Hann gongur niðan á Háls, og út frá honum skulu gerast siðuvegir til dyrkilendi. Tá útskift- ingin er liðug, fara bøndurnir undir at dyr- ka upp úr nýggjum. í Fuglafirði hevur bygdarráðið fingið til- samans 42.000 m2 til grundstykki. Tann eini bóndin, Fritleif Joen- sen, ið misti dyrkað lejjdi, er byrjaður at velta upp úr nýggjum av hagajørð, sum hann hevur fingið í semju við tríggjar Gøtubøndur. Fritleif skal dyrka 100.000 m2 upp úr nýggjum til sín sjálvs og aðrar 100.000 m2 til teir triggjar Gøtu- bøndumar. Av hesum hevur hann dyrkað 70.000 m2 til sín og 30.000 m2 til hinar. Hann byggir sær eitt stórt fjós við 40 básum, og teir tríggir bøndur- nir í Gøtu skulu byggja eitt felagsfjós við 40 - 50 básum. Hetta ar- beiði fer í gerð ein av teimum fyrstu døgun- um. Lorvíkar kommuna hevur fingið 40.000 m2 av jørð til grundstykki og annað. Bygdarráðið skal gera veg út á Vík, har nógv gott dyrki- lendi er. Vegurin er í gerð, og ein av bøndun- um hevur fingið sær ný- mótans amboð og hevur velt 50.000 m2. I Havn hevur komm- unan fingið tilsøgn um stórt øki í Eysturbý- num og møguleiki er fyri stórari útstykking. Talan er um eitt lendi uppá tilsamans 150.000 m2. Skopunar kommuna hevur fingið 10.000 m2, eisini til grundstykki. Jarðarráðið sigur, at hesi lendi eru øll latin kommununum uppá lán. Vóru hesi lendi ikki sett av til grundstykki, hevði tað helst verið ó- møguligt mangastaðni hjá fólki at fingið grundstykki, tí prísurin hevði verið so høgur. Eisini hevur Jarðar- ráðið arbeitt við út- BUNAÐAR- TÍÐINDI stykking i Hoyvikshag- anum, og lán og studn- ingur eru latin, sum ráðið hevur at ráða yvir. í tvey ár hevur Jarð- arráðið søkt um at fáa pening avsettan á fíggj- arlógini til keyp av utt- anbíggjajørð, m.a. í Mykinesi, men pening- ur er ikki játtaður. ★ Ognirnar hjá 30.000 fólkum nú skrásettar Arbeiðið við matrikul- ering og útskifting heldur fram. Við lóg frá 1962 varð álagt Matrik- ulstovuni at skráseta allan fastan eigindóm í Føroyum. Byrjað varð við teim- um fólkaríkastu økjun- um, og matrikulerings- og tinglýsingarlógin er- u nú galdandi fyri part- ar av Føroyum, har til- samans 26.000 fólk búgva. 0 tskiftingararbeiðið byrjaði annars longu í 30unum, og Sorinskriv- arin hevur realregistar fyri 4.000 fólk frá tíðini undan 1962, sum ikki eru við í teimum nevnd- u 26.000. T.v.s. at tær føstu ognirnar - jørð og hús - hjá tilsamans 30.000 fólkum eru skrá- settar higartil. Nú verður arbeitt við innangarðsútskifting á Sandi og Skarvanesi. 10 bygdir hava á grann- astevnu samtykt at bið- ja um útskifting innan- garðs, og eitt líknandii tal hevur biðið um út- skifting uttangarðs. I løtuni verður ar- beitt við matrikulering í 20 bygdum, har 5.000 fólk búgva. Á Matrikulstovuni arbeiða 23 fólk. Um- framt matrikulerings- og útskiftingararbeiði hava tey eisini við frá- býti av jørð til grund- stykki o.a. at gera. Tað hevur verið serliga nógv arbeiði av hesum tvey tey seinastu árini, tá 6 - 700 mál av hesum slag hava verið fyri. Matrikulstovan hev- ur eisini útvegað kommununum kort við hæddarkurvum, sum kommunurnar brúka í sínum plánleggingarar- beiði.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.